Ballon d'Or
Ballon d'Or (Tann Gylti Bólturin) og ofta nevndur sum Ársins evropeiski fótbóltsleikari, var ein árligur fótbóltsvirðisløn, sum varð latin til tann leikaran ið fekk flestar atkvøður um at hava verið besti fótbóltsleikarin í einum kalendaraári. Tað var ábyrgdarblaðstjórin á France Football, Gabriel Hanot, ið fann uppá henda prísin, tá hann bað sínar starvsfelagar um at atkvøða fyri tí besta fótbóltsleikaranum í Evropa í 1956. Fyrsti vinnarin gjørdist Stanley Matthews frá FC Blackpool. Virðislønin varð latin frá 1956 til 2009.
Upprunaliga kundu ítróttajournalistarnir bert geva sínar atkvøður til evropeiskir leikarar, sum spældu í evropeiskum feløgum, sum eisini hevði tað avleiðing, at leikarar sum Diego Maradona (sum spældi fótbólt í einum evropeiskum felag, men ikki var evropeari) og Pelé (ið hvørki spældi í ella var úr Evropa) ikki kundi vinna heiðurslønina. Ein broyting í reglunum í 1995, førdi til at ikki-evropeiskir leikarar, fingu møguleika at vinna heiðurin, um teir spældu við einum evropeiskum felag. Tann fyrsti ikki-evropeiski leikarin, ið vann virðislønina var George Weah úr Liberia, ið spældi við A.C. Milan tað árið. Í 2007 fingu allir leikarar í heiminum møguleika at vinna virðislønina, og talið av journalistum ið høvdu atkvøðurætt vaks eisini; 96 journalistar úr øllum heiminum valdu teirra topp-5 leikarar, í mun til árið fyri, tá ið 52 evropeiskir journalistar atkvøddu.
Tríggir leikarar hava vunnið virðislønina tríggjar ferðir: Johan Cruyff, Michel Platini og Marco van Basten. Platini er tann einasti leikarin, ið hevur vunnið virðislønina trý ár á rað, tá hann vann prísin frá 1983 til 1985. Ronaldo gjørdist í 1997 tann fyrsti brasilski leikarin, ið vann prísin, eftir at ikki-evropeiskir leikarar fingu høvi til at vinna.
Við sjey í part eru tað týskir og niðurlendskir leikarar, ið hava vunnið gullbóltin hjá franska tíðarritinum flestar ferðir. Tey italsku feløgini Juventus og Milan hava vunnið flest heitið; seks leikarar hava vunnið 8 virðislønir, meðan teir hava spælt við hesi feløg. Tann síðsti ið vann gullbóltin var Lionel Messi, hann var tann triði argentinarin, ið vann heiðurin, men tann fyrsti argentinski statsborgarin.
Í 2010 vóru Ballon d'Or FIFA World Player of the Year hjá monnunum sligin saman til eina virðisløn, og heimsins besti mannligi fótbóltsleikarin hevur síðan vunnið FIFA Ballon d'Or hvørt ár. UEFA upprættaði í 2011 UEFA Ársins leikari í Evropa-virðislønina.
Listi yvir virðirslønamóttakarar
rætta- Ár: Árið, ið leikarin varð heiðraður
- Navn: Navnið á fótbóltsleikaranum
- Tjóðskapur: Tjóðskapurin hjá vinnandi leikaranum
- Felag: Felagið, har tann heiðraði leikarin var aktivur. Tá ein leikari hevur spælt fyri fleiri feløg, verður tað fyrsta felagið nevnt.
- Annaðpláss og Triðjapláss: Leikarar, ið vóru á øðrum og triðjaplássi.
- Grøn markering: Grøn markering vísir, at leikarin sama árið varð kosin FIFA World Player of the Year, hesin heiðurin varð latin árini 1991 til 2009.