Alan Shearer (føddur 13. august 1970 í Newcastle upon Tyne) er fyrrverandi enskur fótbóltsleikari og fyrrverandi venjari hjá Newcastle United F.C..

Alan Shearer í 2008.

Hann byrjaði sína yrkisleið sum fótbóltsleikari í 1988 í Southampton. Í 1992 skifti hann til Blackburn Rovers og í 1996 til Newcastle United, har hann spældi tað mesta av síni yrkisleið sum fótbóltsleikari. Í 2006 gavst hann sum yrkisspælari.

Hann er tann fótbóltsspælari sum higartil hevur skorað flest mál í enska Premier League, íalt 260 mál.[1]

Slóðir úteftirRætta

KeldurRætta

  1. "Premier League player stats". Premier League. Heintað 11 November 2018.