Kannabis ella Marijuana er blómur, sprotar ella bløð, sum verða turkað, skorin sundur og stoytt. Kannabis verður brúkt ymsastaðni í heiminum sum heilivágur og rúsandi evni. Kannabis er eitt av vanligastu rúsevnum í heiminum og millum 128 og 232 mió. (svarandi til 2,7% - 4,9% av heiminum millum 15 og 65 ár) fólk royktu kannabis í 2013. Í 2015 varð kanning gjørd í USA og umleið helvtin av amerikanarum hevði roynt at roykt kannabis minst einaferð, 12% innan síðsta árið og 7,3% í síðsta mánaði.

Kannabis sativa. Marijuana verður gjørt úr bløðum.
Marijuana er lógligt í t.d. Kalifornia um tú hevur læknaváttan.

Kannabis hevur mong nøvn, formar og roykingarhættir sum til dømis marijuana, mold, tað brúna, hasj, tjums, hamp, blunt, skunk og joint. Marijuana eru teir grágrønu turkaðu og morlaðu blómuknapparnir og smáu bløðini av kannabisplantuni. Kannabisplantan hevur mjá og spísk bløð. Marijuana og hasj verða næstan altíð blandað upp í tubbak í Evropa, tað verður roykt í til dømis pípu, vatnpípu ella í einari bong. Marijuana er heilt lógligt í Niðurlondum[1], Bangladesj, Uruguei, og amerikansku statunum Colorado, Washington, Alaska, Oregon og í Washington D.C, umframt í býnum Portland. Harafturat er kannabis lógligt sum heilivágur í Avstralia, Kanada, Belgia, Spania og 23 øðrum amerikanskum statum.

Marijuana verður roykt. Harumframt verður marijuana eisini etið t.d. sum kannabis-køka. 9 % av øllum næmingum í 9. flokki í Føroyum hava, sambært kanningum hjá ESPAD (stytting fyri "European School Survey Project on Alkohol and Other Drugs"), roynt at roykja marijuana [2]. Institute of Public Health í USA gjørdi einaferð eina kanning. Hon vísti tað, at 99 % av teimum, ið nýta/hava nýtt marijuana ikki gera tað dagliga ella fleiri ferðir um vikuna [3]. Eingin er nakrantíð beinleiðis deyður av kannabisi[4].

Rúsurin

rætta
 
Kannabis

Marijuana gevur eina kenslu av vælveru, mildari eydnusælu og hvíld, og síðan vísir møði seg. Allir sansir verða ávirkaðir, og tíðarfatanin hjá persóninum broytist. Evnini at hugsavna seg broytast somuleiðis. Áhaldandi marijuananýtsla ávirkar evnini at læra nýtt og minnið, og harumframt kann hin ungi liva í einari ostaklokku og uppliva seg sjálvan sum nógv klókari enn øll onnur [tørvar keldu]. Marijuana ávirkar teir anandamidu receptorarnar í heilanum. Ein receptorur er tað staðið, har evnini úr nervakyknunum binda seg føst eftir tað, at nervakyknurnar hava úrskilt tey. Anadamidi receptorurin liggur í teimum pørtunum av heilanum, sum eru við til at hava eftirlit við rørslu, og gevur eina kenslu av at vera sterkt rúsaður. Marijuana ávirkar harumframt fleiri aðrar receptorar í kroppinum, sum hava hjáárin við sær. Tá ið marijuana verður roykt, vísir rúsurin seg eftir fáar minuttir og varir í 2-3 tímar.

Eyðkenni: Hjartabankan, títtari hjartasláttur, reyðrandað eygu, eygnalokini 'detta niðurfyri', ógreið tala, gnisar at ongum, turrur í munninum og eygunum.

Virknaður í kroppinum

rætta

Marijuana er ikki fysisk vanadannandi, tí har er onki stoff í sum kroppurin blívur bundin av. Tað er tað t.d. í sigarettum (nikotin). Marijuana doyvir heilan og ger tað trupult fyri hann at arbeiða, men aftaná at taka ein støðg við at roykja fungerar heilin sum fyrr. Tá ein roykir ekstremt kann ein fáa høvuðpínu, trupult at minnast ting, trupulleikar við at konsentrera seg [5]. Har aftur ímóti, so er tað læknafrøðiliga prógvað, at marijuana hevur hjálpt fólki sum hava AIDS, krabbamein, rørslu trupulleikar, astma og líknandi. Marijuana er selt til fleiri millionir av sjúklingum í USA sum til dømis hava krabbamein, AIDS, etingarólag, tunglyndi, svøvnloysi, osfr. [6].

Keldur

rætta
  1. http://www.amsterdam.info/drugs/
  2. http://www.apotek.fo/Default.aspx?pageid=7182
  3. "Archive copy". http://www.420thc.com/. Heintað 2011-11-22. 
  4. http://www.ibj.com/state-senator-should-indiana-legalize-marijuana/PARAMS/article/24843
  5. "Archive copy". http://alcoholism.about.com/od/pot/a/effects.-Lya.htm. Heintað 2011-11-22. 
  6. "Archive copy". http://medicalmarijuana.procon.org/view.resource.php?resourceID=000881. Heintað 2011-11-22. 
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið