Kalifornia
Staturin Kalifornia (enskt: State of California) er ein lutstatur í vestri í Sambandsríkinum Amerika við 38,3 miljónum íbúgvum. Í suðri hevur Kalifornia mark við Meksiko, í norðri við Oregon, í eystri við Nevada og Arizona og í vestri við Kyrrahavið. Í september 1850 bleiv Kalifornia 31. stakríki í USA. Lutstaturin var fyrr partur av Meksiko. Sacramento er høvuðsstaðurin [1], og størsti býurin er Los Angeles. Breiðir motorvegir og skjóttgangandi jarnabreytir knýta stóru býirnar saman, risastórar brýr eru lidnar og fleiri eru í gerð. Landskjálvtar eru vanligir har á leið, og ofta hava teir gjørt stóran skaða. Eisini fólkið í stórbýunum San Francisco og Los Angeles livir í vanda fyri landskjálvta. Tilsamans er Kalifornia 423 970 km² stórt, t.d. 1,2 ferðir størri enn Týskland.
Flagg | Skjøldur |
---|---|
Land: | USA |
Alment mál: | Enskt |
Høvuðsstaður: | Sacramento |
Størsti býur: | Los Angeles |
Innlimað: | 9. september í 1850 |
Guvernørur: | Gavin Newsom (D) |
Vídd: | 423 970 km² |
Íbúgvar (2014): | 38 340 000 |
fyri km²: | 83,85/km² |
Tíðarzona: | Stillahavstíð (UTC-8/UTC-7) |
Heimasíða: | www.ca.gov |
Landafrøði
rættaÍ Kyrrahavsstrondini flyta stórbýir sum San Francisco og Eureka út fisk, frukt og við um allan heim. Fyri vestan er eisini Hollywood, háborgin hjá filmídnaðinum, og Silicon Valley í Norðurkalifornia, sum er miðdepil fyri hátøkniligari teldumenning. Inni í statinum er heitt og slætt, har eru ring gróðrarlíkindi. Har býr lítið fólk nú á døgum, hóast kaliforniska upprunafólkið, indiánarnir, dugdu at lívbjarga sær í teimum vánaligu umstøðunum. Tær størstu oyggjarnar eru Santa Cruz Island (254 km2), Santa Rosa Island (209 km2) og Santa Catalina Island (194 km2).
Fjallagarðar ganga fram við strondini. Hægsta fjallið er Whitneyfjøll í Tulare County. Whitneyfjøll er góðar 4 421 metrar høgt. Fjøllini eru skógvaksin, og har vaksa nøkur av størstu trøunum í heiminum, 100 m høg kunnu tey vera. Fleiri av hesum furutrøunum eru meira enn 7,5 m í tvørmát, og summi skulu vera eldri enn trý túsund ár. Eystan fyri fjøllini, ið ganga fram við strondini, er ein góður dalur, nevndur Kaliforniadalur. Eystanfyri dalin gongur aftur ein fjallagarður, Sierra Nevada, suður og norður – hetta navnið er spanskt og merkir "kavafjøll". Skógareldar kosta Kalifornia dýrt. Í Kalifornia er tað ikki óvanligt við skógareldum, hesir plaga vanliga at herja á í september-oktober. Torusláttur er orsøkin til mongu skógareldarnar. Lendið er skróturt, og lítið skal til, at tað festir í.
Death Valley er heitasta stað í heiminum. Sum eitt portur inn til Mojave-oyðimørkina liggur hin størsta amerikanska tjóðlundin í teimum 48 niðaru statunum, Death Valley National Park ella Tjóðlundin Deyðadalur. Deyðans Dalur er tiltikin fyri sítt oyðilandslag. Dalurin er eystanfyri í Kalifornia. Death Valley sigst vera oydnasta og stundum heitasta stað í verðini. Har trivast tó m.a. ymisk slangusløg og smákykt. Tvær stórar oyðimerkur eyðkenna landslagið í Suðurkalifornia; Mojaveoyðimørk, ið er fram við øllum Nevada-markinum og í Nevada, og Sonoraoyðimørk sunnast í statinum og í Nýmeksiko og Meksiko. Mojave- og Sonoraoyðimørkin eru av turrastu økjum í heiminum. Hitin í skugganum er eini 55 °C, og tá hætta fæstu dýr sær út. Men um sólsetur, tá ið sandurin og luftin kólna, tysja dýrini úr klettarivum og holum. Um náttina legst døgg, og hon er kærkomin væta hjá plantum og dýrum. Tvær aðrar stórar oyðimerkur eru í Eystur- og Suðurkalifornia, Colorado-oyðimørk og Great Basin-oyðimørk.
Jarðfrøði
rættaFólkið í Kalifornia livir í støðugum ótta fyri jarðskjálvta. Økið er beint á markinum ímillum tvær meginlandaplátur. Tá ið hesar plátur renna saman, skelvur jørðin, og tað kann vera atvold til, at hús og vegir verða oyðiløgd, og stórskaði kann standast av tí. Ilt er at boða frá jarðgerð, skuldu tey komið illa fyri av jarðskjálvta. San Andreas-umskaringin sker seg 1207 km ígjøgnum Kalifornia og fer ígjøgnum býirnar San Francisco og Los Angeles. Hundraðtals aðrar smáar rivur elva til, at tað javnan eru veikir skjálvtar í jørðini.
Djúpasti dalur í USA er í Kalifornia – Deyðadalur (á enskum: Death Valley), 86 m lægri enn sjógvurin. Deyðadalur er eisini heitasta stað á jørðini [2][3]
Søga
rættaIndiánar
rættaNógvar ymiskar indiánaættir vóru í Kalifornia. Helst hava forsøgulig fólk verið í Kalifornia frá um 10 000 f.Kr. Flestu teirra veiddu, veltu og fiskaðu. Kendar ættir eru til dømis mohave, shoshone, comanche, paiute og chumash, sum til dømis búðu á Santa Catalina Island. Tey sigldu í sjógóðum træbátum. Tey vóru tað, vit rópa savnarar og lægri veiðumenn. Tey veiddu tað, ið var fyri av djórum, og tað vóru mest øll smádjór, tey yvirhøvur kundu fáa fatur á. Tey savnaðu so eisini saman tær plantur, ið bar at fáa fatur á. Tey gróvu røtur upp, men nógvastaðni har um vegir er gróðurin so kargur, at sandur og eyrur er millum sjálvt gróðurbeltini, og vanliga vaksa planturnar bara í túgvum. Hetta vísti seg eisini í teirra samfelagsskipan. Hesir indianarar høvdu helst eina fatan av, at teir hoyrdu saman, men teir livdu bara í heilt smáum samfeløgum, sum heild sum stórfamiljur. Og ofta hava hesir indianararnir, eitt nú shoshonarar, ikki verið meira enn einir fimtan í tali í hvør sínum bólki. Tað var neyðugt hjá hesum bólkum, at halda saman, tí tað ber ikki til at hava stóra fólkamiðsavnan, har lítið er at liva av.
Spaniólar í Kalifornia høvdu tann politikk mótvegis indianarunum, at katólska kirkjan skuldi fáa indianararnar drignar upp úr heiðinskapinum, tá ið teir, spaniólar, umsíðir komu ásamt um sínámillum, at indianarin hevði sál, so at tað loysti seg at fáa hann umvendan. Ein máti at fáa indianararnar umvendar var at fáa teir at taka við liviháttinum hjá tí hvíta manninum. Tí skipaðu spaniólar fyri missiónum ymsastaðni í statinum. Spaniólar fingu nakrar indianarar at koma til hesar missiónsstøðir. Kirkja varð smíðað, skúli varð latin upp, og tey royndu at dyrka jørðina rundan um missiónina, og her løgdust so hesir indianararnir til. Og haðan kemur eitt hugskot, ið verður rópt missiónsindianararnir. Teir vóru nógvir í tali í Kalifornia. Teir vóru so nær knýttir at missiónini, at teir mistu sum frá leið sín gamla livihátt og vistu púrt einki um, hvussu teir skuldu búleikast í hesum samfelagnum.
Gullfepur
rættaTann víðagitna søgan um gullfepurin byrjaði í 1848. Fáar dagar fyri at Guadalupe Hidalgo-sáttmálin, sum fekk frið í lag ímillum Meksiko og USA, skuldi verða undirskrivaður, varð gull funnið í Coloma í meksikanska landslutinum Kalifornia. Gullfepurin (1848-1855) byrjaði tann 24. januar 1848, tá ið James William Marshall fann gull við Sutter's Mill í Coloma. Landsluturin hoyrdi enn til Meksiko, men amerikanskar flotadeildir og herdeildir høvdu hersett hann í krígnum og høvdu sett á stovn hernaðarstýri. Mánadagin tann 24. januar 1848 funnu tveir gullgravarar ein tungan gullstein í jørðini á einum oydnum lendi í Sacramentodalinum í Norðurkalifornia. Annar teirra skrivaði um hetta í síni dagbók. Sunnudagin skrivaði hann aftur í dagbókina, at nú høvdu teir kannað steinin gjølligari, og teir vóru vísir í, at tað var gull. Hann leggur so glaður afturat: "Vit hava í farnu viku grivið gull fyri meira enn 100 dollarar". Tíðindi, um at gull var funnið í Kalifornia, fóru sum eldur um alt USA og haðani um heimin. Í 1849 tustu túsundtals gullgravarar hagar. Tíðindini um, at James W. Marshall hevði funnið gull, fingu eini 300.000 fólk at fara til Kalifornia úr øllum USA og úr útlondum. Av teimum 300.000 kom uml. annað hvørt sjóvegis, og hini komu til gongu.
