Pálsmessa er 25. januar. Pálsmessa er hildin til minnis um, at Paulus ápostul vendi um til kristindómin henda dag á ferðini til Damaskus. Tað hevur helst verið umleið ár 35 ella eitt sindur fyrr.

Sagt verður, at súla og lomvigi koma at landi á pálsmessu. Súludagur hevur verið hátíðardagur í Mykinesi, og fyrr var dansað henda dag í Mykinesi.