Sólorka
Sólorka er orka, sum vit vinna úr sólarljósi; sólorka er orkan í ljósinum frá sólini. Uttanfyri jarðloftshavið (atmosferuna) er sólorkutættleikin umleið 1353 kWh/m2. Ein partur av orkuni verður kastaður aftur av jarðarinnar lofthavi.[1] Í Tórshavn er tað tilsvarandi talið 1075 kWh/2. Sólorka kann verða brúkt til upphiting og at gera el. Til upphitingarendamál verður brúktur ein sólfangari, og til at gera el verður brúkt eitt sólpanel.[2] Sólpanelið virkar sum ein spenningskelda, tá ið ljós fellur á tað. Orkuna í sólargeislingini nevna vit sólorku, og hon hevur gjørt næstan allar orkukeldur á jørðini; olja, jarðgass og kol eru til dømis gjørd úr deyðum plantum og dýrum, sum livdu fyri mongum milliónum árum síðan. Var eingin sól, hevði jørðin verið køld og einki lív hevði verið á henni. Sólin er grundarlagið fyri øllum lívi á jørðini, og eisini grundarlagið fyri vind- vatn- og alduorku. Sólin er reinasta og náttúrligasta orkukeldan.[3] Orkan, vit móttaka frá sólini, er árliga uml. 15 000 ferðir størri enn samlaða orkunýtslan í heiminum, og 10 ferðir størri enn allar goymslur av olju, koli og uran tilsamans. [4][5]
Keldur
rætta- ↑ Smil, Vaclav. 1991. General Energetics: Energy in the Biosphere and Civilization. Wiley. S. 240. ISBN 0-471-62905-7.
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2007-11-15. http://webarchive.bac-lac.gc.ca:8080/wayback/20071115014356/http://www.canren.gc.ca/tech_appl/index.asp?caid=5&pgid=121. Heintað 2014-11-07.
- ↑ https://snl.no/solenergi
- ↑ http://www.nature.com/nature/journal/v443/n7107/full/443019a.html
- ↑ http://cepac.cheme.cmu.edu/pasi2008/slides/agrawal/library/reading/Lewis_N,_PNAS,_103,_43,_(2006).pdf
- ↑ http://news.smh.com.au/breaking-news-national/aussie-car-breaks-a-world-speed-record-20110107-19i7j.html