FIFA 100 er ein listi, sum Pelé útgav hin 4. mars 2004 í London á 100-ára degnum hjá FIFA. Listin vísir teir fótbóltsleikarar, sum sambært Pelé, eru teir sum tað tíðina 125 bestu fótbóltsleikarar sum vóru á lívi.[1]

Pelé valdi út 125 av heimsins bestu fótbóltsleikarum (sum vóru á lívi í 2004) til ein lista fyri FIFA

Tey lond, ið hava flestir leikarar á FIFA 100-listanum eru Italia, Frakland og Brasil við hvør sínum 14 leikarum.

Pelé varð biðin um at velja út í alt 100 av heimsins bestu fótbóltsleikarar, harav skuldu 50 vera aktivir og 50 skuldu vera givnir við at spæla professionallan fótbólt. Men Pelé helt tað vera ov tórført at avmarkað seg til bert 100, serliga tá talan var um teir sum vóru givnir, so hann slapp at taka 125 leikarar íalt. Av teimum 125 eru 123 menn og 2 kvinnur.

Keldur

rætta
  1. News.bbc.co.uk