Senatið í USA (enskt: United States Senate) er tann eini helmingurin av tí føderala lóggevandi tinginum, sum er Kongressin. Hin helmingurin er Umboðsmannatingið (House of Representatives). Hvør einstakur av teimum statunum í USA hava tveir senatorar. Annað hvørt ár stendur ein triðingur av senatorunum fyri vali, og tí varir eitt valtíðarskeið í seks ár. Upprunaliga vóru senatorarnir tilnevndir av lóggevandi tinginum í teirra statum, men síðan 1913 hevur amerikanska grundlógin kravt beinleiðis val. Senatið hevur umframt vanligt lógararbeiði ábyrgdina av at undirskriva ella at vraka altjóða sáttmálar, sum USA ger við aðrar tjóðir, og hevur ábyrgdina fyri at góðkenna ráðharrar, umboðsmenn (ambassadørar) og dómarar, sum eru tilnevndir av forsetanum.

Senatið heldur til í Capitol.


Senatið hevur eins og øll kongressin hjá USA bústað í Capitol-bygninginum í Washington, D.C.. Varaforsetin í USA er formaður fyri Senatið. Um so er, at atkvøðurnar standa á jøvnum, tá atkvøtt verður, so kann hansara atkvøða gerast tann avgerandi. Í verandi Senati, hava demokratarnir meiriluta við 59 limum, meðan republikanararnir hava 41 limir. Harry Reid (D), Senatorur, er meirilutaleiðari, og Mitch McConnell (R), senator, er minnilutaleiðari. Tveir limir eru uppstillaðir og valdir sum uttanveltaðir, men hoyra de facto til demokratarnir.

Limir í Senatinum

rætta
Alabama
Alaska
Arizona
Arkansas
Kalifornia
Colorado
Connecticut
Delaware
Florida
Georgia
Hawaii
Idaho
Illinois
Indiana
Iowa
Kansas
Kentucky
Louisiana
Maine
Maryland
Massachusetts
Michigan
Minnesota
Mississippi
Missouri
Montana
Nebraska
Nevada
New Hampshire
New Jersey
New Mexico
New York
North Carolina
North Dakota
Ohio
Oklahoma
Oregon
Pennsylvania
Rhode Island
South Carolina
South Dakota
Tennessee
Texas
Utah
Vermont
Virginia
Washington
West Virginia
Wisconsin
Wyoming

Keldur

rætta


Slóðir úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið