Manchester United F.C.
Manchester United er eitt enskt fótbóltsfelag úr Manchester, sum var stovnað í 1878 undir navninum Newton Heath LYR Football Club. Í 1902 broytti felagið navnið til Manchester United og í 1910 flutti felagið heimavøllin til Old Trafford. Àðrenn Old Trafford varð bygd spældi felagið á ymiskum støðum. Alt byrjaði tó á North Road. Um hetta mundi var hetta brúkt til cricket og hevði pláss til 12.000 áskoðarar. Hetta var mett, at vera ov lítið til, at felagið slapp at lima seg uppí ensku Football League, fyri at spæla yrkis fótbólt. So við og við vóru standipláss gjørd, soleiðis at 15.000 fólk, kundu koma til dyst og við hesum varð Newton Heath LYR vorði eitt yrkisfelag. Ikki gekk leingið áðrenn eigararnir av North Road byrjaðu, at ilskast inná Newton Heath LYR, av teirri orsøk, at teir mettu tað ikki søma seg, at krevja gjaldingar fyri fótbólt. Felagið varð bannlýst úr North Road í juni í 1893. Eftir hetta flutti felagið úr Newton Heath til Clayton, 2,2 kilometrar í ein norðan. Nýggja stadioni nevndist Bank Street. Hetta var heimavøllur hjá Newton Heath Lancashire and Yorskshire Railway, felagið skiftið sum fyrr nevnt, navn til Manchester United Football Club í 1902. Ì 1909 varð samtykt, at flytast skuldi til Old Trafford og skotski arkitekturin, Archibald Leach varð biðin, at tekna stadioni sum stóð klárt árið eftir.
![]() | ||||
Fult navn | Manchester United Football Club | |||
---|---|---|---|---|
Kelinavn | The Red Devils[1] | |||
Stovnað |
1878 1902 , sum Manchester United F.C. | , sum Newton Heath LYR F.C.|||
Vøllur | Old Trafford | |||
Kapasitetur | 75 635[2] | |||
Eigari | Manchester United plc (NYSE: MANU) | |||
Co-chairmen | Joel og Avram Glazer | |||
Høvuðsvenjari |
![]() | |||
Deild | Premier League | |||
2022-23 | 3 | |||
Heimasíða | Heimasíða | |||
| ||||


Liðið er mest vinnandi felag í Onglandi. Hin 22. apríl 2013 vann felagið sítt 20. meistaraheiti í ensku Premier League, tað er met, harumframt hevur felagið 11 ferðir vunnið FA Cup (The Football Association Challenge Cup), sum eisini er met, fýra ferðir hevur tað vunnið League Cup, og 19 ferðir hevur tað vunnið FA Community Shield, sum eisini er met. Uttanfyri Ongland hevur felagið vunnið UEFA Champions League tríggjar ferðir, einaferð UEFA Steypavinnarakappingina (UEFA Cup Winners' Cup), einaferð hevur tað vunnið UEFA Super Cup, einaferð hevur tað vunnið Intercontinental Cup, og einaferð hevur tað vunnið FIFA Club World Cup. Í 1998–99 vann felagið trífaldan heiður, á enskum nevnt Treble, við tað at felagið hetta kappingarárið vann Premier League, FA Cup og UEFA Champions League, tað er higartil ikki hent fyri nakað annað enskt fótbóltsfelag.
Í 1968 var Manchester United fyrsta enska fótbóltsfelagið, sum vann Europa Cup. Alex Ferguson hevur verið venjari hjá felagnum síðan 1986, hann heldur fram til 1. juli 2013. Hann er tann venjarin, sum hevur vunnið flest meistaraheiti í enskum fótbólti, og so er hann tann venjarin, sum hevur verið venjari í longsta tíðarskeiði út í eitt í ensku Premier League.[3] Í mai 2013 boðaði hann frá, at hann fór at gevast sum venjari eftir kappingarárið 2012-13. Fáir dagar seinni boðaði felagið frá, at tað hevði funnið ein nýggjan venjara. Nýggi venjarin er David Moyes, sum tók við 1. juli 2013. Hann var venjari hjá Everton F.C., áðrenn hann tók av at gerast venjari hjá Manchester United.
