Sameindu Emirríkini

(Ávíst frá United Arab Emirates)
دولة الإمارات العربية المتحدة
Sameindu Arábisku Emiratir
Flagg Sameindu Emirríkini
(Flagg Sameindu Emirríkini)
Skjaldarmerki Sameindu Emirríkini
(Skjaldarmerki Sameindu Emirríkini)
Tjóðarslagorð: "لله ثم الوطن ,ثم الرئيس"
Tjóðsangur: "لنشيد الوطني الإماراتي‎"
Alment mál Arábiskt
Høvuðsstaður Abu Dhabi
Forseti Khalifa bin Z. Al Nahyan
Varaforseti Mohammed bin R. Al Maktoum
Fullveldi 2. desember 1971
(frá Bretland)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
83,600 km²
0,00 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2013
 - tættleiki
 
5 474 000
65,5/km²
Gjaldoyra Dirham (AED)
Tíðarøki UTC +4
Økisnavn á alnetinum .ae
Telefonkota +971

Sameindu Emirríkini ella Sameindu Arábisku Emiratirarábiskum "دولة الإمارات العربية المتحدة" á enskum UAE - United Arab Emirates) er eitt land í Miðeystur. Landið hevur mark við Saudiarábia í suðuri og við Oman móti eystri. Høvuðsstaðurin er Abu Dhabi og størsti býurin er Dubai.

Oljuvinnan er høvuðsvinnan.

Landafrøði

rætta

Sameindu Emirríkini eru syðrumegin við Persaflógva. Tríggir fjórðingar av hesum islamska ríkinum eru sandoyðimørk, har tað er ógvuliga heitt og turt alt árið. Bara heilt lítil partur er nýtiligt dyrkilendi, og næstan øll matvøra verður innflutt. Sameindu Emirríkini eru samgonga av sjey smáum emiratum: Abu Dhabi, Ajman, Dubai, Fujairah, Ras al-Khaimah, Sharjah og Umm al-Qaiwain. Hvør emirur hevur einaveldi í sínum ríki, men teir hittast javnan at taka avgerðir, sum eru fyri alt samveldið. Abu Dhabi er størsta emirríkið, og høvuðsstaðurin har er eisini samveldisshøvuðsstaður.

Emiratini eru tilsamans 83.600 ferkilometrar til støddar [1], ella umleið tað dupulta av Danmark.

Politikkur

rætta
 
Kort yvir Sameindu Emirratini

Emiratini eru eitt av teimum meira frísinnaðu arábisku londunum. Víst hava tey ikki fólkaræði í okkara merking, men tey hava eitt "gott" einaræði, sum hevur umsorgan fyri fólkinum.[tørvar keldu] Í Emiratunum kenna tey t.d. einki til tá átrúnaðarligu intoleransu, sum vit hoyra so nógv um í samband við Islam. Her eru eisini kristnar kirkjur av ymiskum slag.

Talufrælsi

rætta

17. juli í 2006 varð Mohammed al-Mansoori handtikin, eftir at hann hevði gjørt samrøðu við eina arábiska sjónvarpsrás, ið sendir yvir fylgisvein, um stríðið í Libanon [2]. Mohammed al-Mansoori er formaður fyri løgfrøðingafelagnum í Sameindu Arábisku Emiratunum. Hetta er ein óheftur felagsskapur av dómarum, sakførarum og løgfrøðiligum serfrøðingum. Felagsskapurin hevur staðið fyri fundum um ymisk mannarættindaevni. Hann varð ákærdur fyri at "hava æruskemmað almenna ákæran". Hann varð latin leysur uttan ákæru. Í august 2006 varð hann aftur handtikin og hildin aftur í 2 dagar. Tá hann varð leyslatin, varð hald lagt á pass hansara. Orsøkirnar til handtøkurnar eru framvegis ikki greiðar. Bæði Mohammed al-Mansoori og Mohammed Abdullah al-Roken hava í fleiri ár verið noktaðir at gera samrøður ella at skriva greinar.

Í september í 2005 settu myndugleikarnir í Emiratinum Fujairah forboð fyri einum fundi um borgaralig rættindi, rættindi hjá kvinnum og fólkaræði, sum felagsskapurin hevði skipað fyri. Eingin grundgeving varð givin fyri forboðnum.

Yvirlit yvir fólkatal, fløgg og vídd í teimum sjey emiratunum

rætta
Flagg Emirat Høvuðsbýur Fólkatal[3] % av fólkatali í alt Vídd (km²) Vídd (mi²) % av øllum økinum Fólkatættleiki
  Abu Dhabi Abu Dhabi 1.548.655 31,2% 67.340 26.000 86,7% 25
  Ajman Ajman 372.923 7,5% 259 100 0.3% 996
  Dubai Dubai 1.770.533 35,6% 3.885 1.500 5,0% 336
  Fujairah Fujairah 137.940 2,9% 1.165 450 1,5% 109
  Ras al-Khaimah Ras al-Khaimah 171.903 3,4% 1.684 650 2,2% 122
  Sharjah Sharjah 895.252 18,0% 2.590 1.000 3,3% 262
  Umm al-Quwain Umm al-Qaiwain 69.936 1,4% 777 300 0,9% 88
  UAE Abu Dhabi 4.967.142 100% 77.700 30.000 100% 56

Fólkið

rætta

Átrúnaður

rætta

Hevur religión týdning í gerandisdegi tínum? Henda spurning hevur Gallup sett í 138 ymiskum londum. Egyptaland er einasta land við 100 prosentum, meðan í til dømis Senegal, Indonesia, Sierra Leona, Malavi, Marokko og Sameindu Arábisku Emiratunum er talið 98 prosent [4].

Hagtøl

rætta

Búskapur

rætta
 
Á myndini er Abu Dhabi.

Oljuvinna

rætta

Meiri enn 65 % av allari olju, vit nú vita um, er í londunum við Persaflógva, og hiðani kemur triðingurin av allari olju, sum heimurin framleiðir um dagin. Í 1958 varð olja funnin, hon hevur gjørt Emirríkini til eitt av heimsins ríkastu londum, og hjá flestum fólkum eru lívskorini heilt góð. Fram við strondini eru mong stór oljureinsiverk.

Fiskiskapur

rætta

Tað er ikki frítt fyri fiskar í í sjónum hjá Emiratunum, og teir hava eisini eina handilsavtalu við ES um handil við fiski, serliga tun. Sjóøkið hjá Emiratunum er 84.000 ferkilometrar av grunnum sjógvi, grynri enn 40 m. Her verður veitt rættiliga fitt. Tað eru 8.000 bátar við 20.000 fiskimonnum, og veiðan er 115.000 árliga. Hetta ger Emiratini til fjórðstørstu arábisku fiskivinnutjóð og ta næststørstu í flógvanum. Týdningarmesta fiskaslagið er tun, men her eru eisini rækjur, krabbar, hummari, høggislokkur og onnur fiskasløg.

Ferðavinna

rætta

Ferðavinnan veksur skjótt í Sameindu Emirríkjunum. Um 50 000 fólk, meginparturin úr Evropa, koma higar, helst um veturin, tí at tá er veðurlagið lýtt og gott. Tað, ið dregur fólk, eru oyðimarkarferðir, tollfríir handlar, basarar, strendur og frálík gistingarhús.

Byggivinna

rætta

Nýggir stásiligir býir eru bygdir, og mangir fremmandir verkamenn eru komnir hagar at arbeiða. Heimsins hægsti bygingur eitur Burj Dubai ella Burj Khalifa, og hann liggur - sum navnið bendir á - í landslutinum Dubai, sum er partur av Arábisku Emiratunum. Tann 4. januar í 2010 læt hann dyrnar upp fyri fyrstu ferð, og níggja hæddarmetið, tá vit tosa um hús, eitur nú 828 metrar. Arkitekturin Adrian Smith úr USA hevur teknað Burj Dubai, sum hevur kostað seks milliardir krónur at byggja. Tað eru í høvuðsheitum íbúðir og skrivstovur, sum skulu húsast í risaháhúsinum.

Kelduávísingar

rætta
  1. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2019-01-04. https://web.archive.org/web/20190104010155/https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/ae.html. Heintað 2011-12-29. 
  2. http://www.amnesty.org/fr/library/asset/MDE25/007/2006/fr/4860c09f-f774-11dd-8fd7-f57af21896e1/mde250072006en.pdf
  3. "Census 2008". Ministry of Economy and Planning, Government of the United Arab Emirates. 2008. http://www.dubaifaqs.com/population-of-uae.php. Heintað 2012-06-18. 
  4. http://www.gallup.com/poll/114211/Alabamians-Iranians-Common.aspx
  5. http://www.state.gov/g/drl/rls/irf/2010/148850.htm
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið