Nunavut
| |||
Tjóðarslagorð: ᓄᓇᕗᑦ ᓴᙱᓂᕗᑦ "Nunavut Sannginivut" "Okkara land, okkara styrki" | |||
Tjóðsangur: | |||
Alment mál | Inuit (Inuktitut, Inuinnaqtun) Enskt Franskt | ||
Høvuðsstaður | Iqaluit | ||
Kommiserur | Nellie Kusugak | ||
Fyrsti ráðharri | Joe Savikataaq | ||
Fullveldi | Ongantíð (Autonomur inuit-landslutur í Kanada) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
2 093 190 km² 7.9 | ||
Íbúgvar - tilsamans 2011 - tættleiki |
31,906 0.02/km² | ||
Gjaldoyra | Kanadiskur dollari (CAD) | ||
Tíðarøki | UTC -5 til -7 | ||
Økisnavn á alnetinum | .ca | ||
Telefonkota | +1
| ||
Almenn heimasíða: http://www.gov.nu.ca/ |
Nunavut (inuktitut: ᓄᓇᕗᑦ, "okkara land") er eitt kanadiskt meginøki, sum liggur í norðara parti av Kanada. Høvuðsstaðurin eitur Iqaluit. Hann liggur sunnarumegin á størstu kanadisku oynni, Baffinsland.
Landalæra
rættaNunavut er tann størsti og norðasti landspartur í Kanada. Víddin av meginøkinum er 2.093.190 ferkilometrar (1.936.113 ferkilometrar landøki og 157.077 ferkilometrar vøtn).[1]
Tann 1. apríl í 1999 varð Nunavut lýst sum sjálvstýrandi meginøki. Í 2016 búðu her 35.944 fólk.[2] Tey vanligastu móðurmálini í Nunavut eru inuktitut, sum tosa nærum tveir triðingar (63,1%) av øllum fólkum, og enskt, sum er móðurmál hjá nærum einum triðingi (31,5%) av samlaða fólkatalinum.[3]
Upprunafólkið á staðnum, inuittar, eru 85 prosent av fólkinum í 2015. Tá ið tey fingu sjálvstýri, kundu tey fyri fyrstu ferð í stóran mun sjálv ráða í egnum landi og avgera, hvussu tey skulu skapa framtíð sína. Men tað er ikki lætt at stýra einum landsluti, sum er um leið líka stórur sum Grønland, har bara 34.000 fólk búgva, tey flestu spjadd í smáum bygdum. Vegalongdin í Nunavut er einans 21 kilometrar. Tey nýta flogfør at ferðast við og at flyta vørur við.
Fyrisitingarliga er meginøkið býtt upp í tríggjar partar. Landsparturin Qikiqtaaluk, sum er tann størsti, liggur norðuri og vesturi. Landsparturin Kitikmeot liggur vestanfyri og landsparturin Kivalliq er í ein útsynning.
Myndir
rætta-
Osborn Range, Ellesmereoyggj (Umingmak Nuna), í landsparti Qikiqtaaluk.
-
Quttinirpaaq tjóðargarður, Ellesmereoyggj (Umingmak Nuna), í landsparti Qikiqtaaluk
-
Geodetic Hills, Axel Heiberg oyggj, í landsparti Qikiqtaaluk
-
Pangnirtung-fjørður á Baffinslandi í landsparti Qikiqtaaluk
-
Býurin Pangnirtung á Baffinslandi í landsparti Qikiqtaaluk
-
Høvuðsinngongdin hjá tinginum í Iqaluit, á eystursíðuni av baffinslandi í landsparti Qikiqtaaluk.
-
Bygningurin hjá stjórnini í Nunavut stendur í Cape Dorset (Kinngait í inuktitut), á vestursíðuni av baffinslandi í landsparti Qikiqtaaluk.
-
Cambridge Bay (inuinnaqtun: Iqaluktuuttiaq) í vestara landsparti Kitikmeot.
-
Inunnguaq, eitt slag av varða (Inuksuk), í Rankin Inlet (inuktitut: Kangiqliniq) í sunnara landsparti Kivalliq.
-
Rankin Inlet (inuktitut: Kangiqliniq) í sunnara landsparti Kivalliq.
-
Baker Lake (Qamanittuaq) í sunnara landsparti Kivalliq.
Ávísingar úteftir
rætta- Almenn heimasíða, nunavut.ca
- Nunavut, wikivoyage.org (á enskum)
Keldur
rætta
- ↑ Land and freshwater area, by province and territory , statcan.gc.ca (savn)
- ↑ provinces and territories, Population and Dwelling Count Highlight Tables, 2016 Census, statcan.gc.ca
- ↑ Detailed Mother Tongue Knowledge, statcan.gc.ca