Magna Carta (Frælsisbrævið mikla) frá 1215 var sáttmáli ímillum kong og enska aðalin. Har stóð, at kongur skuldi ikki misnýta sítt vald og krevja aðalin eftir skatti. Magna Carta fekk stóran týdning, tí tað var á fyrsta sinni staðfest, at kongsins rættindi vóru avmarkað. Magna Carta skuldi fyrst og fremst veita barónunum rættindi mótvegis kongi. Men sumt av tí, sum stendur í Magna Carta, veitir eisini vanligum fólki trygd.

Skjalið var úrslitið av friðarsamráðingum millum Jóhan kong I og teir barónar ið høvdu gjørt uppreistur móti hansara kúgandi stýri. Hetta frælsisbræv hevur verið grundarlagið undir mongum lógum, sum eru gald­andi í Stórabretlandi

Søga rætta

 

Tá enski kongurin Rikard I (Rikard leyvuhjarta) doyði í 1199, gjørdist yngri bróður hansara Jóhan kongur av Onglandi. Við í sekkin fekk hann Írland og stórar partar av Vesturfraklandi. Í 1202 brast kríggj á millum Jóhan kong og franska kongin Philip II, og endin av hesum stríðnum var, at Jóhan kongur misti fronsku landspartarnar í 1204. Komandi tíggju árini brúkti Jóhan kongur alla sína orku til at vinna mistu ognirnar aftur. Tá Jóhan og hansara sameindu taptu endaliga stríðið við Bouvines í 1214, hevði hann mist álitið og skapt so miklan ótta og fíggindaskap millum sínar álitismenn, barónarnir, at teir framdu uppreistur móti honum.

Drúgva kríggið millum Jóhan kong og fraklendingar hevði skapt politiskan hurlivasa í Bretlandi, orsaka av alt ov høgari skattabyrðu og ráari kúgan. Ónøgdin við kongin vaks í stórum og førdi at enda til beinleiðis uppreistur móti honum. Tá Jóhan kongur kom heim aftur, eftir endaliga ósigurin við Bouvines, varð hann móttikin við kravi um umfatandi ábøtur frá teimum barónum og óðalsmonnum, sum annars vóru kjarnin av hansara valdstøðu sum kongur. Partarnir hittust á Runnymede við Thames, millum Windsor og Staines í 1215 – og tað var her at fyrsta frábrigdi av Magna Carta varð framlagt og váttað við kongsins innsigli.

Orsøkin til at Magna Carta var so kollveltandi er, at man her fyri fyrstu ferð á skrift royndi at avmarka valdið hjá konginum. Hugskotið var at gera eina ófrávíkiliga lógfesting, sum eisini umfataði kongsvaldið og forðaði fyri at kongurin kundi misnýta sítt vald. Í skjalinum vóru partar, sum umfataðu rættindi hjá einstaklinginum og bólkum – og teksturin fór enntá so vítt sum at krevja, at barónarnir skuldu kunna taka valdið av konginum, um hesin fór út um lógarinnar mark. Tað vóru 63 klausular ella treytir í upprunaútgávuni av Magna Carta. Flestu teirra eru um tillaging av ymsum feudalum siðum og rættindum, reglugerð fyri býir, handil og kongaligu skógirnar. Harafturat eru reglugerðir fyri afturgjald av skuld og rættindi hjá kirkjuni. Men teir mest týðandi partarnir eru um løgfrøðilig rættindi hjá einstaklinginum mótvegis statinum og skerjingin av valdsrættinum hjá kongsvaldinum.

Jóhan kongur helt ikki krøvini í Magna Carta og longu áðrenn tríggir mánaðir vóru gingnir, fekk hann pávan Innocent III at ógilda skjalið. Men sáðið var longu farið at spíra. Teksturin í Magna Carta var farin um landið alt og hugskotini høvdu vakt ans. Borgarakríggj brast á har flestu av barónunum stríddust fyri prinsippunum í Magna Carta. Teir fingu franska krúnprinsin Louis at vátta at gerast kongur av Onglandi og tann skotska kongin Alexander II til at hertaka norðara partin av Onglandi. Í 1216, tá uppreistrarmenninir høvdu tikið meginpartin av landinum, doyði Jóhan kongur brádliga av blóðsótt. Teir fáu royalu stuðlarnir avgjørdu tí, saman við umboðnum fyri pávan, at útnevna níggju ára gamla krúnprinsin Henry til kong – og sendu brøv til leiðararnar av uppreistrinum í kongsins navni, har teir góðtóku krøvini í Magna Carta og mæltu barónunum til at stuðla Henry III. Um hettar mundið var ósemja íkomin millum Louis og uppreistrarmenninar og teir flestu av barónunum skiftu tí síðu og stuðlaðu barnakonginum.

Í tíðini fram til at Henry kongur kom til lógaldurs, varð Magna Carta váttað og umskrivað fleiri ferðir. Skjalið var nú kent um alt landið og hugskotini festu so líðandi rót. Tann umstríddi parturin um at kongurin kundi verða settur frá av barónunum, varð tó brátt tikin burturúr. Men komandi tíðina fingu barónarnir størri ávirkan. Í 1258 fekk ein bólkur undir leiðslu av Simon de Montfort tær sokallaðu Oxford-ásetingarnar í lag, har kongurin í roynd og veru varð noyddur at leggja seg undir eitt ráð av útvaldum monnum. Oxford-ásetingarnar hildu ikki í longdini. Hóast Magna Carta hetta tíðarskeiðið varð nógv broytt – og valdið ið barónarnir høvdu á konginum, varð bart niður av einari royalari atsókn, undir leiðslu av Edwardi krúnprinsi – stóðu flestu broytingar sína roynd, eisini eftir at Edward tók við kongsvaldinum. Tey staðbundnu heimatingini har lágóðalsmenn og umboð fyri landsbygdirnar savnaðust, hildu áfram at virka. Upp gjøgnum fjúrtandu øld, mentust hesi ting - saman við mótsetninginum av háóðalsmonnum, ið ráðgóvu kongin - til nakað ið líktist tí tveykamars-parlamentinum, vit kenna í dag, við yvir- og undirhúsi.

Grundleggjandi hugsjónin í Magna Carta gekk aftur í menningini av tí bretsku statsumsitingini upp gjøgnum øldirnar – og breiddi seg enntá út um landamørk. Hátturin, har okkara egna umsiting er deild upp, við lóggevandi, dømandi og útinnandi valdi, hevur partvís sín uppruna í skjalinum, sum í skundi varð samansett á einari lítilsverdari bretskari ong í 1215.

Kelda rætta