Latínoamerikanararenskum Hispanic ella Latino Americans) eru eitt fólkaslag sum býr í USA. Teir verða eisini nevndir hispanics og tala spansk, tí at forfedrar teirra komu úr Spania. Mangir halda enn fast við gamlan sið og egna mentan.

Jennifer Lopez er ein amerikanskur poppsangari. Hon varð føddur 24. juli í 1969. Hon er úr Puerto Riko.

Tann spanskttalandi parturin av íbúgvum er í stórum vøkstri bæði í nøgd og búskapi. Í 2000 var talið 35 mió. (12,5 %), í 2010 var tað vaksið til 50.5 mió. (16,3 %) [1][2]. Latínoamerikanskur matur og tónleikur er væl dámdur. Flestu tilflytararnir, sum búgva í vesturríkjunum, eru úr Meksiko. Tey fjølgast skjótt, og somuleiðis afroamerikanarar og ásiatar. Fyri 2042 verða hesi fólk stív helvtin av fólkatalinum í USA [3]. Tey flestu hava amerikanskan ríkisborgararætt. Útlendingar í USA kunnu søkja um amerikanskan ríkisborgararætt eftir 5 árum við ikki-tíðarbundnum uppihaldsloyvi [4].

Til 1492, tá ið Kristoffur Kolumbus kom til Amerika, búðu bara indiánar í hesum parti í heiminum. Men eftir tað fóru fólk úr Spania at búseta seg har í stórum tali. Øldirnar eftir at Kolumbus varð komin til Amerika, ráddu spaniamenn nógvastaðni í meginlandinum. Í USA fingu sponsk mentan og spanskt mál stóra ávirkan og hava tað enn. Flestu teirra búgva í Kalifornia, Texas og Florida. Yvir 950 000 latínoamerikanarar búgva eisini í New Mexico og eru í stórum meirluta. Flestu latínoamerikanarnir, sum búgva í Florida, eru úr Kuba. Amerikanarar av kubanskum uppruna sleppa nú til Kuba at ferðast, hava teir hug til tess, og samstundis fáa teir loyvi til at hjálpa skyldfólki í Kuba við eitt nú pengum. Tað ber til, nú Barack Obama, forseti, hevur ógildað tiltøk, sum USA setti í verk ímóti Kuba, tá kommunistarnir tóku valdið har fyri 50 árum síðani [5].

Meginparturin av fólkinum er katolikkar (70 %), og eini 20 % eru protestantar [6]. Hóast latínoamerikanarnir eru ein lítil minniluti í USA, so síggjast kirkjur teirra allastaðni.

Í USA hava tey bæði eina spennandi fortíð og eina upplívgandi nútíð, sum boðar frá eini ljósari framtíð.

Hagtøl rætta

Upprunalond rætta

Latínoamerikanarar eru komnir í stórum tali til USA, helst úr Meksiko (65 %). Hispanics eru eisini fluttir hagar úr Puerto Riko, El Salvador og Kuba.


Upprunalond [7]
Land Fólkatal %
  Meksiko 31,673,700 65.5
  Puerto Riko 4,411,604 9.1
  El Salvador 1,736,221 3.6
  Kuba 1,677,158 3.5
  Dominikanalýðveldið 1,360,476 2.8
  Guatemala 1,077,412 2.2
  Kolombia 916,616 1.9
  Honduras 624,533 1.3
  Spania 613,585 1.3
  Ekvador 611,457 1.3
  Peru 557,107 1.2
  Nikaragua 368,720 0.8
  Argentina 227,180 0.5
  Venesuela 198,276 0.4
  Panama 170,057 0.4
  Kosta Rika 131,331 0.3
  Kili 122,986 0.3
  Bolivia 104,044 0.2
  Uruguei 56,054 0.1
  Paraguei 18,179 0.04
Onnur øki 1,691,448 3.5
Fólk íalt 48,348,144 100



































Lutsøkir rætta

Talvan niðanfyri vísir broytingar í fólkatalinum í 2000-2010, býtt á økir. Hagtølini vísa, at talið er vaksið mest í statunum South Carolina, Alabama, Tennessee, Kentucky, North Carolina og Arkansas.

