Evangeliið eftir Markus
Evangeliið eftir Markus er – eftir øllum líkindum – elsta evangeliið. Siðaarvurin er á einum máli um, at høvundurin æt Markus. Fulla navn hansara var Jóhannes Markus, og hann var ættaður úr Jerúsalem. Gitt hevur verið, at hann var hin navnleysi unglingin, sum umrøddur er í 14:51. Hús móður hansara var samkomustaður hjá oddamonnum í kirkjuliðinum eftir hvítusunnu.
Sjálvur hevur Markus havt gott samband við t.d. bæði Pætur og Paulus. Hann var m.a. við á fyrstu trúboðaraferð Paulusar. Eingin veit, hví hann skildist frá Paulusi og fór aftur til Jerúsalems, men seinni er hann komin saman aftur við Paulusi, tá ið Paulus situr fangi í Róm. Tað er púra greitt, at Markus er ávirkaður av munnligu boðan Pæturs, bæði í sniði og bygging. Tað er tí meginpartin eitt evangelium eftir Pætur, men Markus er tulkur. Pætur verður oftari nevndur her enn í nøkrum av hinum evangellinum. Hann er í 10 av teimum 16 kapitlunum, tvær ferðir verður eisini sagt frá, at Jesus vitjar heimbygd hansara Betsaida.
Vanliga verður hildið, at Markus skrivaði evangelium sítt í Róm. Menn eru ymiskir á máli um tíðarfestingina, um tað var fyri ella eftir pínsludeyða Pæturs og Paulusar. Onkuntíð í 60-árunum er tað so í øllum førum skrivað. Markus er vorðin nevndur frásøgumaðurin ímillum evangelistarnar. Tað er lív og flog yvir frásøgnunum. Markus hevur eisini mangar tilburðir, sum hinir evangelistarnir ikki hava. Hann er m.a. tann einasti, ið talar um, at Jesus, tá ið hann varð freistaður í oyðimørkini, var villdýranna millum, og at hann í harðveðrinum á umbroytingarfjallinum vórðu skínandi bjørt, "hvítari enn nakar maður á foldum, sum hevur klæði á bliki, kann fáa tey".
Evangeliið eftir Markus er tað fyrsta, og tað hevur verið ein av teimum týdningarmestu keldunum hjá Lukasi og Matteusi. Sum prógvgrund kann verða nevnt:
- Innihalið: Matteus hevur næstan alt Markusar evangeliið, 661 vers, og Lukas uml. helmingin av Markusar evangeliinum.
- Sama orðalag: Lukas og Matteus endurtaka ofta orð úr Markusar evangeliinum
- Báðir alt hvørt eftir øðrum: Lukas og Matteus fylgja oftast tilgongdini hjá Markusi.