Cardiff
Cardiff (walisiskt: Caerdydd) er høvuðsstaður og størsti býur í Wales.
Havnarbýurin liggur í greivadøminum Glamorgan, í syðra partinum av Wales, fram við Bristolkanalini. Í 2019 búðu í Cardiff fleiri enn 354 túsund fólk.[1]
River Taff er navnið á ánni, sum rennur igjøgnum býin.
SøgaEdit
Í 1081 reisti enski kongur, Vilhjálmur hertakarin, har á staðnum á gomlum rómverskum múrum eina borg, sum verður nevnd á enskum Cardiff Castle og Castell Caerdydd á walisiskum. Navnið Cardiff er av keltiskum uppruna. Fyrstu ferð varð tað nevnt í einum skjali frá 1093.[2][3]
Í byrjanini av 19. øld var Cardiff ikki meira enn ein lítil býur. Men býurin vaks skjótt og havnarlagið, Cardiff Docks, bleiv týðandi havn, serliga fyri útflutning av koli. Í 1881 gjørdist Cardiff størsti býur í Wales og ein lærdur háskúli varð settur á stovn longu í 1883, men ikki fyrr enn í 1905 fekk Cardiff framíhjárættindini sum býur (city). Hin 20. desember 1955 gjørdist býurin høvuðsstaður í Wales.
Síðan 1999 er walisiska tjóðartingið (Senedd Cymru – Welsh Parliament) staðsett í Cardiff.[4]
MyndirEdit
Sí eisiniEdit
Ávísingar úteftirEdit
- Heimasíða: cardiff.gov.uk (á enskum)
- visitcardiff.com (á enskum)
- Cardiff, wikivoyage.org (á enskum)
KeldurEdit
- ↑ United Kingdom: Countries and Major Cities, citypopulation.de
- ↑ Cardiff Name Meaning, ancestry.co.uk
- ↑ The Welsh Place-Name Society, historypoints.org
- ↑ "The National Assembly for Wales met for the first time on 12 May 1999. It was officially opened by the Queen on 26 May: History of devolution, senedd.wales