Lat upp høvuðsmeny

Franz Anton Beckenbauer (Týsk úttala: [fʁant͡s ˈbɛkənˌbaʊ̯ɐ]; føddur 11. september 1945) er ein týskur fyrrverandi yrkisfótbóltsleikari og venjari. Tíðliga í fótbóltsyrkisleiðini fekk hann kelinavnið Der Kaiser ("Keisarin") vegna hansara vakra stíl, yvirræði og leiðaraevni á vøllinum, og eisini av tí at fornavn hansara "Franz" minnir um eysturríkskir keisarar. Hann verður av mongum mettur at vera ein av teimum bestu fótbóltsleikarunum í søguni.[1][2] Ein fjøltáttaður leikari, ið byrjaði sum miðvallaleikari, men bleiv seinni kendur sum ein góður miðverjuleikari. Hann verður ofta sagdur at vera tann ið uppfann leiklutin hjá nútíðar sviparanum ella libero.[3]

Franz Beckenbauer
14-01-10-tbh-013.jpg
Beckenbauer í 2014.
Persónlig kunning
Fult navnFranz Anton Beckenbauer
Føðingardagur (1945-09-11) 11. september 1945 (aldur 74)
FøðistaðurMünchen, Týskland
Hædd181 m (593 ft 10 in)
PlássSvipari
Ungdómsyrkisleið
1951–1959SC 1906 München
1959–1964Bayern München
Yrkisleið, vaksnamannafótbóltur*
ÁrFelagDystir(Mál)
1964–1977Bayern München439(64)
1977–1980New York Cosmos80(17)
1980–1982Hamburger SV28(0)
1983New York Cosmos25(2)
Tilsamans572(83)
Landslið
1964Vesturtýskland Ung3(3)
1965Vesturtýskland B2(0)
1965–1977Vesturtýskland103(14)
Venjari
1984–1990Vesturtýskland
1990–1991Marseille
1993–1994Bayern München
1996Bayern München
* Senior club appearances and goals counted for the domestic league only.
† Dystir (Mál).

Tvær ferðir varð hann útnevndur Ársins evropeiski fótbóltsleikari. Hann spældi 93 landsdystir fyri Vesturtýskland og spældi í trimum heimsmeistaraskapum. Hann er annar av tveimum monnum, saman við brasilska Mário Zagallo, ið hevur vunnið heimsmeistaraskapin bæði sum leikari og venjari; hann lyfti HM-steypin sum liðskipari í 1974, og endurtók avreksverkið sum venjari í 1990. Hann var tann fyrsti liðskiparin, ið vann bæði HM og EM í fótbólti á altjóða støði og European Cup fyri feløg. Hann varð nevndur í Heimsliðið úr 20. øld (World Team of the 20th Century) í 1998, Dreymaliðið (FIFA World Cup Dream Team) í 2002, og í 2004 kom hann á FIFA 100 listan yvir heimsins bestu fótbóltsleikarar á lívi.[4]

Altjóða málRætta

Mál og úrslit talva. Málini hjá Týsklandi vísast fyrst:
# Dagur Vøllur Mótstøðulið Mál Úrslit Kapping
1. 23. mars 1966 Rotterdam, Niðurlond   Niðurlond 3–1 4–2 Vinardystur
2. 23. mars 1966 Rotterdam, Niðurlond   Niðurlond 4–2 4–2 Vinardystur
3. 4. mai 1966 Dublin, Lýðveldið Írland   Írland 2–0 4–0 Vinardystur
4. 12. juli 1966 Sheffield, Ongland   Sveis 3–0 5–0 HM í fótbólti 1966
5. 12. juli 1966 Sheffield, Ongland   Sveis 4–0 5–0 HM í fótbólti 1966
6. 23. juli 1966 Sheffield, Ongland   Uruguei 2–0 4–0 HM í fótbólti 1966
7. 25. juli 1966 Liverpool, Ongland   Sovjetsamveldið 2–0 2–1 HM í fótbólti 1966
8. 1. juni 1968 Hanover, Týskland   Ongland 1–0 1–0 Vinardystur
9. 14. juni 1970 León, Meksiko   Ongland 1–2 3–2 (l.l.t.) HM í fótbólti 1970
10. 22. november 1970 Athen, Grikkaland   Grikkaland 3–1 3–1 Vinardystur
11. 22. juni 1971 Oslo, Noreg   Noreg 3–0 7–1 Vinardystur
12. 30. juni 1971 Keypmannahavn, Danmark   Danmark 3–1 3–1 Vinardystur
13. 12. mai 1973 Hamburg, Týskland   Bulgaria 1–0 3–0 Vinardystur
14. 6. oktober 1976 Cardiff, Wales   Wales 1–0 2–0 Vinardystur

KeldurRætta

  1. "Der Kaiser, the brains behind Germany". FIFA. http://www.fifa.com/classicfootball/players/player=25113/. Heintað 24 July 2009. 
  2. Lawton, James (3 June 2006). "Franz Beckenbauer: The Kaiser". The Independent (UK). http://www.independent.co.uk/news/people/profiles/franz-beckenbauer-the-kaiser-480839.html. Heintað 24 July 2009. 
  3. "Franz Beckenbauer bio". ifhof.com – International Football Hall of Fame. http://www.ifhof.com/hof/beckenbauer.asp. Heintað 29 March 2008. 
  4. "Pele's list of the greatest". BBC Sport. 4 March 2004. http://news.bbc.co.uk/sport2/hi/football/3533891.stm. Heintað 16 November 2013. 


Sí miðlasavnið