Boreray-seyður
Boreray-seyður er eitt seyðaslag (Ovis aries) frá oynni Boreray í St Kilda. Inntil 1930 varð hetta slagið hildið av íbúgvunum á oynni Hirta eisini, men tá ið Hirta avfólkaðist í 1930, bleiv slagið avtikið har og Soay-seyður settur ístaðin. Boreray-seyður er nú sjáldsamasta seyðaslag í Bretlandi, og telur færri enn 300 áseyðir. Í 1970'unum blivu nakrir Boreray-seyðir fluttir til skotska meginlandið fyri at uppbyggja ein stovn har, men enn er stovnurin á Boreray álitið hjá hesum hótta slagnum.