Triðja Mósebók
Triðja Mósebók verður í hebráisku Bíbliuni nevnd Wajiiqra. Tað merkir, "og hann kallaði", og soleiðis byrjar eisini bókin. Í Septuaginta eitur hon Leviticon, og tað merkir "levitiska bókin". Hon var fyrst og fremst ein handbók hjá levitiskum prestum. Orðið Leviticus er tað sama orðið á latínskum. 3. Mósebók verður nevnd levitbókin, ikki tí at hon er so nógv um levitar, men heldur tí, at hon er um gudstænastuna, og í gudstænastuni høvdu levitar tað týdningarmesta at gera. Hon er gudstænastubókin í gamla sáttmálanum. Hon sigur frá, hvussu Ísrael skal liva sum heilag tjóð, úrskild til Harrans.
N.T. vísir meira enn 40 ferðir aftur til 3. Mósebók, og næstan øll Bíblian ber dám av henni.
Innihald
rættaOffurtænastan í G.T. er týdningarmesta evnið í 3. Mósebók. Fimm ymiskar offurtænastur verða nevndar - sektaroffur, brennioffur, takkaroffur, grónoffur og syndaoffur. Longu í 2. Mósebók verður sagt frá, hvussu Áron og synir hansara vórðu settir í prestastørv. Í 3. Mósebók er fullfíggjað frágreiðing um prestavígsluna. Fremsta arbeiði teirra var at bera frem offur. Eisini høvdu teir annað týdningmikið arbeiði í halgidóminum og vera andligu lærararnir í Ísrael skildir burtur úr til tænastu Guds og vera Harrans boðum lýdnir.
Talan um offur gongur sum aðaltáttur ígjøgnum alla 3. Mósebók. Forskriftirnar um fagnaðarárið eru eisini í 3. Mósebók.