Rutarbók
Rutarbók (hebráiskt מגילת רות) ber navn eftir høvuðskonuni - móabitanum Rut. Í hebráisku Bíbliuni er bókin sett ímillum hátíðarrullurnar. Vanligt var at lesa hana um hvítusunnuhaldið. Í Septuaginta er hon sett beint eftir Dómarabókina og undan Sámuelsbókunum, av tí at hon bindur tær saman (Rutarbók 1,1 og 4,22). Hon er skrivað stutt eftir dómaratíðina. Rutarbók kemur ikki rættiliga upp í tað søguliga verkið, sum er Jósvabók, Dómarabókin, Sámuelsbøkurnar og Kongabøkurnar, men av tí at tilburðirnir í bókini eru, meðan dómararnar ráddu, hoyra hon og Dómarabókin saman. Týdningurin av bíbilska navninum er ókendur, kanska merkir tað vinkona ella trúgv.