Georgia (enskt: State of Georgia) er ein lutstatur í Sambandsríkinum Amerika við umleið 10 mió. íbúgvum. Atlanta er høvuðsstaðurin og størsti býurin. Eyknevni er Ferskustaturin (enskt: The Peach State). Staturin liggur í suðureystara parti av USA. Í norðri hevur Georgia mark við Tennessee og North Carolina, í eystri við South Carolina, í suðri við Florida, og í vestri við Alabama. Atlantshavið liggur í eystri. Hægsta punktið eitur Brasstown Bald. Brasstown Bald er á markinum til North Carolina í Norðurgeorgia. Sonny Perdue (føddur 20. desember 1946 í Perry, Georgia) er guvernørur í Georgia. Hann umboðar republikanararnar.

Flagg Skjøldur
Land: USA
Alment mál: Einki
Høvuðsstaður: Atlanta
Størsti býur: Atlanta
Innlimað: 2. januar 1788
Guvernørur: Sonny Perdue (R)
Vídd: 153,909 km²
Íbúgvar (2014): 10,097,343
fyri km²: 54.59/km²
Tíðarzona: UTC -5/-4
Heimasíða: www.Georgia.gov

Í Georgia eru ofta melduródnir. Slíkar melduródnir kunnu elva til stóran skaða, men vanliga bara á einum lítlum øki. Tropiskar ódnir verða til uppi yvir heitum sjógvi, tá ið slavin, heit luft fer uppeftir og fer at mala í ring. Fyrst melur ódnin spakuliga runt, men tá ið hon kemur inn yvir land, kann ferðin vera komin upp í 300 kilometrar um tíman. Tað svarar til um leið 83 m/s. Ein ógvislig ódn, sum fer inn yvir land, kann oyðileggja alt, sum fyri er - bilar, skógir, hús, akrar. Í apríl 2011 gjørdi ódnin stóran skaða, serliga í Ringgold og Cedartown. Um leið 15 fólk lótu lív í ódnini.[1]

 
Etowah Gravheyggjarnar

Í mai mánaði 1794 fór Elijah Clarke um markið inn í vestara part av Georgia, sum varð ætlað Creek-indiánarunum, og stovnaði lýðveldið Trans-Oconee. Creek-ættin hevði havt ræðið á økinum síðani 1790, tá Treaty of New York varð undirskrivað, og avtalan gav teimum eisini heimild til at taka sær av teimum, sum í heimildarloysi komu inn á økið - sonevndir "trespassers". Men Elijah Clarke helt uppá, at um Creek-ættin ikki megnaði at reka fólk burtur, áttu tey eisini rætt til at seta seg niður í økinum. So saman við nøkrum øðrum monnum gjørdi hann innrás, og tá Creek-fólkið ikki gjørdi nakað við teir, fóru teir undir at býta landið sínaámillum, gera skansar, orða grundlóg og halda val.

Forsetin George Washington helt lítið um gerðirnar hjá Clarke og trýsti guvernørin í Georgia, George Mathews, til at noyða Clarke burtur av landinum. Hervið kom Mathews í eina kroysta støðu, tí nógvir georgiarar dámdu ikki Creek-ættina og vóru ímóti, at hon hevði fingið landið. Men tá hann fekk at vita, at gerðirnar hjá Clarke kundu eggja øðrum til at gera tað sama runt um í Georgia, sendi George Mathews í september 1794 1,200 menn eftir Elijah Clarke og hansara viðhaldsfólkum. Clarke valdi at yvirgeva seg og fara, og tað varð endin á Trans-Oconee lýðveldinum í vestara parti av Georgia.

Landafrøði

rætta
 
Savannah er tann elsti býurin í Georgia og var høvuðsstaður ta tíðina, britar ráddu í landinum.[2]



Sunnarlaga í Georgia eru stórur grasfløtur. Av tí landið er so slætt, renna áirnar ógvuliga krókutar og makar.[3] Í móruni fram við áarbakkunum vaksa heilir skógir av sevi, og har er eisini eitt útvalt tilhaldspláss hjá ymsum dýrasløgum (m.a. Amerikanski alligatorurin). Har er eisini eitt tað besta kornlendið í Norður-Amerika. Atlanta er høvuðsstaðurin og hevur stóran týdning fyri samferðslu og handil. Annars er hann mettur at vera størsti ídnaðarbýur í Georgia. Atlanta er nakað miðskeiðis í lutstatinum og er tann størsti býurin í Georgia. Ein annar stórur býur er Savannah. Har er besta skipahavnin. Savannah er eisini tann elsti býurin í Georgia. Í Georgia er rættiliga nógvur skógur, heyggjalendi og nógv vøtn.[4] Fram við vøtnunum vaksa næstan allastaðni skógir, og ofta skera skógvaksin nes seg út í vøtnini. Nógvir hólmar eru eisini úti í vøtnunum, og summir kunna vera rættiliga stórir. Sumrini har eru heit, og jørðin ber væl korn. Stórir skógir vaksa ymsastaðni. Teir høgga nógvan við í Georgia, og nógv av honum verður útflutt. Skógbrúkið hevur ovurhonds nógv at týða; um tveir triðingar av statinum er skógvaksið. Afturat teimum, sum høgga viðin, halda nógvir veiðimenn til á skógunum, og teir skjóta á hvørjum ári nógv av minkum, bjarnum, rádýrum, revum og øðrum dýrum, sum hava virðismikil skinn. Fyri norðan eru Blue Ridge-fjøllini.[5] Har eru óføra stórar fjallaheiðar, sum ganga norður ímóti Carolina-markinum. Tað eru heldur høg fjøll, fyri tað mesta skógvaksin. Veturin er kaldur, men summarið er heitt; tað kann henda, at tað eru 40 hitastig. Veðurlagið í Georgia er heitt, og teir dyrka eina nøgd av bummull.[6] Veðurlagið fram við Atlantshavinum er so lýtt, at trøini missa ikki bløðini, har dyrka teir m.a. vín. Tað lýggja veðurlagið á Cumberland Island (størsta oyggin í Georgia) og fram við Atlantshavinum ger, at nógv fólk allastaðni úr Georgia leitar hagar, summi til gaman og summi til at søkja heilsubót. Til teirra, sum bert koma at halda feriu, hevur t.d. Cumberland Island latið byggja stásilig gistingarhús.

Búskapur

rætta
 
Flogvøllurin í Atlanta er ein tann størsti í verðini. Hiðan er millum annað gott samband við flogvøllir í Evropa.

Í Georgia eru bæði nógv og góð landbúnaðarjørð. Í Georgia eru their einstøku bóndagarðarnir ofta spjaddir úti í landslagnum, men viðhvørt eru teir saman í einari bygd. Fyrr var vanligt í øllum USA, at garðarnir vóru tætt saman í bygdum ella smáum býum, men nýggir mátar reka landbúnað hava broytt hetta. T.d. hevur hvør garður nú nógvar stórar maskinur, og teimum tørvar meira pláss enn tað, sum var í teimum smølu gøtunum inni í bygdini. Hallir maskinur og stór fjós krevja pláss, og tað er ein orsøk til, at garðarnir mangan eru fluttir út og standa fyri seg sjálvar. Stór beitilendi eru víða hvar í Georgia. Um næstan alt Georgia hava tey neyt, bæði mjólkneyt og kjøtneyt. Nógv er eisini til av grísum, men teir ganga sjáldan úti á beiti. Flestu grísar eru altíð innandura.[7]

Kendir persónar frá Georgia

rætta

Myndasavn

rætta

Keldur

rætta
  1. "Archive copy". http://www.ourgeorgiahistory.com/ogh/georgia_tornadoes. Heintað 2015-03-22. 
  2. http://www.georgiaencyclopedia.org/articles/counties-cities-neighborhoods/savannah
  3. http://geology.com/lakes-rivers-water/georgia.shtml
  4. http://www.britannica.com/place/Georgia-state
  5. http://snl.no/Georgia/delstat_i_USA
  6. http://denstoredanske.dk/Geografi_og_historie/USA_og_Nordamerika/USAs_landskaber,_stater_og_regioner/Georgia
  7. "Archive copy". http://www.gfb.org/aboutus/georgia_agriculture.html. Heintað 2015-03-22. 

Sí eisini

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið