Norðureuropeiskur stutthalaseyður
Norðureuropeiskur stutthalaseyður, er ein bólkur av seyðsløgum við stuttum hala úr Bretsku oyggjunum, Norðurlondum og Baltisku londunum. Tey stava ætlandi frá frumseyðinum ið fólk høvdu við sær til Europa sum húsdjór av háslættunum í núverandi Turkalandi og Iran. Hetta eru harðfør seyðasløg, ið klára seg í harðbalnum lendi og veðurlagi, men slagið er lágvaksið og flestastaðni eru tey nú útskift við størri seyðasløg við longum hala.
Føroyskur seyður er eitt av hesum seyðasløgunum við stuttum hala.
Sløg og alirasur
rætta- Ålandsseyður – Av Ålandi, bæði kyn antin kollut ella hornaseyður. Marglittur við ymiskt littum flekkum.
- Boreray-seyður ið bøndur á St Kilda fyrr hildu, finst nú bara á Boreray. Bæði kyn eru hornaseyður, vanliga hvítur við myrkari gron og beinum, men kann eisini vera almyrkur. Stavar frá uppruna stutthalaða seyðinum á Hebridunum, blandaður við Scottish Blackface.
- Castlemilk Moorit seyður Frá Castlemilk ognini nær Glasgow í Skotlandi. Bæði kyn hornaseyður, morreytt (moorit). Verður hildin sum viðarlundaseyður (parkland animals) frá Manx Loaghtan, Hetlandsseyði og villum Moufloni.
- Cladagh-seyður – Frá Írlandi, yvirlivdi longst á Arann oyggjunum og nakrir framvegis á lívi fyrst í 1970unum. Oftast kollutur, hvíta gron og alhvítur, nakrir tó við øðrum kropslitum.
- Dalskur ullaseyður – Frá Svøriki, eitt av svenska bøseyðaslagnum. Veðrar hornaseyður, ær sum oftast kollutar. Vanliga hvítur á liti, sera sjáldsamur seyður í dag.
- Estiskur Ruhnu seyður – Frá estlendsku oynni Ruhnu. Nakrir veðrar hornaseyður, hvítur ella skjórutur við hvítum høvdi.
- Føroyskur seyður Úr Føroyum, veðrar vanliga hornaseyður, ógvuliga marglittur og við nógvum ymiskum flekkum.
- Finnseyður Úr Finnlandi. Veðrar hornaseyður, ær kollutar, vanliga hvítur í Norðuramerika, ymisklittur í Finnlandi. Ofta tví- og trýlembur, stundum heilt upp í sjey- og nýggjulembur.
- Gotlandsseyður
- Grønladsseyður
- Gute seyður
- Hebriduseyður ella "St Kilda"
- Heidschnucke
- German Grey Heath
- White Polled Heath
- White Horned Heath
- Islendskur seyður
- Dímunarseyður Upprunaseyðurin í Føroyum, livdi sum útilagstur (villur) seyður á Lítlu Dímun inntil hvalbingar og sandvíkingar keyptu oynna frá kongi í 1850 og avtóku slagið stutt aftaná. Meinlíkt Soay seyðnum, kanska beinleiðis eftikomari av europeiska frumseyðinum, ógvuliga smávaksið, svart, bert veðrar hornaseyður.
- Kerry Mountain seyður ella Kerry.
- Manx Loaghtan Frá Isle of Man.
- North Ronaldsay seyður Frá North Ronaldsay í Orknoyum
- Polskur heiðaseyður ella Wrzosówka
- Ouessant seyður'
- Romanov seyður
- Roslag seyður
- Russiskur Viena seyður – From vestur Russlandi. Bæði kyn antin kollut ella hornaseyður. Marglittur við ymiskum gráum og hvítum flekkum.
- Scottish Dunface
- Hetlandsseyður Úr Hetlandi, sum oftast bara veðrarnir ið eru hornaseyður, smávaksið. Marglitt og ymiskt flekkut. Ógvuliga fína ull.
- Skudde – Frá Preussen og Baltisku londunum.
- Spælsau seyður Noreg. Bæði kyn antin kollut ella hornaseyður. Oftast hvítur, men aðrir litir finnast eisini. Finst eisini sum útiløgu seyður við vesturstrond Noregs.
- Soay-seyður av gomlum útilagstum seyðastovni á Soay í St. Kilda í Skotlandi.
- Svenskur bøseyður – Fyrr víða um í Svøríki; finst nú sum smáir bólkar m.o. Gute, Dalskur ullaseyður og Roslag seyður.
- Värmlendskur skógarseyður ella svenskur skógarseyður – úr Värmlandi í Svøríki