Latínoamerikanarar (2000-2010)[8][9]
Øki Hispanics pr. 2000 % í 2000 Hispanics pr. 2010 % í 2010 Vøkstur í %
2000-2010
  Alabama 75,830 1.7% 185,602 3.9% +144.8%
  Alaska 25,852 4.1% 39,249 5.5% +51.8%
  Arizona 1,295,617 25.3% 1,895,149 29.6% +46.3%
  Arkansas 86,866 3.2% 186,050 6.4% +114.2%
  Kalifornia 10,966,556 32.4% 14,013,719 37.6% +27.8%
  Colorado 735,801 17.1% 1,038,687 20.7% +41.2%
  Connecticut 320,323 9.4% 479,087 13.4% +49.6%
  Delaware 37,277 4.8% 73,221 8.2% +96.4%
  Washington DC 44,953 7.9% 54,749 9.1% +21.8%
  Florida 2,682,715 16.8% 4,223,806 22.5% +57.4%
  Georgia 435,227 5.3% 853,689 8.8% +96.1%
  Hawaii 87,699 7.2% 120,842 8.9% +37.8%
  Idaho 101,690 7.9% 175,901 11.2% +73.0%
  Illinois 1,530,262 12.3% 2,027,578 15.8% +32.5%
  Indiana 214,536 3.5% 389,707 6.0% +81.7%
  Iowa 82,473 2.8% 151,544 5.0% +83.7%
  Kansas 188,252 7.0% 300,042 10.5% +59.4%
  Kentucky 59,939 1.5% 132,836 3.1% +121.6%
  Louisiana 107,738 2.4% 192,560 4.2% +78.7%
  Maine 9,360 0.7% 16,935 1.3% +80.9%
  Maryland 227,916 4.3% 470,632 8.2% +106.5%
  Massachusetts 428,729 6.8% 627,654 9.6% +46.4%
  Michigan 323,877 3.3% 436,358 4.4% +34.7%
  Minnesota 143,382 2.9% 250,258 4.7% +74.5%
  Mississippi 39,569 1.4% 81,481 2.7% +105.9%
  Missouri 118,592 2.1% 212,470 3.5% +79.2%
  Montana 18,081 2.0% 28,565 2.9% +58.0%
  Nebraska 94,425 5.5% 167,405 9.2% +77.3%
  New Hampshire 20,489 1.7% 36,704 2.8% +79.1%
  New Jersey 1,117,191 13.3% 1,555,144 17.7% +39.2%
  New Mexico 765,386 42.1% 953,403 46.3% +24.6%
  New York 2,867,583 15.1% 3,416,922 17.6% +19.2%
  Nevada 393,970 19.7% 716,501 26.5% +81.9%
  North Carolina 378,963 4.7% 800,120 8.4% +111.1%
  North Dakota 7,786 1.2% 13,467 2.0% +73.0%
  Ohio 217,123 1.9% 354,674 3.1% +63.4%
  Oklahoma 179,304 5.2% 332,007 8.9% +85.2%
  Oregon 275,314 8.0% 450,062 11.7% +63.5%
  Pennsylvania 394,088 3.2% 719,660 5.7% +82.6%
  Rhode Island 90,820 8.7% 130,655 12.4% +43.9%
  South Carolina 95,076 2.4% 235,682 5.1% +147.9%
  South Dakota 10,903 1.4% 22,119 2.7% +102.9%
  Tennessee 123,838 2.2% 290,059 4.6% +134.2%
  Texas 6,669,666 32.0% 9,460,921 37.6% +41.8%
  Utah 201,559 9.0% 358,340 13.0% +77.8%
  Vermont 5,504 0.9% 9,208 1.5% +67.3%
  Virginia 329,540 4.7% 631,825 7.9% +91.7%
  Washington 441,509 7.5% 755,790 11.2% +71.2%
  West Virginia 12,279 0.7% 22,268 1.2% +81.4%
  Wisconsin 192,921 3.6% 336,056 5.9% +74.2%
  Wyoming 31,669 6.4% 50,231 8.9% +58.6%
  Amerikanska Sámoa 0 %
  Guam 0.2 %
  Norðurmarianoyggjar 0 %
  Puerto Riko 3,762,746 98.8% 3,688,455 99.0% -2.0%
  Amerikonsku Jómfrúoyggjar 15,196 14.0%
  USA 35,305,818 12.5% 50,477,594 16.3% +43.0%

Keldur rætta

  1. US Census Bureau: "Redistricting Data, First Look at Local 2010 Census Results"
  2. US Census Bureau: "Population by Race and Hispanic or Latino Origin, for the United States, Regions, Divisions, and States, and for Puerto Rico: 2000"
  3. "Archive copy". http://www.america.gov/st/peopleplace-english/2008/August/20080815140005xlrennef0.1078106.html. Heintað 2009-04-17. 
  4. http://www.ehow.com/how_5094027_become-citizen-having-green-card.html
  5. http://articles.latimes.com/2009/mar/15/nation/na-florida-cuba-travel15
  6. "Archive copy". http://latinostudies.nd.edu/pubs/pubs/HispChurchesEnglishWEB.pdf. Heintað 2011-05-19. 
  7. "Detailed Hispanic Origin: 2009" (PDF). Pew Hispanic Center. http://pewhispanic.org/files/factsheets/hispanics2009/Table%206.pdf. Heintað 2011-03-29. 
  8. US Census Bureau: "Redistricting Data, First Look at Local 2010 Census Results"
  9. US Census Bureau: "Population by Race and Hispanic or Latino Origin, for the United States, Regions, Divisions, and States, and for Puerto Rico: 2000"
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið