North Ronaldsay
North Ronaldsay | |
---|---|
Landafrøði
| |
Vídd | 6,9 km² |
Vatn | - %
|
Umsiting | |
Land | Orknoyar |
Íbúgvalæra | |
Fólkatal | 70 (2001) |
Íbúgvatættleiki | 10,1 /km² |
North Ronaldsay (norrønt: Rínansey/Rínarsey) er norðasta oyggin í Orknoyum. Oyggin er 6,9 km², og er nummar fjúrtan oyggin eftir stødd í oyggjabólkinum. Hóast ta ábarna støðu millum Atlantshavið og Norðsjógvin, so er veðurlagið milt og jørðin er eftir umstøðunum fruktagóð. Vegna Golfstreymin er kavi sjáldan at síggja.
Landalæra
rættaNorth Ronaldsay liggur uml. 4 km norðan fyri nærmastu grannaoynna, Sanday. Oyggin er uml. 6,4 km til longdar og hevur tvær stórar sandvíkir, Linklet Bay á eystursíðuni og South Bay á suðursíðuni. Á vestursíðuni er lendið grýtut og nógv sker liggja fram við strondini. Oyggin er lág og har er vindhart, veðurlagið er harðført og skiftir tíðum. Í illfýsna og vandamikla farvatninum kring oynna, eru nógv skip gingin burtur gjøgnum tíðina.
Størsta grendin Hollandstoun, liggur sunnanvert á oynni, uml. miðskeiðis millum flogvøllin og kaiina. Á oynni er eisini eitt fuglaobservatorium.
Søga
rættaSambært Orkneyinga saga drap Torf-Einarr jallur Hálfdan Langbein á North Ronaldsay í 900-talinum, sum hevnd fyri at Hálfdan og bróður hansara Guðreyði Ljómi høvdu dripið Ragnvald Auðsteinsson, pápa Torf-Einar. Søgan byrjaði við at Hálfdan og Guðreyði, ið vóru synir Harald Hárfagra Noregs kong, høvdu stongt Ragnvald inni í húsi sínum og sett eld á tað. Harald, ið illa líkaði hvat synir hansara høvdu gjørt, gav økið hjá Rognvaldi aftur til sonin Tór Ragnvaldsson, meðan Hálfdan flýddi vestur til Orknoyggjarnar og rak burtur Torf-Einar. Frá einum skansa á Caithness bardist Torf-Einar ímóti Hálfdani á oyggjunum. Eftir ein sjóbardaga og ein náðileysan bardaga á landi, fann Torf-Einar út av at Hálfdan hevði fjalt seg á North Ronaldsay. Sambært søgnini varð Hálfdan tikin fangi og ofraður til Óðin sum 'blóð-ørn'.
Holland House varð bygt í 1727 og Old Beacon frá 1789 var triðfyrsti vitin ið Thomas Smith bygdi fyri Commissioners of the Northern Lights.
Ferðasamband
rættaFlogsamband er frá oynni til Kirkwall á Mainland, eins og eitt vikuligt ferjusamband er, eisini til Kirkwall.
The Drystone Dyke (Grótlagingin)
rættaÁrini 1830 – 39 vóru sera trupul ár á North Ronaldsay. Partvíst orsaka av at grótlagingin (the sheep dyke) varð lagað, partvíst av regluni millum aðalin og leigilendingarnar, tað sokallaða jarðarbýtið (landsquaring) var innført. Síðan tað eru nógvar nýggjar reglur settar í gildi. Ein tann fyrsta læt upp fyri teimum meira virðismettu neytunum. Upprunaseyðurin var rikin út um lagingina oman í fjørðina, og har hevur hann livað síðan av at eta tara, sæð burtur frá einari stuttari tíð seint á vári, tá lembingin stendur fyri. Tað løgna er, at lagingin bjargaði gamla seyðaslagnum frá týning! Aðrastaðni á Orknoyggjunum varð seyðaslagið burtur, tí tað var blandað við onnur sløg fyri at betra um slagið. Hettstøddina av kroppinum og upp á framleiðsluna – just sama søgan sum í skandinavisku londunum. Men uttanfyri lagingina yvirlivdi upprunaseyðurin!