Wikipedia:Mánaðargrein 2014
Mánaðargreinir nýttar í 2014.
Mánaðargrein fyri januar
Merkið er føroyska flaggið. Merkið varð á fyrsta sinni borið fram av føroysku studentunum Jens Olivur Lisberg, Janusi Øssurssyni og Paula Dahl í Keypmannahavn longu í juni 1919, og longu tíðliga í 1920-árunum vóru fólk farin at flagga við tí. Hetta vant rættiliga upp á seg eftir 1930, men loyvt var tað ikki, og eitt flaggstríð tók seg upp í Løgtinginum og millum føroyingar og donsku myndugleikarnar. Tað vóru serliga sjómenninir, ið førdu hetta stríð. Longu 9. apríl 1940, sama dag sum Danmark varð hersett av Týsklandi undir Seinna heimsbardaga, byrjaði sluppin Eysturoyggin at flagga við Merkinum. Hetta tí at danska flaggið ikki kundi brúkast, meðan Danmark var hersett av Týsklandi. Boðini frá bretska hersetingarvaldinum 25. apríl 1940 vóru fyrsta almenna viðurkenningin av, at føroyingar høvdu sítt egna tjóðarmerki.
Mánaðargrein fyri februar
Stonehenge er eitt yngru steinaldar og bronsualdar fornminni tætt við Amesbury í enska landslutinum Wiltshire, umleið 13 km í ein útnyrðing úr Salisbury. Tað er uppbygt av vøllgørðum rundan um eina runda uppseting av stórum reistum steinum og er eitt hitt kendasta fyrisøguligu støðunum í heiminum. Fornfrøðingar halda steinarnar verða millum 2500 f.Kr. og 2000 f.Kr. tó, at umverandi rundu vøllgarðarnir og grøvin, sum eru eldsti parturin av fornminninum, eru tíðarfest til umleið 3100 f.Kr. Stonehenge og tað, sum er rundanum, eru sett á listan hjá UNESCO sum eitt World Heritage Sites í 1986, og er við lóg vart eftir bretskari lóg sum Scheduled Ancient Monument.
Mánaðargrein fyri mars
Sveis er eitt land í Miðevropa. Hóast Zürich er størsti býur í Sveis, er Bern høvuðsstaður. Landið er eitt av ríkastu londum í Evropa. Sveis gjørdist uttanveltaland í 1815 og hevur ikki verið uppi í nøkrum kríggi í Evropa síðan. Nú er landið býtt í 26 kantonir, og hesir hava so skipað seg sum eitt tjóðveldi við einum samveldisforseta sum oddamanni. Mong fólk búgva í rættiliga avbyrgdum dølum, og fólkið talar ikki sama mál. Í Sveis eru fýra almenn mál: franskt, sveisaratýskt, retoromanskt og italskt. 63 % av fólkinum talar sveisaratýskt. Í Zürich og Bern tala tey týskt, men í t.d. Genève og Lausanne tala tey franskt. Hóast Sveis er so lítið og hevur ligið innbyrgt millum stórlond, hevur tað mesta havt sjálvræði. Men tað hevur ikki kostað teimum lítið, mangan hava teir staðið í harðari orrastu, men oftast vóru teir við yvirlutan, og sveisarar vóru so gitnir fyri dirvi, at fremmandir kongar bóðu sær vaktarmenn úr Sveis. Í Sveis eru tveir fjallaryggir, Jurafjøll og Alpurnar. Ímillum fjøllini er ein breiður háslætti, sum eitur Sveisar Háslættin. Miðjan av Sveis er ein fløta, Sveisiski Háslættin teir kalla, men hitt er alt fjallalendi. Úr Sveis koma fleiri stórar áir; undir tí gitna Sankta Gothards fjallinum springa Rhone og Rín upp. Uttanveltaða støðan og tryggu politisku viðurskiftini eru tvær av atvoldunum til, at Sveis er vorðið altjóða fíggjarmiðdepil. Mangar fyritøkur og mangir bankar hava høvuðsskrivstovu í vakra býnum, Genève, við Genèvevatn. Eisini hava mangir altjóða felagsskapir høvuðssæti her, tí landið er uttanveltað og politisku viðurskiftini trygg. Nevnast kunnu Reyði Krossur, Heims Heilsustovnurin (WHO) og høvuðsdeild ST í Evropa. Eisini mong stór fleirtjóðafeløg eru sveisisk. Hóast urvirkir eru í hópatali í mongum londum, til dømis Bretlandi, Japan, USA og Týsklandi, so eru tað tó tey sveisisku urini sum t.d. Rolex og Omega, sum hava allar fyrimunur á heimsmarknaðinum og verða mest keypt.
Mánaðargrein fyri apríl
Sjálvstýrisflokkurin varð formliga stovnaður í 1909, men fekk umboð á tingi í 1906. Í 1906 varð Sambandsflokkurin, sum tann fyrsti politiski flokkurin her á landi, stovnaður. Umleið eitt ár seinni, varð Sjálvstýrisflokkurin formliga stovnaður. Ikki ber til við vissu at dagfesta, nær flokkarnir vórðu stovnaðir, tí sum flokkar skipaðu teir seg so við og við. Tó verður vanliga sagt, at Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin báðir vórðu stovnaðir í 1906. Sjálvstýrisflokkurin er sjálvstýrisflokkur; tað merkir, at virkað verður fyri sjálvstýri frá Danmark. Málið er, at føroyingar taka fulla ábyrgd av tjóðini og fáa fullan avgerðarrætt fyri henni. Sjálvstýrisflokkurin er sosialliberalur og fyri, at samfelagið byggir á privata ognarrættin og á fyritakssemi hins einstakra. Flokkurin er tó fyri neyðugari almennari stýring. Flokkurin byggir á kristnu siðalæruna og vil verja trúarfrælsi, politiskt frælsi, mentanar- og vinnufrælsi. Jóannes Patursson, sum gjørdist fyrsti formaður Sjálvstýrisfloksins, sat í Fólkatinginum frá 1. juni 1901 til 22. juni 1906 og í Landstinginum frá 13. mai 1918 til 3. februar 1920.
Mánaðargrein fyri mai
Hin føroyski Fólkaflokkurin (radikalt sjálvstýri) varð stovnaður í 1939. Fólkaflokkurin er afturhaldssinnaður flokkur á Løgtingi. HUXA er nevndin hjá fólkafloksungdómi. Fólkaflokkurin er ein borgarligur og afturhaldssinnaður tjóðskaparflokkur. Endamál floksins er fult sjálvstýri fyri Føroyar. Flokkurin vil hækka skattalágmarkið, og betri lánmøguleikar til at fíggja íløgur til umleggingar og útbyggingar av vinnulívi landsins. Fólkaflokkurin gjørdist limur í felagsskapinum "Alliance of European Conservatives and Reformists" (AECR) í november 2013. Hetta er ein afturhaldssinnaður felgsskapur, ið er nýskipanarsinnaður og serstakliga skeptiskur mótivegis ES. Felagsskapurin hevur sum stevnumið at arbeiða fyri frælsum marknaðum, frælsum fólki, NATO og frælsum tjóðum. Búskaparliga heimskreppan í 1930-árunum elvdi framburðsmonnum til at stovna Vinnuflokkin, sum á løgtingsvalinum í 1936 fekk tvey umboð á tingi. Hesin broytti í 1940 navn til Fólkaflokkurin. Fólkaflokkurin vil t.d. virka fyri eini flatskattaskipan við hækkandi botnfrádrátti. Flokkurin vil at Føroyar skulu gerast sjálvstøðugur limur í NATO, WHO og ST. Núverandi floksleiðari er Jørgen Niclasen (2007-).
Mánaðargrein fyri juni
Wikipedia:Mánaðargreinin/juni 2014
vís -
kjak -
søga -
rætta
Mánaðargrein fyri juli
Tjóðveldi varð stovnað á fundi 22. og 23. mai í 1948 við navninum Tjóðveldisflokkurin. Flokkurin varð stovnaður, av tí at føroyska tjóðveldið ikki varð stovnsett eftir fólkaatkvøðuna 14. september 1946. Hugsjónin er, at fólkaræði skal galda í øllum viðurskiftum í føroyska samfelagnum, "politiska, vinnuliga, sosiala og mentanarliga lívi landsins". Flokkurin vil, at Føroyar skulu taka lut í altjóða samfelagnum sum sjálvstøðug tjóð við bæði rættindum og skyldum sum aðrar sjálvstøðugar tjóðir. Tjóðveldisflokkurin kom fyrstu ferð á ting í 1950 og hevur verið á tingi síðani. 14. september 2007 broytti flokkurin navn til Tjóðveldi. Tjóðveldi er ein sosialistiskur flokkur. Tjóðveldi er limur í norðurlendska felagsskapinum NGLA, sum stendur fyri Nordic Green Left Alliance. Síðan fimmtiárini hevur flokkurin støðugt verið millum fýra teir stóru flokkarnar í Føroyum og hevur oftast fingið millum 20 og 24 % av atkvøðunum til løgtingsval. Høvuðsmál í politikki floksins á tingi hava verið at skipa Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð og at tryggja øll rættindi hjá føroysku tjóðini. Tjóðveldi vil stovnseta føroyska tjóðveldið sum eitt fólkaræði við egnum forseta sum ríkisovasta. Fólkaræðið verður tryggjað við frælsari stjórnarskipan og við fólkaatkvøðum um mál, ið hava týdning fyri sjálvræðið í landinum.
Mánaðargrein fyri august
Kavarar kanna undirsjóvarheimin so langt, sum niður slepst. Kavarar fóru tíðliga í tíðini at nýta kavarakúpu til vísindaliga gransking í sjónum. Kúpurnar vóru smáar, fyltar við luft og loraðar niður í dýpi. Fáar metrar undir vatnskorpuni eru hugtakandi sjódjór, marglitt koralriv og løgnir kneysar. Í havbotninum eru skipsvrak, summi hava ligið har í øldir. Í summum vrakum eru myntir, pottar og annað, ið sigur frá umstøðunum hjá fólki tá á døgum. Kavarar kunnu eisini arbeiða undir kavi. Teir umvæla bygningar undir kavi, til dømis boripallar, og granska lívið á havbotninum. Ikki er púra vandaleyst at kava, og kavari má halda strangar trygdarreglur.
Mánaðargrein fyri september
Kalifornia er ein lutstatur í vestri í USA við 37,6 miljónum innbúgvum. Í suðri hevur Kalifornia mark við Meksiko, í norðri við Oregon, í eystri við Nevada og Arizona og í vestri við Kyrrahavið. Í september 1850 bleiv Kalifornia 31. lutstatur í USA. Lutstaturin var fyrr partur av Meksiko. Sacramento er høvuðsstaðurin, og størsti býurin er Los Angeles. Spaniólar vóru fyrstu menn, sum búsettust í Kalifornia. Kyrrahavsstrondin var ikki so væl atkomilig sum hin, og tí kom at vera longri tíð, áðrenn nakað munandi av fólki settist niður har. At standa á brimfjøl er væl dámd kalifornisk ítrótt. Í nógvum býum eru javnan kappingar. Hjá nógvum ungdómi fer øll frítíðin at standa á brimfjøl. Heita veðurlagið og mongu sólardagarnir gera, at nógvir kalifornar eru stóran part av frítíðini við strondina. Seinastu árini hevur eisini Kalifornia ment seg nógv sum ferðavinnustatur.
Mánaðargrein fyri oktober
Smyril er einasti ránsfuglur sum eigur í Føroyum í dag. Hann er av minstu falkum. Steggin er dimmgráur omaná, gulbrúnur við dimmum strikum í neðra og um hálsin; bøgan er smáflekkut av dimmum og ljósum brúnum. Ungfuglurin líkist bøguni, men dimmari. Starar tyrpast tætt saman í flokk undan honum, og flúgva so høgt upp í loft - væl vita teir, at uttan hann er uppi yvir teimum, fær hann hvørki nev ella kløur í teir. Og onkursvegna munna teir eisini fáa ørkymlað hann í flognum, tí tá ið teir halda seg væl saman, má hann oftast fara frá við ongum. Smiril eigur víða í norðanlondum, men einans í Føroyum er hann alt árið. Smiril verpur 4 reyðbrún egg, og 3 vikur seinni koma ungarnir út. Kemur tú at reiðrinum, so blaka teir seg á ryggin og høgga upp ímóti tær við klónum - teir eru av tí berginum brotnir - bregða ikki úr ætt. Ljótt er at síggja, hvussu smiril drepur smáfugl.
Mánaðargrein fyri november
Sveis er eitt land í Miðevropa. Í norðri hevur Sveis mark við Týskland, í eystri við Liktinstein og Eysturríki, í vestri við Frakland og í suðri við Italia. Hóast Zürich er størsti býur í Sveis, er Bern høvuðsstaður. Sveis gjørdist uttanveltaland í 1815 og hevur ikki verið uppi í nøkrum kríggi í Evropa síðan. Nú er landið býtt í 26 landspartar (kantonir), og hesir hava so skipað seg sum eitt tjóðveldi við einum samveldisforseta sum oddamanni. Mong fólk búgva í rættiliga avbyrgdum dølum, og fólkið talar ikki sama mál. Í Sveis eru fýra almenn mál: í vestara parti er móðurmálið franskt, í syðra parti italskt, í útsynningspartinum er eitt fornt romanskt mál, tey kalla retoromanskt, og í norðara og mittasta partinum er eitt týskt mál, sum tey kalla sveisartýskt.
Mánaðargrein fyri desember
Korfu er ein oyggj í Grikkalandi. Hon liggur í oyggjabólkinum vestanfyri meginlandið, sum verður nevndur Jónaoyggjar ella Eptanisa. Korfu er tann næststørsta oyggin í hesum oyggabólki. Fyrra orðið kemur frá fornu griksku gudalæruni, Io var ein prestinna, sum Zeuz var forelskaður í. Hann gjørdi hana um til eina kúgv, og síðan gjørdi hann seg sjálvann um til ein tarv, og tá tey komu til Jonisku oyggjarnar, fingu tey barnið Evropa, sum bleiv til heimspartin Evropa. Seinna orðið merkir Sjeyoyggjar, sum sipar til tær sjey høvuðsoyggjarnar. Oyggjabólkurin hevur tó fleiri smærri oyggjar og hólmar enn tær sjey. Høvuðsbýurin á Korfu eitur eisini Korfu. Í høvuðsbýnum búgva umleið 33.000 fólk. Á allari oynni búgv umleið 110.000 fólk. Korfu er eitt vælumtókt ferðavinnumál.