Sporðdrekar (latín: Scorpiones) halda til í flógvum, turrum økjum, har teir krógva seg undir steinum, í holum ella rivum. Flestu teirra veiða um náttina. Teir sita og lúra eftir fongi og leypa so á djórið ella renna tað um koll. Mesta føðin er skordjór og eiturkoppar. Teir nýta eiturklónna at verja seg við og at lemja fongin. Eitur setur úr eiturkertlum í afturkroppinum fram í eiturklónna. Við teimum stóru bitklónum tekur sporðdrekin fongin, kroystir hann sundur og stingur í kjaftin.

Sporðdrekar

Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Arthropoda
Flokkur: Arachnida
Hópur: {{{hópur}}}

Sporðdrekar leggja livandi ungar. Fyrstu tíðina ber kvenndjórið teir á bakinum, har eru teir tryggir fyri ránsdjórum. Tá ið ungarnir hava skift ham fyrstu ferð, rýma teir, og tá eru teir sjálvbjargnir.

Til eru um 1.200 sporðdrekasløg. Øll eru tey ránsdjór. Í t.d. Nevada eru 23 ymisk sløg av sporðdrekum [1]. Oyðimarkarsporðdrekin tekur skordjór og maðkar, hann tekur tey við klónum.

Keldur

rætta
  1. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-10-19. https://web.archive.org/web/20131019102307/http://www.nevadapca.org/scorpion.html. Heintað 2011-06-28. 
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið