Hjørtur
Hjørtur og ættfelagar hansara duga væl at vara seg. Grái og morreyði liturin hylur tey væl, og bæði oyru, eygu og tev eru so góð, at tey skjótt varnast ránsdjór og kvika sær burtur. Til eru 36 hjartarsløg. Tey flestu halda til í skógum, men reindýrið til dømis er í kuldalondum fyri norðan, m.a. í Alaska, Kanada og Skandinavia. Flestu hjørtir ganga í fylgjum. Um heystið berjast hjørtirnir dúgliga at vinna sær lendi og hindir at brunda. Krúnhjørtir ýla hóttandi, rúka saman at stangast, til annar má flýggja ella falla. Tann sterkasti og størsti eigur hindafylgið. Hetta er í brundtíðini. Teir stóru hjørtirnir verja fylgið og lendið fyri øðrum fylgjum. Hjørtur er 120-150 cm høgur og kann viga upp til 800 kg. Hann kann gerast 25 ára gamal.