Arizona (enskt: State of Arizona), á føroyskum ofta stavaður Arisona, er ein lutstatur í Sambandsríkinum Amerika við umleið 6,39 millionum íbúgvum (2010). Í suðri hevur Arizona mark við Meksiko, í norðri við Utah, í eystri við New Mexico og í vestri við Kalifornia og Nevada. Fleiri enn 5 mál verða talað, men høvuðssmálið er enskt, sum er móðurmál hjá um 75 % av fólkinum. Enskt er alment mál; men mong tala eisini spanskt og navaho. Spanskt er móðurmál hjá umleið 20 %.

Flagg Skjøldur
Land: USA
Alment mál: Enskt
Høvuðsstaður: Phoenix
Størsti býur: Phoenix
Innlimað: 14. februar 1912
Guvernørur: Jan Brewer (R)
Vídd: 295 254 km²
Íbúgvar (2010): 6 392 017
fyri km²: 22/km²
Tíðarzona: UTC -7/-8
Heimasíða: www.az.gov Archived 2006-12-16 at the Wayback Machine

Størsti býur og høvuðsstaður er Phoenix. Í Phoenix og økinum rundanum búgva 4,17 mió. fólk. Aðrir stórir býir er Tucson, Mesa, Glendale, Chandler og Scottsdale. Har er eisini Grand Canyon. Tað er ein 16 kilometrar long og upp til 1800 metrar djúp gjógv, á enskum nevnd canyon. Grand Canyon er vorðin til av Koloradoánni, sum í milliardir av árum hevur máað seg djúpt niður í lendið. Eyknevni hjá Arizona er Grand-Canyon-staturin (enskt: The Grand Canyon State).

Landalæra

rætta
 
Grand Canyon. Máan og brýning í reytt sandgrýti og kálkgrýti hava myndað hetta stórfingna landslag.

Um 90 % av statinum er heit og turr sandoyðimørk. Størstu oyðimerkurnar eru Paintedoyðimørk (enskt; Painted Desert) fyri norðan og Sonoranoyðimørk (enskt; Sonoran Desert) fyri sunnan. Einaferð livdu bara dýr, sum høvdu lagað seg til hitan, í Sonoroanoyðimørk. Nú er Phoenix í Suðurarizona ímillum teir býir í USA, sum vaksa skjótast, hóast hann er mítt í oyðimørkini. Fólkavøksturin frá 1960 til 1990 var heili 300 %. Ein av atvoldunum til, at Coloradoá er byrgd og ikki longur rennur í havið, er nógva vatnnýtslan í Phoenix.

Djúpa og breiða gjógvin Grand Canyon í Norðurarizona varð til fyri milliónum árum síðan, so hvørt sum vatnið úr Coloradoánni máaði seg niður í klettin. Í støðum er gjógvin 1600 metrar djúp og hevur máað seg niður ígjøgnum klett, sum er 2000 milliónir ára gamal. Fjølbroyttar steinrenningar, funnar í bergvegginum, siga frá skiftandi jarðfrøðini í Grand Canyon.

Hægsta fjallið er Humphreys Peak í Kachina Peaks Wilderness í Miðarizona. Humphreys Peak er góðar 3 800 metrar høgt.

Landslutir

rætta
 
Landslutir í Arizona.
 
Arizona State Capitol. Í hesum húsunum í býnum Phoenix heldur ríkisstjórnin í Arizona til.

Arizona hevur 15 counties (landslutir):

Fylki í Arizona
County Høvuðsstaður Grundað Fólkatal (2000) Brotpartur Vídd (km2) Brotpartur
Apache St. Johns   1879        69 423     1,17 %    29 055     9,84 %
Cochise Bisbee   1881      117 755     1,98 %    16 107     5,46 %
Coconino Flagstaff   1891      116 320     1,96 %    48 332   16,37 %
Gila Globe   1881        51 335     0,86 %    12 422     4,21 %
Graham Safford   1881        33 489     0,56 %    12 020     4,07 %
Greenlee Clifton   1909          8 547     0,14 %      4 786     1,62 %
La Paz Parker   1983        19 715     0,33 %    11 689     3,96 %
Maricopa Phoenix   1871   3 880 181   65,34 %    23 890     8,09 %
Mohave Kingman   1864      155 032     2,61 %    34 887   11,82 %
Navajo Holbrook   1895        97 470     1,64 %    25 794     8,74 %
Pima Tucson   1864      843 746   14,21 %    23 800     8,06 %
Pinal Florence   1875      179 727     3,03 %    13 919     4,71 %
Santa Cruz Nogales   1899        36 381     0,65 %      3 206     1,09 %
Yavapai Prescott   1865      167 517     2,82 %    21 052     7,13 %
Yuma Yuma   1864      160 026     2,69 %    14 294     4,84 %
Tilsamans: 15   5 938 664  295 252

Indiánarnir

rætta

Í Arizona vóru fleiri ættarbólkar, sum dyrkaðu jørðina. Puebloindiánarnir høvdu byrgt áir og grivið veitir. Tá ið so turkur kom, veittu teir vatnið út á lendið. Puebloindiánarnir vóru friðarfólk, men teir ræddust at apasjarnar skuldu leypa á. Teir vóru grannar. Pueblo merkir "bygd". Suðuri hevði hohokamfólkið stóra framgongd, tí at tey vóru dugandi bøndur. Grannatjóð teirra, pueblofólkið, bygdi stór hús, sum vóru áføst og í fleiri hæddum. Húsini vóru av leiri og flættaðum kvistum og stóðu í grunnum gryvjum. Hohokamfólkið livdi í Suðurarizona frá um 100 f.Kr. til um 1400. Flestu teirra hildu til í tí fruktagóða Gilaáardali.

Um 800 búsettu tey seg aðrastaðni - størsta búsetingin verður nú á døgum kallað SnaketownPinal County). Tey vórðu ávirkað av mentanum longri suðuri í Meksiko. Tað sæst á lutum og útbúnaði úr leiri, vovnum klæði og vøllunum, teir gjørdu til meksikanskar bóltleikir. Fornfrøðingar vita ikki, hvør lagna teirra var. Tí verður mentanin nevnd hohokam, ið merkir "tey horvnu". Á hohokamverkstøðunum vórðu gjørdir lutir úr reyðum og brúngulum leiri, sum vórðu prýddir við myndum av dýrum og fólki. Mynstrini í hohokamklæðunum vóru týðiliga eftir meksikanskari list. Við tað, at hohokam bøndurnir veittu vatn á velturnar, heystaðu teir tvær ferðir um árið: fyrru ferð um várið, tá ið kavin tíðnaði, og áirnar floymdu upp um áarbakkarnar, aðru fer seint á sumri, tá ið tað regnaði illa. Teir veltu korn, tubakk, bønir og bummull. Hohokamfólkið velti eisini mais.

Hohokamar funnu upp kynstrið at brenna myndir við sýru. Teir sýrubrendu skeljar, sum teir keyptu frá fólki á vesturstrondini. Djór vórðu málað við tjøru á skeljar. So varð skelin dyppað í tynta sýru, sum brendi burtur tað ómálaða, og tað málaða varð verandi eftir. Hohokamfólkið málaði seg um kroppin, tá ið tey skuldu til kappleikir og halda átrúnaðarligar høgtíðsdagar. Hohokambøndurnir byrgdu veitirnar við flættaðum mottum. Soleiðis veittu teir vatnið av einari veltu á aðra.

Innliman

rætta

Arizona var einaferð spanskt hjáland. Tá ið Meksiko tók loysing frá Spania 1821, var Arizona partur av Meksiko. Í 1845 bað Arizona um at verða limað inn í USA. Tað varð atvold til kríggj ímillum Meksiko og USA í 1846-1848. Meksiko tapti. Arizona bleiv alment lutstatur í USA 14. februar í 1912.

 
Coconino National Forest í Norðurarizona.

