Soay-seyður
Soay-seyður er eitt upprunaligt seyðaslag (Ovis aries) frá oynni Soay í St Kilda. Slagið er meinlíkt tí nú útdeyða Dímunarseyðinum, og eins og Dímunarseyðurin yvirlivdi tí at oyggin var kongsjørð, so yvirlivdi Soay-seyðurin tí at oyggin var ogn hjá eigaranum (Lensharranum), ikki íbúgvunum, av St Kilda.
Oyggin Soay hevur navn eftir seyðinum Sauðey, sum aftur hevur navn eftir oynni, sostatt merkir 'Soay-seyður' í veruleikanum Seyðoy-seyður.