Iqaluit
Iqaluit (úttala: /iˈkæluɪt/, inuktitut: ᐃᖃᓗᐃᑦ) er ein býur í norðara parti av Kanada. Navnið á býnum kemur av inuit-málinum og merkir "Staður við nógvum fiski". Áðrenn 1987 var býurin kendur sum Frobisher Bay. Iqaluit er høvuðsstaðurin og størsti býurin í tí kanadiska meginøkinum Nunavut.
Iqaluit, Nunavut | |
---|---|
Grunddáta | |
Land: | Kanada |
Meginøki: | Nunavut |
Grundlagdur: | 1942 |
Vídd: | 52.5 km² |
Íbúgvar (2016): | 7.082 |
Heimasíða: | www.city.iqaluit.nu.ca |
Iqaluit liggur við víkina Frobisher Bay, sunnarumegin á oynni Baffinsland. Í 2016 búðu 7.082 fólk í Iqaluit.[1]
Býurin varð fyrstu ferð bygdur í 1942, tá hann var stovnaður sum amerikonsk flogbasa. Flogvøllurin, sum nú verður nevndur Iqaluit Airport, liggur í ein útnyrðing stutt frá miðbýnum.
Iqaluit hevur verið høvuðsstaður í økinum Nuvanut síðan meginøkið var sett á stovn í 1999. Býurin er eitt nú kendur fyri lærda háskúlan: Nunavut Arctic College.
Myndir
rætta-
Miðbýurin úr erva.
-
Tinghúsið hjá meginøkinum
-
Bygningurin hjá útvarpinum í Iqaluit.
-
Kirkja í Iqaluit
-
Høvuðsstaðurin Iqaluit á vetri.
-
Ferðsluskelti í Iqaluit.
-
Ferðsluskelti í Iqaluit.
-
Býlingurin Apex
-
Landsvegur nærindis Iqaluit
Ávísingar úteftir
rætta- Heimasíða, city.iqaluit.nu.ca
Keldur
rætta- ↑ Census Profile, 2016 Census - Iqaluit, statcan.gc.ca