Rand Paul
Randal Howard Paul (føddur 7. januar 1963 í Pittsburgh í USA) er amerikanskur eygnalækni og politikari.[1]
Rand Paul er limur í Republikanska flokkinum. Í 2010 varð hann valdur í Senatið, og hann hevur verið senatorur fyri Kentucky síðan tá.
Hann royndi at gerast valevni hjá Republikanarunum til forsetavalið 2016, men hann mátti lúta fyri Donald Trump.
Rand Paul er sonur læknan og politikaran Ron Paul.
Ávísingar úteftir
rætta- Heimasíða: randpaul.com
- Senatið: Rand Paul, senate.gov (á enskum)
- Rand Paul, ne.se (á svenskum)