Gullgravarar og aðrir eydnusmiðir tustu nú teir næstu mánaðirnar í stórum tali til Kalifornia, so at hetta áður fámenta landið brádliga uddi av fólki. Tá ið gullið varð funnið, búðu uml. 2000 fólk í Kalifornia, men áðrenn eitt ár var liðið, hevði gullfepurin drigið 92.000 fólk at seta búgv har. Yvirhøvur vóru tey nýkomnu fólkini amerikanarar, men annars dró gullfepurin fólk í tíggjutúsundatali til sín úr Evropa, Kina, Latínamerika og Avstralia. Hesi gróvu eftir gulli, eins og vóru tey heilt frá sær sjálvum. Nógv gull varð funnið, og nøkur fá, ið høvdu eydnuna við sær, gjørdust rík eftir stuttari tíð. Sacramentodalurin var í nøkur ár (1848-1855) satt paradís hjá gullgravarunum. Allastaðni varð grivið og høgt, og fleiri ferðir vóru stórir klumpar funnir. Í fyrstani vunnu gullgravararnir tað gylta metalið úr áum við einføldum amboðum sum t.d. pannum. Meiri framkomnir mátar at vinna út gull tóku seg upp og vórðu seinni brúktir um alla verðina. Tá ið tann tøkniligi framburðurin var komin upp á tað stig, at hann fór at kosta rættiliga nógv, vórðu fleiri námsfeløg stovnað, og talið á einstaklingum minkaði. Teir vunnu út gull fyri fleiri milliardir dollarar, mett í nútíðar prísum, og tað bar í sær ómetaligt ríkidømi. Árinið av gullfeprinum var øgiligt. San Francisco vaks m.a. frá lítlari búsetning til ein stórbý, og kirkjur, vegir, skúlar og býir vórðu bygd um alt Kalifornia. Nýggj flutningskervi vórðu gjørd, tá ið dampskip fóru at sigla í fastari leið, og jarnbreytir vórðu lagdar. Jarðarbrúkið og neytahaldið vuksu í øllum statinum til tess at nøkta tørvin hjá teimum mongu nýkomnu. Í byrjanini av gullfepurtíðini var eingin lóggáva um ognarrætt á gulløkjunum, og ein skipan varð gjørd til at fáa skil á ognarviðurskiftunum.
Men livilíkindini hjá teimum mongu niðursetufólkunum, sum ikki gjørdust rík, vórðu skjótt út av lagi vánalig. Gullfepurin hevði eisini vanlukkuligar avleiðingar við sær. Eingi hús vóru at búgva í. Ongar krambúðir vóru, sum matur og annað kundi fáast úr, og ikki vardi leingi, fyrr enn lógloysi valdaði við teirri avleiðing, at byrsan avgjørdi hvørja trætu og hvørt stríð. Tá ið gullfepurin hæsaði av, vóru nógv, sum fóru at leita eftir gulli aðrastaðni. Tó høvdu tey flestu sæð, at Kalifornia var eitt fruktagott land við avbera góðum veðurlagi, og tað vóru tí ikki so fáir gravarar, sum eydnan hevði verið kørg við, ið nú gjørdust dugandi og ágrýtnir landbúnaðarmenn. Indianararnir vórðu álopnir og riknir úr sínum búplássum og bygdum, og gullgrevsturin meinskaði náttúruna illa. Samfelagið, ið var har frammanundan, varð fullkomuliga kollrent. Missiónsstøðirnar vórðu meira ella minni kollrendar, tí hetta var tað, vit plagdu at rópa eitt klondyke-samfelag, eitt útjaðaraøki. Indianararnir í Kalifornia dugdu stutt ikki longur at liva upp á tann mátan, sum teir høvdu frammanundan. Harumframt komu evropearar aftur nú, sum so mangan fyrr, við øllum møguligum ringum sjúkum, sum beindu fyri nógvum indianarum.
Innliman
rættaHeilt síðani 1776, tá ið USA var vorðið eitt sjálvstøðugt ríki, høvdu amerikanskir eydnusmiðir leitað vestureftir inn millum fløturnar og fjøllini. Teir høvdu har skipað ein stat fyri og annan eftir, sum síðani vóru innlimaðir í samveldið. Í fyrstuni vóru tað 13 statir, sum høvdu viðtikið Frælsisyvirlýsingina, men í 1849 var USA vaksið til 31 statir.
