Lat upp høvuðsmeny

Staturin Minnesota (enskt: State of Minnesota) er ein lutstatur í Sameindu Statunum við umleið 5,4 mió. íbúgvum. Í norðri hevur Minnesota mark við Kanada (landslutur Manitoba og Ontario), í eystri við Wisconsin, í suðri við Iowa, og í vestri við North Dakota og South Dakota. Í landnyrðingi liggur Superiorvatn. Eyknevni er Norðstjørnastaturin (enskt: The North Star State).

Flagg Skjøldur
Flag of Minnesota.svg Minnesota-StateSeal.svg
Map of USA MN.svg
Land: USA USA
Alment mál: Einki
Høvuðsstaður: Saint Paul
Størsti býur: Minneapolis
Innlimað: 11. mai 1858
Guvernørur: Mark Dayton (D)
Vídd: 225,365 km²
Íbúgvar (2014): 5,457,173
fyri km²: 23.86/km²
Tíðarzona: UTC -6/-5
Heimasíða: www.state.mn.us

Høvuðsstaðurin er Saint Paul og størsti býurin er Minneapolis. Í Saint Paul og Minneapolis eru nakrar av teimum størstu myllunum í heiminum.

Innihaldsyvirlit

SøgaRætta

Eftir eitt heitt og turt summar í 1918 var býurin Cloquet at rokna sum ein svávuldós, og 12. oktober settu neistar frá einum toki eld í uppturkaðu runnarnar framvið jarnbreytarsporinum. Vindurin fekk eldin at breiða seg við fúkandi ferð, og 25 fólk lótu lív í einum svingi á Highway 73, tá eldurin knappliga byrgdi tey inni. Svingið fekk seinni eyknevnið Dead Man’s Curve. Nógv vórðu fangað í eldinum. Summi bjargaðu sær við at grava seg niður í vátu moldina á uppdyrkaðu fløtunum, og onnur leitaðu sær skjól í brunnum og kjallarum, men fleiri av teimum kvaldust, tá eldurin kom og tók alt súrevnið. Býirnir Cioquet, Kettle River og Moose Lake mistu 453 fólk og 52,000 heim, og materielli skaðan var 7,3 milliónir dollarar, sum svarar til meir enn 100 milliónir dollarar í dagsins peningi.

LandafrøðiRætta

 
Har eru mong vøtn. Minnesota verður nevnt “landið við teim 10 túsund vøtnunum.[1]
Mynd: Superiorvatn í vetur.

Minnesota er heldur lágt land við nógvum vøtnum, 10.000 sigast tey at vera í tali. Hægsta fjallið Eagle Mountain við kanadiska markið er 701 m. høgt. Stórir partar av Minnesota eru skógvaksnir - uml. 32 %[2], og har eru mong vøtn. Um 8,5 % av Minnesota eru vøtn, og tilsamans eru tey um 10.000, og tí verður Minnesota javnan nevnt "landið við teimum 10.000 vøtnunum.” Fram við vøtnunum vaksa næstan allastaðni skógir, og ofta skera skógvaksin nes seg út í vøtnini. Nógvir hólmar eru eisini úti í vøtnunum, og summir kunna vera rættiliga stórir. Størsta vatnið er Red Lake.[3] Áirnar eru ikki av teimum heilt stóru, og ofta eru fossar og sker í teimum. Nógvur fiskur er í vøtnunum í Minnesota. Veðurlagið er meginlandsveðurlag; vetrarnir eru kaldir, og óførur kavi legst niður. Ikki fyrr enn í mai tiðnar síðsti ísurin av vøtnunum, men tá kemur summarið fyri álvara, og blómur og gras renna upp. Høvuðsstaðurin eitur Saint Paul, men hetta er ikki tann størsti býurin. Størsti býurin eitur Minneapolis. Superiorvatn í Great Lakes liggur við Norðurminnesota og er størsta vatn í USA.[4]

Sí eisiniRætta

KeldurRætta

SlóðirRætta