Paulus ápostul

(Ávíst frá Paulus apostul)





Paulus ápostul við svørði sínum. Bókin vísir til skriftirnar, og svørðið kann merkja, at Paulus varð dripin við svørði.

Paulus ápostul (f. 10-5 f.Kr. í Tarsus, d. 67 e. Kr. í Róm), eisini kent sum Paulus úr Tarsusgrikskum Σαῦλος Ταρσεύς), verður tann ápostulin, sum fyrst og fremst fær tann kristna boðskapin út í nógv lond og til nógv fólkasløg. [1] Paulus ápostul æt upprunaliga Sául ella Saulus (hebraiskt: שָׁאוּל). Eftir at hann tók við kristnari trúgv, broytti hann navnið til Paulus. Páll æt hann fyrr, sum orðið pálsmessa sýnir. Kall Paulusar var at kunngera evangeliið millum heidningarnar. Paulus er m.a. kendur fyri tær mongu kristnu samkomurnar, han læt stovna í londunum við Miðjarðarhavi. Tað var eisini í hesum sambandi, hann skrivaði síni mong brøv; Nýggja Testamenti hevur 27 ymiskar bøkur og brøv. Av hesum standa 13 brøv í Paulusar navni. Kjak er um, Paulus hevur skrivað øll hesi brøv­ini, tí tá í tíðini var vanligt at skriva tekstir í navninum á persón­inum, sum var íblásturin til tekstin. Brøv Paulusar geva okkum eina góða mynd av teimum fyrstu árunum hjá kristnu kirkjuni. Hesi brøv verða hildin at vera tann elsti parturin av Nýggja Testamenti.

Saulus, sum seinni fekk navnið Paulus, var uttan iva ein av teimum sum, eftir at Jesus var farin til himmals, hevði størstu ávirkanina á kristnu boð­anina og tulkingina av kristni trúnni. Lív hansara og tað, sum hann skriv­aði, er vorðið nógv granskað. Fólk hava kjakast um tað, og tað hevur eisini verið brúkt til andaligan íblástur. Tað, vit vita um Paulus, er frá brøvum hansara og Ápostlasøguni. Tann seinna helvtin av Ápostlasøguni snýr seg mest um Paulus. Hann var føddur í Tarsus, einum lítlum býi við Miðjarðarhavið á suðurstrond Lítla Ásia. [2] Í dag er Tarsus ein bygd í Turkalandi. Paulus livdi um somu tíð sum Jesus. Foreldur hansara vóru jødar. Vit vita, at Paulus var væl lærdur maður, og helst hevur hann lært at lesa jødisku bíbliuna, Tora, í sýnagoguni.

Paulus sigst hava verið lítil á vøkstri, skallutur og hjólbeintur, og hann hevði langa smala nøs. Eygnabrýrnar vóru nærum samanvaksnar. [3][4] Eingin veit við vissu, hvussu Paulus doyði, men sannlíkt er, at hann varð hálshøgdur í Róm í 67 e.Kr., dømdur til deyða fyri trúgv sína. [5]

Uppvøksturin í Suðurturkalandi



rætta
 
Sankt Paulus-kirkjan í Tarsus.

Hildið verður, at Paulus varð føddur í býnum Tarsus í Lítla Ásia í 5 f.Kr., har sum hann eisini vaks upp. [6] Tarsus var ein vakur og mætur býur. Í dag er Tarsus ein bygd í Suðurturkalandi. Paulus var jødi, men var eisini føddur rómverskur borgari. Paulus hevði jødiska navnið Saulus. Hann var kallaður upp eftir kong Saul, sum var fyrsti jødiski kongurin. Familjan hoyrdi til diasporajødarnir, tað vil siga, teir búðu uttanfyri Ísrael. Paulus varð kallaður Saul, men tá ið hann byrjar tænastu sína í millum heidningarnar, nýtir Lukas navnið Paulus. Familjan hevði rómverskan borgararætt. Hóast Paulus sum ungur livdi í einum jødiskum umhvørvi, kendi hann bæði ymiskar mentanir og átrúnaðir. Tarsus var tá, sum aðrir stórir býir í Miðalhavsøkinum, kendur fyri mentanarligt og átrúnaðarligt fjøl­broytni. Paulus varð føddur inn í eina hellenistiska mentan, sum er ein griksk mentan. Hetta var veruleikanum ein tíð, tá grikskt varð blandað við rómverska og orientalska mentan. Eins og í dag var eisini eitt slag av átrúnaðarligari pluralismu í Tarsus. Paulus var eisini fariseari. Longu sum ungur fór hann til Jerúsalem at út­ búgva seg sum skriftlærdan hjá lærumeistara sínum Gamaliel. [7]

Útbúgvingin í Ísrael

rætta

Paulus var ein rætttrúgvandi fariseari. Sum ungur kom Paulus í læru hjá Gamaliel, einum skriftlærdum manni í Jerúsalem. Her fekk hann innlit í alt Gamla Testamenti (Tora) og aðrar jødiskar siðvenjur. Hann skuldi verða rabbini, átrúnaðarligur lærari í sýnagoguna. Uppgávan hjá rabbinum er at vera kønir í Móselógini og at læra aðrar jødar, hvat teir kunnu gera og ikki. Paulus kann hava verið í Jerúsalem um somu tíð, sum Jesus, men tað er ikki sannlíkt, at teir hittust, ella at Paulus hevði áhuga í lívi hansara. Fyri Paulus var Jesus óivað bara ein av teimum mongu ferða­prædiku­ monn­unum. Møguliga hevur hann heldur ikki havt áhuga í ella vitað av krossfestingini, tí hetta hendi so ofta. Paulus var ein raskur næmingur og hevði gott skil á skriftunum í Gamla Testamenti, og kom hetta honum væl við, tá ið hann eftir umvending sína kundi vísa á, hvussu boðað hevði verið um komu frelsarans feiri ferðir í Gamla Testamenti. Hildið verður, at Paulus dugdi feiri mál, hebraiskt, sum var málið gomlu skriftirnar vóru skrivaðar á, arameiskt, ið var tað málið, tey nýttu í Jerúsalem, har hann ofta vitjaði, og grikskt, ið var tað málið, ið nýtt varð, har hann vaks upp. Paulus var eisini vandur upp við teirri fjølbroyttu mentan, sum ráddi kring Miðjarðarhavið. Alt hetta gjørdi, at hann hevði allar fortreytir at gerast mikil trúboðari.



Paulus forfylgir teimum kristnu

rætta



Paulus var ógvuliga trúgvur móti læru farisearanna. Hetta var ein høvuðsorsøk til, at hann søkti at teimum kristnu. Við hóttanum um morð søkti hann at teimum kristnu, og setti mong í fangahús. Hann háðaði tey kristnu í trúgv teirra á tann krossfesta Jesus og royndi við at píska ella berja tey av at fáa tey at spotta Jesus. Eisini var hann fyri, at tey kristnu skuldu verða tikin av døgum. Sjálvur segði hann seinni, tá ið hann mintist aftur á hesa tíðina, at hann var serstakliga íðin at halda lóg fedranna og at fáa onnur at gera tað sama. Paulus viðgekk, at tá ið hann háðaði og søkti at teimum kristnu, var tað tí hann sum vantrúgvin ikki visti, hvat hann gjørdi. Paulus var á veg til Damaskus í Sýria at søkja at teimum kristnu. Har sá hann eitt bjart ljós skína av himli, og hann hoyrdi eina rødd, sum segði: "Saul, Saul, hví søkir tú at mær". [8] Her møtti Paulus Jesusi og gjørdist ein av teimum, sum hann fyrr hevði søkt at. Eftir hetta varð hann nevndur Paulus. Damskus var ein týdningarmikil handilsbýur. Hann verður mettur at vera ein av heimsins elstu býum. Býurin liggur á einum fruktagóðum slætta, og gjørdist tíðliga í tíðini miðstaður fyri handilsvirksemi í Eystur­londum.



Paulus verður umvendur

rætta
 
Paulus tekur við kristnu trúnni. Michelangelo, 1542.



Eftir tiltiknu hendingina á ferðini til Damaskus, har Paulus var steðgaður av einum bjørtum ljósi og hoyrdi Jesu rødd, mátti Paulus sanna, at Jesus var tann Messias, ið lovaður var jødunum. Hann læt seg doypa í Jesu navni og nýtti nú rómverska navnið Paulus. Longu í Áps. 9 verður sagt frá umvending Paulusar, og tað verður endurtikið í 22. og 26. kap. Eftir dópin fór Paulus eins og Jesus, tá ið hann var doyptur, út í oyðimørkina at vera eina tíð, áðrenn hann steig alment fram og byrjaði at prædika. Tey fyrstu hann prædikaði fyri, tá ið hann kom aftur til Damaskus, vóru egnu landsmenn hansara. Hann greiddi frá, at Jesus var Guds sonur. Hetta var tað, ið Jesus hevði játtað, tá ið hann varð tikin til avhoyringar hjá høvuðsprestunum, og tað var tí, at hann varð dømdur til deyða. Høvuðsprestaráðið metti prædikurnar at vera gudsspottan, sum Paulus eisini helt, áðrenn hann var umvendur. Nú var støða Paulusar ein onnur. Hann, ið fyrr hevði spottað Jesus, vísti honum nú størstan heiður við at nevna hann Guds son. Hann, ið fyrr hevði søkt at Jesu lærusveinum, royndi nú at gerast vinur teirra.

Jødar lógu honum nú eftir lívinum, sum ikki var so løgið. Nú var tað Paulus, ið eftir teirra tykki spottaði Gud, og fyri tílíka gerð var revsingin deyðadómur. Paulus kom síðan til Jerúsalems, har hann hitti Pætur ápostul. Í tvær vikur vóru teir báðir saman, og Pætur, ið hevði fylgt við Jesusi, hevði nógv áhugavert at læra Paulus um Jesu lív og virki. Hetta stimbraði Paulus í avgerðini at bera gleðiboðskapin so langt út um heimin, sum til bar.



Ferðir Paulusar



rætta
 
  Fyrsta prædikuferð. Á fyrstu ferð síni fór Paulus til londini í eystara partinum fram við Miðj­arð­ar­havið og Kýpros.
  Onnur prædikuferð. Á aðru ferðini fór Paulus saman við Silasi til Makedónia, Akaja og Grikka­land.
  Triðja prædikuferð. Á triðju ferð síni ferðaðist Paulus ymsastaðni í Turkalandi.

Í sambandi við umvending sína varð hann kallaður at gerast heidningatrúðboðari. Seinasti parturin av Áposlasøguni er fyrst og fremst um ymissu prædikuferðir Paulusar í tænastu gleðiboðskaparins. Tað var strævið hjá Paulusi at ferðast og prædika. Náttarvøka, kuldi, svongd og tosti vóru gerandiskostur. Fleiri ferðir var hann tveittur í fangahús, har hann var sligin og bukaður, og mangan var hann í deyðavanda. Allastaðni, har Paulus kom, stovnaði hann nýggjar samkomur, og mangan skrivaði hann teimum brøv ella kom aftur á vitjan at hjálpa teimum við ymiskum, ið tørvur var á. Ikki minst hugsaði hann nógv um, hvussu tey høvdu tað andaliga. Paulus ferðaðist ikki sum best bar til. Hann byrjaði í teimum støðum, ið lógu næst Antiokia, og haðani fór hann til Lítla Ásia. Síðani fór hann til Grikkalands og Róm.

Eftir hesar prædikuferðir verður Paulus settur í fangahús í Jerúsalem, og eftir tvey ára fangilsi í Kesarea, skjýtur hann mál sítt til keisaran og verður førdur til Róm, har Ápostlasøgan endar. Róm­verski herhøvdingin, Felix, og landshøvdingin, Festus, drálaðu við at fella dóm í sakini, tí teir vildu vinna vælvild hjá jødum. Hann fór sum fangi við einum skipi, sum sigldi við korni. Á Malta strandaðu teir. Komin til Róm, varð Paulus settur í varðhald, har hann skrivaði fleiri av brøvum sínum. [9]

  • Fyrsta ferð: Prædikuferðin til Kýprosar og í Lítla Ásia endar við ápostlafundinum í Ísrael, ið viðgjørdi tann týdningarmikla spurningin, um heidningar áttu at halda Móselóg. Allastaðni, har Paulus kom, stovnaði hann nýggjar samkomur.

  • Onnur ferð: Steðgað verður hjá kirkjuliðunum á fyrstu prædikuferðini, og tey fáa boð frá ápostlafundinum. Ráðlegging viðvíkjandi prædikuferðum í strandalondunum við Grikkalandshav, har bíðingarstøðini eru Tessalónika, Athen, Efesus, Filippi, Berøa og Korint. Ferðin vardi óivað í nøkur ár.
  • Triðja ferð: Kirkjuliðunum, ið sett vórðu á stovn á aðru ferð Paulusar, verður aftur steðgað hjá. Á triðju ferð síni ferðaðist Paulus í Ásia. Eitt skifti búði hann í Efesus.



Brøv Paulusar


rætta

Hildið verður, at Paulus hevur skrivað flestu bøkurnar í Nýggja Testamenti. Hesar bøkur verða nevndar brøv. Nýggja Testamenti hevur 27 ymiskar bøkur og brøv. Av hesum standa 13 brøv í Paulusar navni. Kjak er um, Paulus hevur skrivað øll hesi brøv­ini, tí tá í tíðini var vanligt at skriva tekstir í navninum á persón­inum, sum var íblásturin til tekstin. [10] Hesi brøv fingu nøvn eftir, hvørjum tey vóru ætlað. Soleiðis eitur brævið til samkomuna í Róm Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja, ofta stytt til Rómverjabrævið, og brøv til samkomuna í Korint Fyrra bræv Paulusar ápostuls til Korintmanna og Seinna bræv Paulusar til Korintmanna, ofta stytt til Fyrra Korintbræv og Seinna Korintbræv. 1 bræv hevur hann skrivað til kirkjuliðið í Róm, 2 brøv hevur hann skrivað til kirkjuliðið í Kortint, 1 bræv hevur hann skrivað til kirkjuliðið í Galatalandi, 1 bræv hevur hann skrivað til kirkjuliðið í Efesus, 1 bræv hevur hann skrivað til kirkjuliðið í Filippi, 2 brøv hevur hann skrivað til kirkjuliðið í Tessalónika, 1 bræv hevur hann skrivað til kirkjuliðið í Kolossa, 2 brøv hevur hann skrivað til Timoteusar, 1 bræv hevur hann skrivað til Titusar og 1 bræv hevur hann skrivað til Filemons.



Støð, har Paulus skrivaði síni brøv: Turkaland (Galatabrævið og 1. Korintbræv), Lýðveldið Makedónia (2. Korintbræv og Titusbrævið) , Grikkaland (1. Tessalónikabræv og Rómverjabrævið) og Róm (Filippibrævið og Filemonsbrævið).

Brøv, ið Paulus skrivaði

rætta

* kjak er um, Paulus hevur skrivað hesi brøv­ini.

Kelduávísingar

rætta
  1. http://global.britannica.com/EBchecked/topic/447019/Saint-Paul-the-Apostle
  2. https://www.biblegateway.com/passage/?search=Acts+22%3A3&version=ESV
  3. http://biblehub.com/library/schaff/history_of_the_christian_church_volume_i/section_30_paul_before_his.htm
  4. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-01-05. https://web.archive.org/web/20150105030511/http://www.christiantimelines.com/Paul%27s%20physical%20description.htm. Heintað 2014-10-15. 
  5. http://books.google.com/books?id=owS4gojfggEC&pg=PA21&hl=en#v=onepage&q=paul%20beheaded%20%22Tre%20Fontane%20Abbey%22&f=false. Síða 21.
  6. http://www.pbs.org/empires/peterandpaul/footsteps/footsteps_1_1.html
  7. Powell, Mark A. Introducing the New Testament. Grand Rapids, MI: Baker Academic. 2009. ISBN 978-0-8010-2868-7.
  8. https://www.biblegateway.com/passage/?search=Acts+9%3A4%3B22%3A7%3B26%3A14&version=ESV
  9. https://www.biblegateway.com/passage/?search=Acts+28%3A1&version=ESV
  10. "Archive copy". http://gbgm-umc.org/umw/corinthians/paul.stm. Heintað 2014-10-14. 
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið