Efesusbrævið
Efesusbrævið er ætlað teimum heilagu, sum eru í Efesus. Paulus ápostul starvaðist longst í hesum býi, Efesus var høvuðsstaður í landspartinum Ásia og bant saman Ásia og Evropa. Sambært innihaldinum í Efesusbrævinum sæst, at Paulus var fangi um tað mundið, tá ið hann skrivaði brævið. Saman við Filemonsbrævinum, Filippibrævinum og Kolossabrævinum hoyrir Efesusbrævið til tey brøvini, ið Paulus skrivaði, meðan hann sat fangi.
Efesusbrævið hevur ein tríeindan bygnað, tað sigur nógv um Gud sum Faðirin, sonin og heilaga andan. Efesusbrævið er kirkjuliðsbrævið fram um onnur. Tað sigur frá tí meistaraverki, sum eitur kirkjuliðið, og kirkjuliðið verður lýst við sjey myndum, sum bera vitnisburð um kirkjuliðsins dýrd. Brævið er eisini um, hvat Gud hevur hugsað, men eitt veldi arbeiðir ímóti Guds ætlanum til tess at gera tær til einkis. Brævið verður tí endað við at lýsa: tað stríð, vit skulu stríða; teimum herklæðum, ið okkum boðin verða; og tí sigri, ið vit kunnu vinna.