Plymouth (Massachusetts)
Plymouth er ein býur í amerikanska stakríkinum Massachusetts.
Plymouth, Massachusetts | |
---|---|
Skjøldur | Flagg |
Kort | |
Grunddáta | |
Land: | USA |
Stakríki: | Massachusetts |
Grundlagdur: | 1620 |
Vídd: | 5,797 km² (2.2 sq mi) |
Íbúgvar (2020): | 7.198[1] |
Heimasíða: | www.plymouth-ma.gov |
Býurin liggur á eysturstrondini og í víkini, sum kallast Plymouth Bay. Tað er í landsynningsparti av stakríkinum, góðir 60 kilometrar í ein landsynning úr høvuðsstaðnum Boston, ið er størsti býur í Massachusetts.
Í 2020 búðu fleiri enn sjey túsund fólk í Plymouth.[2]
Søga
rættaBýurin varð grundlagdur í 1620 og er elsti býur í Nýonglandi. Hann er uppkallaður eftir Plymouth í Devonshire í Onglandi.
Pílagrímarnir
rættaÍ september í 1620 fóru um 100 pílagrímar úr Stóra Bretlandi við skipinum Mayflower. Mayflower var upprunaliga farmaskip og ikki bygt at flyta fólk. Teir ætlaðu at sigla til Virginia, men eftir harðbalna ferð komu teir til Massachusetts.
Áðrenn teir stigu fótin á land, gjørdu teir Mayflowersáttmálan, sum segði, hvussu teir skuldu stýra niðursetubygd síni, ið teir nevndu Plymouthlundin (Plimoth Plantation). Helvtin av niðursetufólkunum livdu ikki fyrsta veturin av í Massachusetts, og niðursetubygdin Plymouth hevði helst doyð út, høvdu indiánararnir, sum búðu tætt við, ikki hjálpt teimum. Men Plymouth hóraði undan, og sum tíðin leið, kom hon reiðiliga fyri seg.
Reinleikabrøðurnir
rættaTíggju ár eftir at pílagrímarnir komu til USA, fóru reinleikabrøðurnir (puritanararnir) at flyta til Massachusetts í stórum tali. Reinleikabrøðurnir stovnaðu lærda háskúlan í Harvard í 1636.
Annað
rættaÍ 1621 varð Thanksgiving Day (takkargerð til Guds) fyri fyrstu ferð hátiðarhildin í Plymouth.
Í 1824 opnaði Pilgrim Hall Museum í Plymouth, ið er tað elsta almenna savnið í USA.
Í 1889 varð standmyndin ið er minnsvarði til minnis um pílagrímarnar (Monument to the Forefathers), avdúkað. Standmyndin úr granitti er 25 metrar høg.
Myndir
rætta-
Mayflower - skipið hjá pílagrímafedrunum.
-
Í miðbýnum.
-
First Parish Church - kyrkjan hjá fyrstu samkomuni í Plymouth
-
Pilgrim Hall Museum - tað elsta almenna savnið í USA.
-
Plymouth Rock
-
Standmyndin til minnis um pílagrímarnar.
-
Standmyndin til minnis um pílagrímarnar.
-
Niðursetubygdin Plimoth Plantation.
-
Plymouth Colony
-
The First Thanksgiving
-
Havnalagið í Plymouth.
Kend fólk
rætta- Edward Winslow, politikari (1595-1655)
Ávísingar úteftir
rætta- Almenna heimasíðan: www.plymouth-ma.gov (á enskum)
- Plymouth (by i Massachusetts, USA), snl.no (á norskum)
Coordinates: 41°57′14″N 70°39′31″W / 41.95389°N 70.65861°W
Keldur
rætta- ↑ Plymouth, Massachusetts Population 2023, worldpopulationreview.com
- ↑ Plymouth Center: census-designated place: USA: Plymouth, Massachusetts, citypopulation.de