Til tess at hjálpa teimum nógvu niðursetufólkunum varð ein maður eftir boðum frá stjórnini í Washington DC sendur til Kalifornia at stíla fyri skipanini av einum nýggjum stati, ið kundi verða innlimaður í Sambandsríkið Amerika. Hetta var í 1849. Fyri at sleppa upp í samveldið skuldi ein grundlóg gerast fyri Kalifornia, ið kundi góðkennast av Washington DC. Umboðsmaðurin hjá stjórnini hjálpti niðursetufólkunum at evna eitt lógaruppskot - men stutt vardi, so stakk eitt vandamál seg upp, ið ikki var so lætt at loysa, skuldi nýggi staturin loyva trælahaldi ella skuldi slíkt bannast. Í Kalifornia var tað ymiskt, sum teir hildu um trælahald. Nógvir gullgravarar vóru komnir úr Suðurstatunum og kundu væl hugsað sær at fara undir at dyrka bummull, og tí vildu teir hava loyvi til at halda trælir. Hendingarnar skaptu stóra øsing í Suðurstatunum. Fólk vóru ill um at hava mist rættindini til ein stat, sum kundi gjørst ein frálíkur trælastatur, og varð alment hótt við at siga limaskapin í Sambandsríkinum Amerika upp. Í 1850 eydaðist tað tó stjórnini í Washington DC at smíða eina lóg, sum minkaði um ónøgdina eina tíð – Í Kalifornia skuldi ikki vera trælahald.
Niðursetufólkini, sum vildu hava frælsi og sjálvstýri, kravdu at fáa fólkastýri. Ein stýrisskipanarlóg varð gjørd og løgd fyri kongressina í USA. Hon góðkendi stýrisskipanarlógina, og Kalifornia gjørdist 31. lutstaturin í USA tann 9. september 1850. Floymurin av gullkubbum úr Kalifornia helt fram í mong ár.
Fólkið
rættaUpprunafólkið er indiánar. Í Kalifornia vóru nógv fólkasløg í síni tíð. Í Kalifornia eru ógvuliga fáir eftir av teimum upprunaligu indianarunum. Spaniólar vóru fyrstir úr Evropa, sum búsettust í Kalifornia. Kyrrahavsstrondin var ikki so væl atkomilig sum hin, og tí kom at vera longri tíð, áðrenn nakað munandi av fólki settist niður har. So seint sum í 1848 var heilt lítið av fólki í Kalifornia, men so frættist, at gull var funnið í landinum, og fólk tustu til úr øllum ættum - tað mesta kom eftir sjónum, tí í teirri tíðini gingu hvørki jarnbreytir ella vegir eystanífrá til vesturstrondina í USA. Summi funnu gull og gjørdust rík eftir stuttari tíð, men tey flestu funnu einki. Tey vórðu kortini verandi, tí tey sóu, at landið var liviligt, veðurlagið heitt, jørðin góð, og nógvur fiskur úti fyri strondini. Meginparturin av fólkinum er protestantar, og eini 31 % eru katolikkar. At standa á brimfjøl er væl dámd kalifornisk ítrótt. Í nógvum býum eru javnan kappingar. Hjá nógvum ungdómi fer øll frítíðin at standa á brimfjøl. Heita veðurlagið og mongu sólardagarnir gera, at nógvir kalifornar eru stóran part av frítíðini við strondina.
Í januar 2014 búðu 38 340 000 fólk í Kalifornia.[4] Í amerikanska flagginum eru 50 stjørnur, ein fyri hvønn lutstat í USA. Vóru stjørnurnar eftir fólkatalinum, hevði stjørnan hjá Wyoming verið tann minsta og stjørnan hjá Kalifornia, sum er fjølmentasti lutstaturin, hevði verið einar 60 ferðir størri. Kalifornia er fjølmentað samfelag. Fólkið í Kalifornia er ættað úr mongum londum - har eru afroamerikanar (6,7 %), latínamerikanar (36,6 %), indiánar (1,2 %), ásiatar (12,5 %) og evropear (42,3 %) [5]. Almenna málið í statinum er enskt.[6] Eisini eru stórir spanskttalandi minnilutar í Suðurkalifornia; størsta minnilutamálið í Kalifornia er spanskt. Í Los Angeles tosa meiri enn 46 prosent av fólkinum spanskt. Tann spanskttalandi parturin av íbúgvum er í stórum vøkstri bæði í fólkatali og búskapi. Meksikanskur matur og tónleikur er væl dámdur. Næstan helvtin (44,9 % í 2010) av fókinum í Suðurkalifornia er ættað úr Meksiko.[7] Tey flestu hava amerikanskan ríkisborgararætt. Nógvir meksikanarar royna at sleppa tvørtur um markið at leita eftir arbeiði í Kalifornia. Sterkt vaktarhald er á markinum millum Meksiko og USA.
