Premier League
Premier League er tann hægsta deildin, Meistaradeildin, í enskum fótbólti. Millum 2001 og 2016 var almenna heitið á ensku meistaradeildini av sponsor-ávum "Barclays Premiership" ella "Barclays Premier League".
Land | Ongland |
---|---|
Onnur feløg úr | Wales |
Konfederatión | UEFA |
Stovnað | 20. februar 1992 |
Tal av liðum | 20 (síðan 1995-96) |
Stig á pyramidu | 1 |
Niðurflyting til | Football League Championship |
Steypakap. heima |
FA Cup FA Community Shield |
League cup(s) | League Cup |
Altjóða steyp |
UEFA Champions League UEFA Europa League |
Núverandi meistarar |
Manchester City (6. tittul) (2021–22) |
Flest meistaraheiti |
Manchester United (13 tittlar) |
Toppskjúttar | Alan Shearer (260) |
Sjónvarps samstarvspartnar |
Sky Sports & BT Sport, Amazon Prime Video (live dystir) Sky Sports & BBC (hæddarpunkt) |
Heimasíða | PremierLeague.com |
Premier League 2020-21 |
Tjúgu lið spæla í Premier League, hvørt lið møtir hinum liðunum tvær ferðir í einum fótbóltsári: einaferð á heimavølli og einaferð á útivølli, tvs. at liðini spæla 38 dystir hvør. Tá allir dystirnir eru leiktir og fótbóltsárið er komið at enda, er tað liðið sum hevur fingið flest stig vunnið kappingina, og samstundis flyta trý tey niðastu liðini niður í næstbestu deildina, sum nevnist Football League Championship ella bara The Championship.
Deildin varð stovnað 20. februar 1992. Áðrenn tað nevndist besta fótbóltsdeildin hjá monnum í Onglandi Football League First Division, henda varð stovnað í 1888.
Premier League er vælumtókt ikki bara í Onglandi og Stóra Bretlandi sum heild, men kring allan heimin. Premier League er tann fótbóltsdeildin í heiminum, ið hevur flestar sjónvarpshyggjarar. Dystirnir verða vístir í 212 londum til 643 milliónir heim, har umleið 4,7 milliardir hyggjarar hava møguleika at síggja dystirnir í sjónvarpi.
Síðan 1888 hava 23 feløg vunnið enska meistaraheitið. Av teimum 45 feløgunum, ið hava spælt við í Premier League, síðan henda deildin byrjaði í 1992, hava sjey feløg vunnið meistaraheitið: Manchester United (13), Chelsea (5), Manchester City (4), Arsenal (3), Blackburn Rovers (1), Leicester City (1) og Liverpool (1).[1]
Vinnarar
rættaFootball League (1888–1892)
rættaÁr | Meistari (tal av titlum) |
Tveyari | Triðjapláss | Vinnandi venjari |
---|---|---|---|---|
1888–89 | Preston North End[a] | Aston Villa | Wolverhampton Wanderers | William Sudell (secretary manager) |
1889–90 | Preston North End (2) | Everton | Blackburn Rovers | William Sudell (secretary manager) |
1890–91 | Everton | Preston North End | Notts County | Dick Molyneux (secretary manager) |
1891–92 | Sunderland | Preston North End | Bolton Wanderers | Tom Watson |
Premier League (1992–nú)
rættaToppskorarar
rættaFyri hvørja sesong: [2]
Hagtøl
rættaNr. | Leikari | Apps |
---|---|---|
1 | Gareth Barry | 653 |
2 | Ryan Giggs | 632 |
3 | Frank Lampard | 609 |
4 | David James | 572 |
5 | James Milner | 538 |
6 | Gary Speed | 535 |
7 | Emile Heskey | 516 |
8 | Mark Schwarzer | 514 |
9 | Jamie Carragher | 508 |
10 | Phil Neville | 505 |
|
- Dagført hin 22. juli 2020.[4]
Nr. | Navn | Ár | Mál | Dystir | Mál í miðal |
---|---|---|---|---|---|
1 | Alan Shearer | 1992–2006 | 260 | 441 | 0.59 |
2 | Wayne Rooney | 2002–2018 | 208 | 491 | 0.42 |
3 | Andy Cole | 1992–2008 | 187 | 414 | 0.45 |
4 | Sergio Agüero | 2011– | 180 | 263 | 0.68 |
5 | Frank Lampard | 1995–2015 | 177 | 609 | 0.29 |
6 | Thierry Henry | 1999–2007, 2012 | 175 | 258 | 0.68 |
7 | Robbie Fowler | 1993–2009 | 163 | 379 | 0.43 |
8 | Jermain Defoe | 2001–2003, 2004–2014, 2015–2019 | 162 | 496 | 0.33 |
9 | Michael Owen | 1996–2004, 2005–13 | 150 | 326 | 0.46 |
10 | Les Ferdinand | 1992–2005 | 149 | 351 | 0.42 |
Kursiv skrift merkir leikarar, sum enn spæla profesjonellan fótbólt.
Feit skrift merkir leikarar, sum enn spæla í Premier League.
Viðmerkingar
rætta- ↑ 1.0 1.1 Gjøgnumførdi kappingarárið uttan at tapa nakran dyst.
- ↑ Umframt at vinna greipuna við League og FA Cup, vann Manchester United eisini UEFA Champions League í 1999. Hetta bragdið nevnirst the Treble í enskum fótbólti.
- ↑ In addition to the double of League and FA Cup, Manchester City also won the EFL Cup in 2019. This achievement is referred to as the Domestic Treble.
Keldur
rætta- ↑ "Liverpool win Premier League: Reds' 30-year wait for top-flight title ends". BBC Sport. 25. juni 2020. https://www.bbc.co.uk/sport/football/53183857. Heintað 1. august 2020.
- ↑ {{Flagicon|Internet source |author= |url=https://www.premierleague.com/stats/top/players/goals?se=210 |title=Premier League Player Stats - Goals |work= |publisher=Premier League |date= |retrieved=2020-03-17 |lang=en]]
- ↑ "Barclays Premier League Statistics". Premier League. https://www.premierleague.com/stats/top/players/appearances?se=-1. Heintað 20 February 2018.
- ↑ "Premier League player stats". Premier League. https://www.premierleague.com/stats/top/players/goals?se=-1. Heintað 11 November 2018.
Slóðir úteftir
rætta