How to read a taxoboxWikipedia:How to read a taxobox
How to read a taxobox
Reindýr
Reindýr í Alaska
Reindýr í Alaska

Least Concern / Ikki Hótt [1]
Frøðilig flokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Mammalia
Hópur: Artiodactyla
Yvirætt: Capreolinae
Ætt: Cervidae
Slekt: Rangifer
C.H. Smith, 1827
Slag: Rangifer tarandus

Reindýr (frøðiheiti: Rangifer tarandus) er einasta hjartarslag, har bæði bukkurin og hindin eru hornut. Kalldýrið nevnist bukkur, og kvenndýrið hind. Rein stavar frá norrøna orðinum hreinn. [2] Reindýr eru í USA, Kanada, Noregi, Finnlandi, Mongolia og á bæði Íslandi, Svalbarði og Grønlandi. Bæði bukkurin og hindin kasta hyrningin einaferð um árið frá hávetri til tíðliga á sumri, men ikki samstundis, nær veldst um aldur og kun. Bukkurin hevur størri hyrning. Bæði hind og bukkur hava horn, eisini nevnd hyrning. Bukkurin hevur fingið nýgnaddaðan hyrning aftur, tá ið tiðtíðin er í sept. Reindýr er morreytt um summarið, men gráhvítt um veturin, ljóst undir búkinum, randað við dimmari rípu. Halin er eisini hvítur og afturpartin. Feldurin er ógvuliga tættur, og nógv luft er í broddinum. Stórur bukkur vigar uml. 300 kg og er 140 cm upp á háryggin, men hindin er minni, hon vigar eini 80 kg. Kleyvarnar á reindýri er sterkt bygdar og kunnu spílast sundur, so at reindýrið betur fær gingið á bleytum lendi ella kava, og lagkleyvarnar standa í sporinum.



Lívsháttur

rætta
 
Reindýr ganga í fylgjum. Um veturin eru øll saman; men um summarið eru bukkarnir í smáum fylgjum og hindirnar og kálvarnir í fylgjum.

Reindýr ganga í fylgjum. Tey ynda tær víðu víddirnar undir landísinum. Stovnarnir vaksa og minka í stórum alt eftir, hvussu føðivánirnar eru tey ymsu árini. Reindýrini halda seg spjaddari um summarið, einsæris, bukkarnir í smáum fylgjum, og hindirnar við summarkálvum saman við kálvunum, ið kálvaðir vórðu árið fyri. Her berjast tveir bukkar um, hvør skal ráða. Tá ið líður ímóti riðtíð, taka reindýrini seg saman aftur, tey kunnu so halda saman allan veturin. Í Íslandi kappast reindýrini um vetrarføðina við rossini, sum liggja úti. Reindýr føða seg mest við øllum tøkum urtum, grasi og bløðunum av smárunnum. Skróvturra skón etur tað ikki um summarið, men um veturin og í vátveðri, tá ið skónin blotnar, er hon týdningarmikil føði. 



Riðtíðin er í september til oktober, hindirnar ganga kvidnar í hálvan áttanda mánað, so tær kalva í mai ella juni. Kviðin hind kastar ikki hyrningin, fyrr enn hon hevur kálvað, og tað gevur henni føðifyrimun. Hyrningurin hjá hindini er minni enn tann hjá bukkinum. Teir stóru bukkarnir skava, men so koma tær kvidnu hindirnar, ið enn bera hyrning, og reka teir burtur. Bukkarnir eru búnir at springa frá tí, teir eru hálvt annað ára gamlir, men teir sleppa sjáldan framat, fyrr enn teir eru fleiri ára gamlir, og tá hava teir fingið sær eitt fylgi av hindum. Bukkarnir eru ramligastir 8 ára gamlir. 



Útbreiðsluøki og veiða



rætta
 
Heimskort. Útbreiðsla í dag.

Reindýr eru í Kanada, Alaska, Aleut, Washington, Idaho, Noregi, Finnlandi, Íslandi, Sámalandi, Siberia, Russlandi, Mongolia og á bæði Svalbarði og Grønlandi. Í Grønlandi ella Kalaallit Nunaat er reinin á vesturstrondini frá Paamiuut til Upernavik, eisini í Inglefieldslandi, hagar hon verður hildin upprunaliga at vera komin úr Nunavut í Kanada. Reindýr hevur áður verið í Landnyrðingsgrønlandi, rangifer tarandus eogroenlandicus, men hon doyði út seinast í 19. øld. Tær vóru minni og verða hildnar upprunaliga at vera komnar av Svalbarði í Noregi. Í 1952 vórðu reindýr flutt úr Noregi og slept á eina oyggj í Nuukfirði í Grønlandi. Hvørki í Føroyum ella á Íslandi hava nakrantíð verið vill reindýr, men tey hava fleiri ferðir verið slept í Íslandi, fyrstu ferð í 1771 (3 úr Finnlandi á Hlíðarenda í Fljótshlíð), aðru ferð í 1777 (23 úr Noregi á Hvaleyri við Hafnarfjørð), aftur í 1784 (35 úr Finnlandi á Eyjafjørð), og seinast í 1787 (35 úr Finnlandi á Vopnafjørð). [3][4] Nú eru reindýrini á Eysturlandinum, mest eystanfyri Vatnajøkull og í ein landnyrðing úr Vatnajøkli. Stívliga 3000 reindýr eru í Íslandi í juli 2013. [5]