Búskapur
rættaÍ 1848 varð gull funnið í Kalifornia, og skjótt tusti fólk hagar úr øllum ættum at vinna sær ríkidømi. Tá ið gull varð funnið tætt við sagvirkið hjá sveisiska niðursetumanninum John Sutter í 1848, tustu gullgravarar hagar. Teir skolaðu áareyrin og vónaðu at gull var í honum. Summir vórðu hepnir, aðrir ikki. Sutter fór á heysin av øllum virkseminum, sum var á ognum hansara, og rýmdi til Pennsylvania í 1873. Nú búgva næstan 39 mió. fólk í Kalifornia, sum er fjølbygdasti lutstaturin í Amerika. Ferðavinnan er týdningarmikil, og har er nógvur hátøkniídnaður. Silicon Valley er heimsins miðdepil í teldutøkni. Í Kalifornia er eisini heitt og góður sólargangur, og har veksur nógv frukt. Av tí at luftin í Kalifornia er so turr, og sólin sær at kalla hvønn dag, ber sera væl til at taka filmar upp har [tørvar keldu]. Hetta gera teir í tí viðgitna filmbýnum Hollywood í Los Angeles; haðani verða filmar sendir um allan heim.
Í Kalifornia er landbúnaður stór vinnugrein. Góð mold, nógv sól og ríviligt av vatni, veitt úr áunum, ið renna úr Sierra Nevada-fjøllum, gera, at Kalifornia er fremsta landbúnaðarríki í USA. Her verða dyrkað fleiri enn 40 % av allari frukt og øllum grønmeti, ið verða etin í USA, m.a. ferskur, appilsinir, jarðber, artiskokk og rósukál. Her dyrka tey eisini víndrúur, sitrónir og aðrar fruktir, umframt korn. Fyritreytin fyri landbúnaðinum er ein vatningarskipan, tí veðurlagið er so turt. Kalifornia er tann lutstaturin í USA, sum brúkar mest vatn eftir fólkatalinum; meira enn 78 % av vatninum verður brúkt til jarðarbrúk, og bara 22 % verða brúkt í húsar haldinum. Kalifornia er gitið fyri sítt góða vín. Napadalur norðan fyri San Francisco er gitið vínlendi. Meksikanarar fara ofta ólógliga norður um markið til Kalifornia at arbeiða í fruktlundunum.
Ferðavinna
rættaFerðavinnan hevur búskaparligan týdning. Seinastu árini hevur Kalifornia ment seg nógv sum ferðavinnustatur. Gongst ferðavinnuni væl, og tað eydnast at fáa fleiri ferðafólk til Kalifornia, og eydnast tað samstundis at fáa hesi at leggja meiri pening eftir seg í lutstatinum, gevur tað nógvar ágóðar – fyrst og fremst beinleiðis inntøkur, men eisini fleiri arbeiðspláss, og tey ferðandi skapa soleiðis grundarlag fyri eini meiri fjølbroyttari matstovuvinnu og upplivingarbúskap yvirhøvur. 900 000 arbeiða í ferðavinnuni í Kalifornia, tað er meiri enn nakra aðrastaðni í USA [8]. Nógv fólk liva av ferðavinnu, tí í Kalifornia eru stórar og góðar strendur, sum draga ferðafólk til stakríkið.
Mest er tað heita veðrið, strendurnar og víkirnar, sum draga fólk higar. Flestu ferðafólk, ið koma til Kalifornia, eru amerikanar. 13,4 milliónir útlendsk ferðafólk koma eisini til Kalifornia á hvørjum ári at njóta góða veðrið [10]. Streymurin av ferðafólki er støðugur alt árið – serliga frá apríl og til august. Her eru eisini 90 000 útlendsk universitetslesandi frá øllum heiminum [11]. Hesi síggjast aftur í býarlívinum, á strondini og á barrum og teim mongu diskotekunum í náttarlívinum.
Flestu ferðafólk koma úr grannastatunum í USA. Um allan heim verður flogferðsla alsamt meira liberaliserað, og tað merkir príslækkingar innan økið. Bíligir flogferðaseðlar hava gjørt, at nógvir amerikanar fara til Kalifornia at ferðast. Lýtt veður og vøkur, stórfingin náttúra gera, at fólk eru nógv úti, og at nógv frítíðarvirksemi eisini er uttandura í Kalifornia. Ferðavinnan gevur eitt munagott íkast til kaliforniska búskapin. Inntøkurnar frá fólki búsitandi uttanlands, sum ferðast til Kalifornia, tátta í $ 95,1 milliardir í 2010[12]. Øll eru eisini samd um, at tað ber væl til at vaksa munandi um hesar inntøkur við at vaksa um ferðavinnubúskapin.
Í 2010 hava verið yvir 20 milliónir vitjandi. Nógv tey flestu eru úr USA, meðan restin av top-listanum er Meksiko, Kanada, Japan, Bretland, Suðurkorea og Týskland [13].
Áhugavert at vitja: Hollywood (t. d. Walk of Fame), Beverly Hills, Santa Monica Beach, Catalinaoy, Golden Gate Bridge, Disneyland, Sierra Nevada, Yosemite National Park, Big Sur, Alcatrazoy, San Diego Zoo, Tahoevatn.
Landbúnaður
rættaÍ Kalifornia er meginparturin av landinum oyðimørk, men nú eru stórir akrar har, og tað ber einans til við vatningarskipanum. Við vatningarskipanum ber til at velta øki, sum annars høvdu verið alt ov turr. Tá kann ymisk grøði vaksa, sum als ikki trívist í turrum veðurlagi. Í Kalifornia driva teir ógvuliga nógv upp á at dyrka frukt. Sólargangurin er góður og moldin við, so trøini trivast av tí besta. Men summarið er so turt, at vatn má veitast til trøini, og longu spaniólarnir, sum høvdu havt frukttrø við sær úr Spania, byrgdu hyljar og veittu vatn oman á bøin. Nú eru stórar byrgingar gjørdar uppi í fjøllunum, og alt vatnið í áunum verður brúkt til at veita til akrarnar og urtagarðarnar. Vatnið fer í langar gryvjur ella rør, og bøndurnir ella urtagarðsmenninir kunnu so keypa tað frá teimum feløgunum, sum hava lagt rørini og grivið gryvjurnar. Týdningarmestu fruktirnar í subtropiska økinum í Kalifornia eru sitrusfruktirnar, serliga greypfrukt, sitrónir og appilsinir. Hesar fruktir hava allar sama vokskenda skalið, sevjumikið fruktkjøt og súrligan smakk, og tær hava í sær nógvar C-vitaminir. Upprunaliga vuksu sitrusfruktirnar í monsunøkjum í Ásia, men nú verða tær serliga dyrkaðar í subtropiska vetraregnøkinum í Suðurkalifornia og fáa vatn veitt til um summarið. Ein onnur týdningarmikil frukt í Kalifornia er olivin. Eisini avokado og ber er eyðkend frukt í Kalifornia. Uml. 80 % av vínberjunum verða nýtt at gera vín burturúr. Hini 20 % verða annaðhvørt etin, sum tey eru, ella turkað til korennur ella rosinur.
Politikkur
rættaJerry Brown (f. 7. apríl 1938 í San Francisco) er guvernørur [14]. Hann umboðar Demokratarnar. 13,7 prosent av fólkinum livir í fátækradømi (2012). 10,2 prosent av fólkinum er arbeiðsleys og miðallívsævin í lutstatinum er 80,2. Statirnir Iowa, Vermont og New Hampshire góðkentu í 2009 samkynd hjúnarbond, meðan Kalifornia atkvøddi ímoti teimum. Í 2013 avgjørdi hægsti dómstólurin í USA tó, at hetta lógaruppskotið var í stríð við amerikansku grundlógina. Kalifornia fær tí kynsleyst hjúnalag í juni 2013 [15][16].
