Wikipedia:Mánaðargreinin/mars 2023

Fidel Castro
Fidel Castro

Fidel Alejandro Castro Ruz (føddur 13. august 1926, deyður 25. november 2016) stóð á odda fyri teirri kommunistisku kollveltingini í Kuba í 1959, og aftaná varð hann valdur til landsins forsætisráðharra. Í tíðarskeiðinum sum forsætisráðharri og forseti (1959-2008) yvirlivdi hann drápsroyndir, eina CIA innrás og Kubakreppuna, sum mundi elvt til eitt atomkríggj.

Ræðið hjá Fidel Castro á oyggjalandinum beint sunnan fyri Florida varð merkt av spentu viðurskiftunum við USA, ikki minst eftir miseydnaðu amerikansku innrásina í Svínavíkini í 1961 og kubakreppuna árið eftir, tá sovjetskar rakettir vórðu settar upp í Kuba, og eitt atomkríggj mundi blivið veruleiki. Hann yvirlivdi at verða koyrdur í fongsul av einaræðisharranum Fulgencio Batista, at vera í útlegd í Meksiko og at kollveltingin hjá honum fekk eina katastrofala byrjan, áðrenn hann sum 32 ára gamal í januar 1959 kundi ríða inn í Havanna og gerast yngsti leiðari í Latínamerika. Tey næstu mongu árini var hann ein íblástur hjá øðrum kollveltingarsinnaðum og leiðarum í Latínamerika og Afrika og stóð sum ein ímynd av mótstøðuni móti stóra veldinum hjá USA.

Lívssøga

Fidel Castro Ruz varð føddur 13. august í 1926 í sukurlandinum har eysturi á Kuba. Har arbeiddi pápi hansara, sum var tilflytari úr Spania, við at finna arbeiðsmegi til amerikanskar sukurfyritøkur, áðrenn hann fekk sær sína egnu sukurplantasju. Hann gekk í skúla og fór seinni á lærda háskúlan í Havanna, har hann las løgfrøði og sosialvísindi. Lívið sum uppreistrarmaður byrjaði í 1953, tá hann saman við øðrum leyp á hernaðarbarakkirnar í Santiago. Teir flestu av uppreistrarmonnunum doyðu, og Fidel og Raúl vórðu settir í fongsul. Her gjørdi Fidel sína verjurøðu úr rættinum til eitt politiskt manifest, sum hann smuglaði við sær úr fongslinum og segði, at "søgan fer at fríkenna meg."