Burj Khalifa
Burj Khalifa er hægsti bygningur í heiminum og stendur í Dubai í Arábisku Emiratunum. Hann er 829,8 metrar høgur, og tað merkir, at hann er bara góðar 50 metrar lægri enn Slættaratindur. Tað tók seks ár at byggja Burj Khalifa, sum stóð klárt 4. januar í 2010. Orsøkin til at arábar fóru undir at byggja Burj Khalifa var, at tey hildu at ferðafólk fóru at koma at vitja Dubai, um heimsins hægsti bygningur var har, og rætt høvdu tey, tí fólk ferðast í stórum tali til Dubai, fyri at síggja heimsins hægsta bygning. Meginparturin av Burj Khalifa verður nýttur til íbúðir, har fólk búgva, men har eru eisini skrivstovur, hotell og matstovur, umframt at vitjandi kunnu fara upp á 148. hædd.