Jerry Brown, guvernørurin í California, samtykti 18. okt. 2017 eina lóg, ið gevur fólki møguleikan fyri at flokkast undir einum triðja kyni, á samleikakortum so sum føðibrævi teirra ella á koyrikortinum. Hendan lógin gevur sostatt fólki, ið ikki kenna seg sum beinleiðis kallkyn ella kvennkyn, møguleikan at flokka seg undir heitið “non-binary". California er fyrsti staturin í USA at samtykkja eina slíka lóg.[17]
Hillary Clinton (D) vann forsetavalið 2016 í California og fekk 61,7% prosent av atkvøðunum í California. Hetta er næsthægsta talið í USA. Donald Trump (R) fekk 31,6 prosent.[18]
Ár | Republikanarnar | Demokratarnar |
---|---|---|
2012 | 37,12% 4 839 958 | 60,24% 7 854 285 |
2008 | 36,91% 5 011 781 | 60,94% 8 274 473 |
2004 | 44,36% 5 509 826 | 54,40% 6 745 485 |
2000 | 41,65% 4 567 429 | 53,45% 5 861 203 |
1996 | 38,21% 3 828 380 | 51,10% 5 119 835 |
1992 | 32,61% 3 630 574 | 46,01% 5 121 325 |
1988 | 51,13% 5 054 917 | 47,56% 4 702 233 |
1984 | 57,51% 5 467 009 | 41,27% 3 922 519 |
1980 | 52,69% 4 524 858 | 35,91% 3 083 661 |
1976 | 49,35% 3 882 244 | 47,57% 3 742 284 |
1972 | 55,01% 4 602 096 | 41,54% 3 475 847 |
1968 | 47,82% 3 467 664 | 44,74% 3 244 318 |
1964 | 40,79% 2 879 108 | 59,11% 4 171 877 |
1960 | 50,10% 3 259 722 | 49,55% 3 224 099 |
Marijuana er lógligt í Kalifornia um tú einans hevur læknaváttan [19]. California avgjørdi í 2017, at gera tað lógligt frá januar 2018 ("Adult Use of Marijuana Act").[20]
Umhvørvispolitikkur
rættaÍ Kalifornia, har flestir bilar eru í USA í mun til støddina á statinum, eru strangar reglur settar í verk, sum skulu gera, at akførini verða betri fyri umhvørvið. Umhvørvisfelagsskapir sum Greenpeace, hava fingið stóra undirtøku ímillum manna og hava gjørt umhvørvismál til stórtíðindi. Í 2004 viðtók staturin Kalifornia, at bensinnýtslan skuldi verða minkað heili 30 % í 2016. Vindmylnur í Kalifornia vera m.a. meira og meira nýttar sum orkukelda. Ongantíð áður hava amerikanarar bygt so nógvar vindmyllur sum í 2014. Tað er serstakliga í statunum Kalifornia og Texas, at ein støðugt størri partur av elveitingini kemur frá vindorku. Tað er áhugafelagsskapurin fyri vindorku í USA, American Wind Energy Association, sum á síni heimasíðu sigur frá, at USA í 2013 fór undir uppsetan av vindmyllum og vindmylnulundum við eini samlaðum mátti uppá 12 000 megawatt (MW). Bloomberg skrivar, at tey 12 000 MW eru 11 ferðir meira enn tann máttur, sum varð tikin í brúk í 2012 [21]. Tað var einans 1084 MW.
Sólorka hevur fingið misjavna móttøku kring heimin, men í USA tykist eisini hon at vinda nógv uppá seg. Staturin Kalifornia gongur á odda, har meira enn ein hálv million húsarhald verða rikin við streymi frá sólorku. Stóra loysunarorðið í sambandi við sólorku í Kalifornia er leasing. Júst leasing, sum er eitt slag av leigu, er ein av orsøkunum til vøksturin í brúkinum av sólpanelum stendur í frágreiðing frá stovninum Climate Policy Initiative [22]. Tríggir av fýra privatkundum í Kalifornia velja at leiga sólpanel heldur enn at keypa tey. Mark Jacobson, umhvørvisprofessari frá Stanford Universitetinum sigur, at leasing hevur gjørt sólorku tilgongiliga fyri fleiri fólk. Fyri fólk við avmarkaðari inntøku er tað ein av gongdu leiðunum. Fyritøkur sum Solar City, Sunrun, SunEdison og Sungevity hava allar bústað í heimsins miðdepli fyri elektronik og tøkni, Silicon Valley í Norðurkalifornia. Hesar bjóða fólki at leiga sólpanel í 20 ár.
Vatntrot
rættaTað er ikki lætt at útvega nóg mikið av vatni til býirnar, ið vaksa so skjótt. Serliga í teimum sólríku og turru økjunum í Suðurkalifornia er tað ein trupulleiki. Tey fáa vatn úr áunum, men vatn haðan verður eisini nýtt í vatningar skipanum í landbúnaðinum. T.d. verður so nógv vatn tikið úr tí stóru Colorado River, at lítið er eftir í ánni, tá ið hon kemur út á sjógv. Í undirgrundini eru alstórar goymslur av vatni, sum vórðu til undir seinastu ístíð, fyri 10 000 árum síðan. Men tær goymslurnar minka í stórum, og tað verður alsamt dýrari at pumpa vatnið upp.
Deyðarevsing
rættaÍ Kalifornia er deyðarevsing. Umleið 725 deyðadømdir fangar eru í fongslum í Kalifornia, men eingin fangi er avrættaður síðani 2006. Í 2012 verður fólkaatkvøða í Kalifornia um at seta deyðarevsing úr gildi, men sambært meiningakanningunum er ein meiriluti fyri at varðveita hana [23]. Myndugleikarnir siga, at 6 460 264 fólk atkvøddu 6. nov. 2012 fyri at varðveita deyðarevsing. Sostatt tóku 52 % undir við verandi støðu [24].
Djóralívið
rættaDjóralívið í Kalifornia er ógvuliga ríkt og fjølbroytt. Í Suðurkalifornia eru nógv eiturdjór, til dømis slangur, oydlur og sporðdrekar. Amerikanska puman trívist í tjúkkum skógi í Norðurkalifornia eins væl og í hálvgum oyðimørk í Suðurkalifornia. Kalldjórið kann vera 1,8 m langt og viga eini 100 kg. Helst um náttina reikar puman um á veiðiferð. Djórini, hon tekur, eru ymisk til støddar, eitt nú hara, rotta og hjørtur. Fyrr jagstraðu og skutu teir pumuna, tí hon av og á tók djór frá bondunum. Amerikanski preriuúlvurin er vanligari at síggja; preriuúlvurin er í ætt við sjakal, úlv og taman hund. Svartabjørn heldur eisini til í skógum og friðaðum økjum í Kalifornia; í 2014 vóru 25-35 000 bjarnir í Kalifornia [25].
Kolibriin heldur til um alt Kalifornia. Fuglurin vendir veingjunum, tá ið hann slær teir uppeftir, so luftin strýkur niðurvið, og upptrýstið verður støðugt. Velið er úttambað at bøta um javnvágina, tá ið kolibrin hongur á surruflogi. Meðan tær súgva hunang, flagsa tær á surruflogi beint uppeftir ella niðureftir, eisini aftureftir sum tyrlur. Á surruflogi láta veingirnir millum 20 og 50 ferðir um sekundið. Kaliforniska sjóleyvan er tað kópaslagið, ið mest verður vant til framsýningar; tær halda til í túsundatali við kalifornisku strendurnar. Tær taka serliga høgguslokk, fisk og onnur sjódýr.
Kelduávísingar
rætta- ↑ http://www.50states.com/tools/thelist.htm
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-01-04. https://web.archive.org/web/20130104143844/http://wmo.asu.edu/world-highest-temperature. Heintað 2013-05-26.
- ↑ http://www.storm.no/nyheter/det-varmeste-stedet-paa-jorden-er-ikke-lenger-i-libya-3876606.html
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-05-02. https://web.archive.org/web/20140502002520/http://www.dof.ca.gov/research/demographic/reports/estimates/e-1/documents/E-1_2014_Press_Release.pdf. Heintað 2014-10-29.
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2009-12-28. https://web.archive.org/web/20091228054319/http://quickfacts.census.gov/qfd/states/06000.html. Heintað 2011-03-12.
- ↑ http://www.leginfo.ca.gov/.const/.article_3
- ↑ http://www.usc.edu/schools/price/research/popdynamics/pdf/2012_Lou-etal_Racially-Balanced-Cities.pdf
- ↑ http://www.beachcalifornia.com/stats2.html
- ↑ http://www.disneylandvacationtips.com/disneyland-attendance.html
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-07-17. https://web.archive.org/web/20110717140516/http://traveltips.usatoday.com/major-tourist-attractions-california-12914.html. Heintað 2011-05-08.
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-03-25. https://web.archive.org/web/20110325061215/http://bridgesinternational.com/international_student_facts/. Heintað 2011-05-08.
- ↑ http://tourism.visitcalifornia.com/Research/California-Statistics-and-Trends/
- ↑ http://tourism.visitcalifornia.com/Research/International-Visitor-Profiles/
- ↑ http://www.sfgate.com/jerry-brown/
- ↑ http://www.aftenposten.no/nyheter/uriks/Forbud-mot-homofile-ekteskap-oppheves-i-California-7243518.html#.Uc6JvDv0GGU
- ↑ http://www.latimes.com/news/local/la-me-0629-la-gay-wedding-20130629,0,243683.story
- ↑ http://www.cnn.com/2017/10/17/politics/governor-jerry-brown-california-law-nonbinary/index.html
- ↑ http://elections.cdn.sos.ca.gov/sov/2016-general/sov/17-presidential-formatted.pdf
- ↑ http://www.huffingtonpost.com/2011/10/26/obama-administration-medical-marijuana-crackdown-california_n_1033482.html
- ↑ http://www.latimes.com/local/lanow/la-me-pot-jobs-20170930-story.html
- ↑ http://www.bloomberg.com/news/2014-01-30/u-s-wind-power-building-boom-follows-92-percent-crash.html
- ↑ http://cleantechnica.com/2014/02/01/solar-iq-rises-costs-fall/
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-12-15. https://web.archive.org/web/20121215212558/http://www.latimes.com/news/local/la-me-poll-death-penalty-20121026%2C0%2C7370020.story. Heintað 2012-11-06.
- ↑ http://ballotpedia.org/wiki/index.php/California_Proposition_34,_the_End_the_Death_Penalty_Initiative_(2012)
- ↑ "Archive copy". http://www.tahoewildbears.org/black_bear_facts.htm. Heintað 2014-03-30.
Sí eisini
rætta