Hópurin rætta
- Dagført hin 7. oktober 2020[4]
Viðmerking: Fløgg vísa til landslið, sambært reglunum hjá FIFA. Leikarar kunnu hava meira enn ein ikki-FIFA tjóðskap.
|
|
Heiður rætta
Heima rætta
Landskappingin rætta
- 1. deild[nb 1] (til 1992) og Premier League:[nb 1] 20
- Second Division:[nb 1] 2
Steypakappingar rætta
- FA Cup: 12
- League Cup: 4
- FA Charity/Community Shield: 20 (16 avgjørdir sigrar, 4 deildir sigrar)
Evropeiskar kappingar rætta
Altjóða kappingar rætta
Leikaramet rætta
Tann Gylti Bólturin rætta
Hesir leikarar hava vunnið gylta bóltin meðan teir hava spælt fyri Manchester United:
- Skotland Denis Law – 1964
- Ongland Bobby Charlton – 1966
- Norðurírland George Best – 1968
- Portugal Cristiano Ronaldo – 2008
Tann Evropeiski Gylti Stivlin rætta
Hesir leikarar hava vunnið Tann Evropeiska Gylta Stivlan meðan teir hava spælt fyri Manchester United:
- Portugal Cristiano Ronaldo (31 mál) – 2008
UEFA Ársins Fótbóltsleikari frá landskappingum rætta
Hesir leikarar hava vunnið heiðurin UEFA Ársins klubbfótbóltsleikari meðan teir hava spælt fyri Manchester United:
- Ongland David Beckham – 1999
- Portugal Cristiano Ronaldo – 2008
Menningin av búnanum rætta
1902–20, 1921–22, 1927–34, 1934–60, 1971–nú[PL] |
1960–63, 1997–nú[EC] |
- Viðmerkingar
Venjarar rætta
Árstøl[7] | Navn | Viðmerkingar |
---|---|---|
1878–1892 | Unknown | |
1892–1900 | A. H. Albut | |
1900–1903 | James West | |
1903–1912 | Ernest Mangnall | |
1912–1914 | John Bentley | |
1914–1922 | Jack Robson | |
1922–1926 | John Chapman | |
1926–1927 | Lal Hilditch | Player-manager |
1927–1931 | Herbert Bamlett | |
1931–1932 | Walter Crickmer | |
1932–1937 | Scott Duncan | |
1937–1945 | Walter Crickmer | |
1945–1969 | Matt Busby | |
1969–1970 | Wilf McGuinness | |
1970–1971 | Matt Busby | |
1971–1972 | Frank O'Farrell | |
1972–1977 | Tommy Docherty | |
1977–1981 | Dave Sexton | |
1981–1986 | Ron Atkinson | |
1986–2013 | Alex Ferguson | |
2013–2014 | David Moyes | |
2014 | Ryan Giggs | Interim player-manager |
2014–2016 | Louis van Gaal | |
2016–2018 | José Mourinho | |
2018–2021 | Ole Gunnar Solskjær | |
2021 | Michael Carrick | Caretaker manager |
2021–2022 | Ralf Rangnick | Interim manager |
2022– | Erik ten Hag |
Fótnotur rætta
- ↑ 1.0 1.1 1.2 síðan stovnanina í 1992 gjørdist Premier League meistaradeildin í enskum fótbólti; Fyrsta og onnur deild gjørdust síðan næstbesta og triðbesta deildin. Fyrsta deild er nú kend sum Football League Championship og Second Division er nú kent sum Football League One.
Keldur rætta
- ↑ "Manchester United Football Club". premierleague.com. Premier League. http://www.premierleague.com/en-gb/clubs/profile.overview.html/man-utd. Heintað 9 June 2012.
- ↑ "Manchester United - Stadium". Premier League. http://www.premierleague.com/content/dam/premierleague/site-content/News/publications/handbooks/premier-league-handbook-2014-15.pdf. Heintað 21 February 2015.
- ↑ Manutd.com, Managers
- ↑ "Man Utd First Team Squad & Player Profiles". Manchester United. https://www.manutd.com/en/players-and-staff/first-team. Heintað 7 October 2020.
- ↑ Carney, Sam (17 January 2020). "Maguire to be new United captain". Manchester United. https://www.manutd.com/en/news/detail/harry-maguire-confirmed-as-new-man-utd-captain. Heintað 17 January 2020.
- ↑ Bostock, Adam (1 June 2020). "Confirmed: United extend Ighalo loan deal". Manchester United. https://www.manutd.com/en/news/detail/man-utd-extend-odion-ighalo-loan-from-shanghai-greenland-shenhua. Heintað 1 June 2020.
- ↑ Barnes et al. (2001), pp. 54–57.