Tann uppslepti reindýrastovnurin í Eysturgrønlandi trívist yvirhøvur væl og var 118.000 dýr í 2010 [6][7] Stovnurin er fyri stórum broytingum, tí at hagin verður ov nógv bitin, og tí at vánalig ár hava verið uppímillum, t.d. minkaði stovnurin ógvisliga í 1980-árunum. Allastaðni, har ið reindýrið heldur til, verður lendið uttanum friðað. Tá dýrini hava bitið alt niður og flyta til nýggj øki, flytur friðingin við. Av tí at afturgongdin tey seinastu 30 árini hevði verið so stór, vórðu vill reindýr alfriðað í Vesturgrønlandi frá 1. august í 1993. Fyri hetta var veiðitíðin í Vesturgrønlandi 1. aug. til 1. okt. og í Norðurgrønlandi 1. sept. til 1. nov. Ongantíð skuldu fleiri dýr verða veidd, enn etin vórðu, t.e. 10.000-20.000 tom reindýr um árið til fólkamat. Í Íslandi verða 500-1000 reindýr skotin um árið til matna, tey eru tó løgd undir kvotu, sum verður ásett á hvørjum ári. Veiðitíðin er 1. aug. til 15. sept. Reindýraskinn er heitasta tilfar, sum til er, til soviskinn.

Fram við Íshavinum í Vestursiberia tíðnar kavin ógvuliga seint; har er frost einar 8 mánaðir av árinum, og jørðin er altíð botnfryst, so vatnið sleppur ikki at seta niður ígjøgnum; har eru tí stórar mýrar við nógvum vøtnum; hesar mýrarnar nevna russar tundra. Hópur av reindýrum gongur í mýrunum. Ofta eru tey illa stødd av mýggjabitum, sum stinga so illa, at tey vita sær einki til ráða at taka uttan leypa á áir og vøtn og liggja har í langa tíð, bert múlanum uppundan. Fólkið, sum býr har norðuri í Vestursiberia, nevnist samojedar; teir liva fyri tað mesta av reindýrahaldi og reindýraveiðu. Sámar hava búð í Sápmi síðan okkara tíðarrokning byrjaði. Hesi fólkini hava eisini veitt reindýr í øldir. [8] Teir vóru friðarlig veiðifólk, ílatin reinskinnklæði, sum fluttu stað úr stað.

Undirsløg

rætta
 
R.t. platyrhynchus eigur á Svalbarði. Reindýr er hjørtur (før.: hjartardýr, lat.: cervidae). Kalldýrið nevnist bukkur, og kvenndýrið bind. Bæði hind og bukkur hava horn (hyrning), sum tey kasta eina ferð um árið. Reindýr eru morreyð um summarið og gráhvít um veturin.



16 undirsløg finnast. Dømi um útdeyð undirsløg eru bæði rangifer tarandus dawsoni úr Graham Island í Kanada og rangifer tarandus eogroenlandicus úr Grønlandi. 

[9]

  • Ætt: Cervidae (hjartardýr)
    • Slag: Rangifer tarandus (reindýr)

      • Rangifer tarandus buskensis (Russland)

      • Rangifer tarandus caboti (Nýfundland og Labrador)
      • Rangifer tarandus caribou (Kanada, og Washington og Norðuridaho í USA)

      • Rangifer tarandus granti (Alaska og Yukon)
      • Rangifer tarandus fennicus (Russland og Finnland)
      • Rangifer tarandus groenlandicus (Grønland og Nunavut)
      • Rangifer tarandus osborni (British Columbia í Kanada)

      • Rangifer tarandus pearsoni (Russland)

      • Rangifer tarandus pearyi (Nunavut í Kanada)

      • Rangifer tarandus phylarchus (Russland)

      • Rangifer tarandus platyrhynchus (Svalbarð)

      • Rangifer tarandus tarandus (Russland)

      • Rangifer tarandus terraenovae (Nýfundland og Labrador)
      • Rangifer tarandus sibiricus (Siberia)
      • Rangifer tarandus dawsoni (Útdeytt, uml. ár 1910)

      • Rangifer tarandus eogroenlandicus (Útdeytt, uml. ár 1900)


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
 
Wikispecies logo
Wikispecies hevur upplýsingar viðvíkjandi:


Kelduávísingar

rætta
  1. http://www.iucnredlist.org/details/899/0
  2. http://www.sgr.fi/sust/sust253/sust253_koivulehto.pdf
  3. "Archive copy". http://www.sgisland.gs/download/SG%20reindeer%20management%20methods%20summary%20report.pdf. Heintað 2014-10-07. 
  4. http://septentrio.uit.no/index.php/rangifer/article/view/500
  5. http://www.internationaladventure.com/iceland/reindeer.html
  6. Kolpashikov, L.; Makhailov, V.; Russell, D. (in press). The role of harvest, predators and socio-political environment in the dynamics of the Taimyr wild reindeer herd with some lessons for North America. Ecology and Society.
  7. http://septentrio.uit.no/index.php/rangifer/article/view/347
  8. http://www.jstor.org/discover/10.2307/278435?uid=3739560&uid=2&uid=4&uid=3739256&sid=21104763082887
  9. http://www.sciencedirect.com/science/article/pii/S1055790398905255