Dímunarseyður var seinasti upprunaseyðurin í Føroyum. Hann yvirlivdi sum útilagstur (villur) seyður á Lítlu Dímun tí at oyggin var kongsjørð og ongin festari var. Oyggin var sett til sølu í 1850, og keyptu hvalbingar og sandvíkingar oynna. Nøkur ár seinni avtóku teir frumseyðin, tað sum ikki fekst í rætt varð skotið. Tríggir av hesum seyðum eru á Føroya Fornminnissavni, veðrur, ær og lamb. Slagið var meinlíkt Soay-seyðinum, kanska beinleiðis eftikomari av europeiska frumseyðinum, slagð var smávaksið og svart.

Dímunarseyður á Føroya Fornminnissavni

Sí eisini

rætta