Tað kontinentala USA
Tað kontinentala USA er eitt felags heiti fyri teir 48 samanhangandi lutstatirnir í USA, ið liggja millum Kanada í norðri og Meksiko í suðri. Hetta fevnir um allir lutstatir í USA uttan Alaska og Hawaii. Hjálond so sum Guam og Puerto Rico eru heldur ikki partar í tí kontinentala USA
Tað kontinentala USA hevur eina vídd á 8.080.464,3 km² og fólkatalið var 306.675.006 í 2010 (fólkateljing), ið svarar til 83,65 % av øllum USA og 99,33 % av samlaða íbúgvaratalinum.