Nebraska
Nebraska (enskt: State of Nebraska) er stakríki í Sambandsríkinum Amerika við umleið 1,82 mió. íbúgvum í 2014. Høvuðsstaðurin kallast Lincoln og størsti býurin er Omaha. Orðið Nebraska kemur úr Chiwere og merkir vatnrættur. Í norðri hevur Nebraska mark við South Dakota, í eystri við Iowa og Missouri, í suðri við Kansas og Colorado, og í vestri við Wyoming. Í 1867 bleiv Nebraska stakríki í USA. Eyknevni er Cornhusker State. Dave Heineman (f. 12. mai 1948 í Nebraska) er republikanari og varð valdur til guvernør í stakríkinum í 2005.
Flagg | Skjøldur |
---|---|
Land: | USA |
Alment mál: | Enskt |
Høvuðsstaður: | Lincoln |
Størsti býur: | Omaha |
Innlimað: | 1. august 1876 |
Guvernørur: | Dave Heineman (R) |
Vídd: | 200,520 km² |
Íbúgvar (2013): | 1,868,516 |
fyri km²: | 9.25/km² |
Tíðarzona: | UTC -7, -6 og -5 |
Heimasíða: | www.nebraska.gov |
Inni í statinum býr lítið fólk. Tað turra landslagið hóskar best til neytahald. Hvør garðurin er ofta nógvar km² stórur, so tað er langt til næsta granna. Av tí sama er fólkið avbyrgt og brúkar ofta sendara at fáa samband við umheimin. Bøndurnir koyra ofta á motorsúkklu, ella teir sita á hestbaki, tá ið teir reka.
Søga
rættaUpprunafólkið
rættaEftir at hava fingið hestin frá evropearum fóru indiánskar tjóðir inn á stóru grasfløturnar í Nebraska og fóru at veiða bisonneyt. Teir fóru væl um landið, har teir tjaldaðu, men í 19. øld búsettu niðursetufólk úr Evropa seg á fløtunum. Tey slátraðu bisonneytini og girdu jørðina inni. Tilverugrundarlag indiána í Nebraska var burtur. Siouxindiánararnir nýttu alt av einum bisoni. Einki fór til spillis. Teir ótu kjøtið, gjørdu spónar av hornunum, evnaðu beinini til skavarar ella knívar og kókaðu og goymdu mat í bløruni, og skallin var nýttur í halgum hátíðarhaldi til dømis bisondansi, áðrenn teir fóru at veiða. Húðin varð seymað til tjøld.
Um 1850 vóru siouxindiánarnir í Norðurnebraska størsta tjóðin á grasfløtunum í Norðuramerika. Teir livdu í samfeløgum, sum skiftu seg í ættbólkar um veturin. Hvørt húski búði í sínum tjaldi, og hvør bólkur hevði sín høvding, men hann noyddi ikki fólkið at gera nakað, sum var ímóti teirra vilja. Siouxindiánarnir tilbóðu náttúruandarnar - Sólin, jørðina og himmalin - teir hildu, at Andin Mikli ráddi øllum.
Búskapur
rættaLandbúnaður er týdningarmesti vinnuvegur. Nebraska er betur dyrkað enn hini londini í USA; umleið 93 prosent av landjørðini í Nebraska eru velt.[1][2] Í Nebraska eru tað tó einans fá prosent av fólkinum, ið arbeiða í landbúnaðinum, og tey framleiða nógv av tað, sum síðan verður selt kring USA.[3] Hinvegin hevur tørvur verið á nógvum fólki til at gera allar maskinurnar, sum verða nýttar í landbúnaðinum har. Harumframt brúka tey á stóru gørðunum nógva orku, t.d. olju, og arbeiðsmegi krevst eisini til at framleiða og flyta oljuna. Við at nýta maskinur kann ein einsamallur bóndi arbeiða stórar víddir. Og við at nýta ivaleyst av handilstøðum umframt eiturevni móti skaðadýrum og loki kann hann fáa stóra úrtøku úr jørðini. Í Nebraska eru garðarnir ofta familjufyritøkur.[4]
Fyrr í tíðini var vanligt, at hvør bóndagarður í Nebraska hevði eina fjølbroytta framleiðslu. Bóndin velti bæði grønmeti, korn og hevði eisini ofta neyt ella mjólkneyt. Og tøðini, sum bøurin skuldi hava, komu frá húsdýrunum. Nú á døgum hava at kalla allir stórir garðar eina einsháttaða framleiðslu, tað vil siga, at har verða bara framleidd eitt ella kanska tvey sløg av landbúnaðarvørum. Næstan alt, sum verður framleitt, verður selt. Ein einsamallur bóndi í Nebraska framleiða mat, sum røkkur til fleiri túsund fólk.
Politikkur
rættaKeystone XL
rættaEin úrskurður í februar 2014 hjá einum dómstóli í statinum ger, at Barack Obama, forseti, kann útseta avgerðina um ta umstríddu oljuleiðingina úr Kanada til Nebraska, til aftan á miðvalið í nov. 2014.[5] Ætlanin at leggja ta ovurstóru oljuleiðingina Keystone XL frá oljusandleiðunum í Alberta í Kanada til Nebraska hevur leingi verið eitt av teimum umrøddu umhvørvismálunum í USA. Eftir ætlanini skal leiðingin bindast í rað amerikanska kervið, so oljan kann flytast heilt suður til tey stóru reinsiverkini í Texas. Norska Statoil er óbeinleiðis tengt at Keystone XL-ætlanini. Felagið framleiðir olju úr tjørusandi í Alberta, og tað er hugsandi, at olja haðani skal flytast ígjøgnum Keystone XL-leiðingina. Amerikanska umhvørvisrørslan hevur leingi kravt, at Barack Obama, forseti, skal steðga ætlanini og á tann hátt prógva, at hann tekur umhvørvispolitikkin í álvara, og at hann vil loysa USA frá oljuni. Hinvegin vísa Republikanararnir og afturhaldssinnaðir Demokratar á, at Keystone XL-verkætlanin fer at útvega nógv arbeiðspláss, og at hon fer at viðvirka til at seta ferð á amerikanska búskapin.[6] Stríðið um Keystone XL var eitt týðandi evni í valstríðnum upp undir forsetavalið í 2012. Republikanska valevnið, Mitt Romney, var heitur talsmaður fyri at fremja verkætlanina og vísti á, at við rørleiðingini verður USA ikki so bundið av at innflyta olju úr Miðeystri.[7]
Mett verður, at tað fer at kosta 5,3 milliardir dollarar at leggja Keystone XL-leiðingina, og málið er, at tað fer at bera til at senda 800.000 tunnur av olju um dagin ígjøgnum hana til reinsiverkini í Steele City í Nebraska. Til samanberingar kann nevnast, at nøgdin svarar til uml. helmingin av teirri dagligu framleiðsluni á norskum øki. Líka síðani hann bleiv forseti, hevur Obama skúgvað tað umstrídda málið um Keystone XL undan sær. Obama hevur fleiri ferðir sagt, at hann fer ikki at góðkenna ætlanina, um hon økir veðurgassútlátið.[8] Í Nebraska eru fleiri vistfrøðiliga viðkvom øki, og tí hevur ætlanin um rørleiðingina elvt til nógv kjak í statinum. Eygleiðarar vænta ikki, at hægstirættur í Nebraska fer at taka støðu til Keystone XL fyrr enn eina ferð seint í 2014 og helst ikki fyrr enn aftan á Kongressvalið í nov. 2014. Tað kemur serliga Demokratunum væl við. Fleiri av teirra týdningarmestu fíggjarligu stuðlum hava hótt við at steðga stuðlinum, um forsetin góðkennir rørleiðingina. Eftir úrskurðin hjá rættinum í februar 2014 kunnu Demokratarnir heingja seg í, at teir bíða eftir einari løgfrøðiligari avgerð. Republikanararnir og oljuídnaðurin eru hinvegin misnøgd við, at málið er útsett eina ferð enn.[9]
Størstu býir
rættaTeir 10 størstu býirnir í Nebraska eftir íbúgvatali vóru í 2019 hesir:[10]
- Omaha - 478 192
- Lincoln - 289 102
- Bellevue - 53 544
- Grand Island - 51 267
- Kearney - 33 867
- Fremont - 26 383
- Norfolk - 24 449
- North Platte - 23 639
- Hastings - 24 692
- Columbus - 23 468
Sí eisini
rættaÁvísingar úteftir
rætta- Almenn heimasíða: nebraska.gov
- Nebraska, wikivoyage.org (enskt)
Keldur
rætta- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-08-09. https://web.archive.org/web/20140809000948/http://nebraskalegislature.gov/pdf/bluebook/38-43.pdf. Heintað 2014-10-31.
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-10-03. https://web.archive.org/web/20141003105200/http://www.stuffaboutstates.com/agriculture/farm_by_total_acres.htm. Heintað 2014-10-31.
- ↑ http://www.fb.org/index.php?fuseaction=newsroom.fastfacts
- ↑ http://www.nda.nebraska.gov/publications/ne_ag_facts_brochure.pdf
- ↑ http://www.washingtonpost.com/national/health-science/nebraska-judge-strikes-down-legislatures-move-allowing-keystone-xl-route/2014/02/19/5601e916-99a7-11e3-b88d-f36c07223d88_story.html
- ↑ http://www.usatoday.com/story/news/politics/2014/04/18/obama-keystone-xl-pipeline-congress-canada/7874199/
- ↑ http://abcnews.go.com/Politics/OTUS/romney-build-keystone-pipeline/story?id=16183744
- ↑ http://www.climatecentral.org/news/keystone-xl-will-spike-oil-demand-and-co2-17884
- ↑ http://www.washingtonpost.com/opinions/keystone-xls-continued-delay-is-absurd/2014/04/23/81dab79c-c98c-11e3-95f7-7ecdde72d2ea_story.html
- ↑ City and Town Population Totals: 2010-2019 - Nebraska, citypopulation.de