Fólkið

rætta

15,2 % verða søgd at liva undir fátækramarkinum (2011). 4,1 % av fólkinum eru arbeiðsleys, og miðallívsævin í lutstatinum er 78,93 ár. Undir 1 % av fólkinum eru ikki lesifør. BTÚ fyri hvønn íbúgva í lutstatinum er 31 485 USD. Í januar 2009 búðu 6 500 180 fólk í Arizona. Um 5,63 % vóru indiánar (heimafólkið), 88,74 % vóru av evropeiskari ætt, og hini vóru úr Asia, Afrika og ymiskum oyggjabólkum í Kyrrahavi. Meginparturin av fólkinum er katolikkar, og eini 15 % eru protestantar. 58 % av fólkinum búgva í býum við fleiri enn 100 000 íbúgvum.

Í Arizona eru heilar 54 ymiskar indiánarastammur, og nógvar av teimum tosa hvør sítt mál.

 
Kanab Creek.

Átrúnaðir

rætta

Fólkasamansetning

rætta

Viðgitið fólk úr Arizona

rætta

Politikkur

rætta

Jan Brewer (føddur 26. september 1944 í Hollywood, Kalifornia) er guvernørur. Hon umboðar republikanararnar.

Staturin hevur í 2010 samtykt eina lóg, ið krevur at innflytarar skulu hava skjøl á sær, sum prógva at teir hava loyvi til at vera í USA. Løgreglan skal spyrja øll tey, sum hon kortini steðgar av einhvørjari orsøk, og heldur sær út til at kunna vera ein innflytari, hvørt tey hava hesi pappírini. Hava innflytarar ikki pappírini á sær, fáa teir bót. Fleiri býir í USA hava sett handilsforboð móti Arizona, og Barack Obama hevur funnist harðliga at lóggávuni. Líknandi lóggávur eru hinvegin galdandi í fleiri evropeiskum londum.

Valúrslitið 1960-2008
Ár Republikanarnar Demokratarnar
2008 53,60% 1 230 111 45,12% 1 034 707
2004 54,87% 1 104 294 44,40% 893 524
2000 50,95% 781 652 44,67% 685 341
1996 44,29% 622 073 46,52% 653 288
1992 38,47% 572 086 36,52% 543 050
1988 59,95% 702 541 38,74% 454 029
1984 66,42% 681 416 32,54% 333 854
1980 60,61% 529 688 28,24% 246 843
1976 56,37% 418 642 39,80% 295 602
1972 61,64% 402 812 30,38% 198 540
1968 54,78% 266 721 35,02% 170 514
1964 50,45% 242 535 49,45% 237 753
1960 55,52% 221 241 44,36% 176 781

Hygg eisini at

rætta

Bøkur

rætta
  • Bayless, Betsy, 1998, Arizona Blue Book, 1997-1998. Phoenix, Arizona.
  • McIntyre, Allan J., 2008, The Tohono O'odham and Pimeria Alta. Arcadia Publishing, Charleston, South Carolina. (ISBN 978-0-7385-5633-8).
  • Miller, Tom (editor), 1986, Arizona: The Land and the People. University of Arizona Press, Tucson. (ISBN 0-8165-1004-0).
  • Officer, James E., 1987, Hispanic Arizona, 1536-1856. University of Arizona Press, Tucson. (ISBN 0-8165-0981-6).
  • Thomas, David M. (editor), 2003, Arizona Legislative Manual. In Arizona Phoenix, Arizona, Arizona Legislative Council. Google Print. Retrieved January 16, 2006.
  • Trimble, Marshall, 1998, Arizona, A Cavalcade of History. Treasure Chest Publications, Tucson, Arizona. (ISBN 0-918080-43-6).
  • Woosley, Anne I., 2008, Early Tucson. Arcadia Publishing, Charleston, South Carolina. (ISBN 0-7385-5646-7).

Ávísingar úteftir

rætta

Keldur

rætta

Myndasavn

rætta

Sí eisini

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið