Eyðkvæmi

(Ávíst frá AIDS)

Eyðkvæmi ella AIDS er sjúka sum stendst av HIV-ígerð, sum beinir fyri mótstøðuføri likamsins. Fyrstu tilburðirnir skrásettir í 1970-árunum. Eingin heilivágur er enn at fáa ið kan viðgera ein sjúkling fyri eyðkvæmi, men síðani 1995 hevur borið til at fingið heilivág ið ger at sjúkan ikki er eins deyðilig, sokallaður lívsleingjandi heilivágur.

Heims Heilsustovnurin (enskt "World Health Organization") sigur frá, at 14 milliónir afrikanarar eru longu deyðir av AIDS, og at 10 milliónir børn eru blivin foreldraleys. Víðari verður sagt, at HIV/AIDSpestin er so umfatandi, at 1/3 av børnum í Afrika undir 15 ár – koma at doyggja av AIDS. Fyri stuttum frættist eisini, at AIDS ger um seg í Kina við rúkandi ferð.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið