Áland
| |||
Tjóðarslagorð: Onki | |||
Tjóðsangur: Ålänningens sång | |||
Alment mál | Svenskt | ||
Høvuðsstaður | Mariehamn | ||
Forseti Finnlands | Tarja Halonen | ||
Landsráðharri | Viveka Eriksson (2007-) | ||
Fullveldi | Onki1 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
6 784 km² 89 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2009 - tættleiki |
27 734 17,9/km² | ||
Gjaldoyra | Evro | ||
Tíðarøki | UTC +2 | ||
Økisnavn á alnetinum | .ax | ||
Telefonkota | +358-18
| ||
1Heimastýri síðani 1921. |
Áland, svenskt: Åland, finskt: Ahvenanmaa er oyggjaland millum Finnland og Svøríki. Áland er partur av Norðurlondum og Norðurevropa, og hoyrir framvegis til Finnland. Áland hevur bara 27.000 íbúgvarar, t.v.s. beint oman fyri helvtina av Føroyum. Áland verður kallað friðaroyggjarnar. Tað er einasta sjálvstýrandi landøki í Evropa, sum er hernaðarfrítt og uttanveltað (neutralt) sambært millumtjóða sáttmála. Ferðavinnan hevur stóran týdning fyri Áland.
So at siga øll á Álandi hava svenskt sum móðurmál, og tá tað kemur til mentanina, so er talan um eina fyrndargamla, svenska mentan. Umleið 27.000 fólk hava heimstað á Álandi, umleið 10.900 av hesum búgva í høvuðsstaðnum, sum nevnist Mariehamn. Samlaða landaøkið er 1527 ferkilometrar. Tað eru heilar 6.757 oyggjar, hólmar og sker, sum hoyra til Áland. Størsta oyggin, sum nevnist Fasta Áland er tó rættiliga stór. Hon er 1.010 ferkilometrar, og er sostatt 2/3 til støddar av samlaða landaøkinum.
Søga
rættaÍ ísøld fyri meira enn 10,000 árum síðani, lá fleiri kilometra tjúkkur ísur oman á Álandi. Ógvusliga tyngdin á ísinum trýsti landið niður og máaði burtur bleytara tilfarið. Fyri umleið 10,000 árum síðani broyttist veðurlagið. Veðrið varð lýggjari, ísurin bráðnaði, og burtur varð tyngdin, sum trýsti niður landið. Spakuliga reis Áland frá botni. Fyri umleið 6000 árum síðani settu fólk búgv í Álandi. Hesir búreisingar vóru veiðumenn úr Finnlandi. Tá vóru bara nakrar fáar lítlar oyggjar komnar undan kavi. 2000 ár seinni var Áland munandi størri. Um hetta mundið fluttu fólk úr Svøríki til oyggjarnar. Útgrevstrar og fornfrøðiligar rannsóknir prógva hetta. Í bronsuøld búðu nógv fólk í Álandi. Fólkið livdi av fiski og kópi. Tá fornfrøðingar gróvu út bústaðir, sum fólk fyri umleið 2500 árum síðani fluttu frá, funnu teir í ruskdungunum frá húsarhaldunum bein av bæði fiski og kópi. Í tíðini eftir ár 500 var stór fólkaflytning til Álands - mest úr Svøríki. Áland fekk svenskt mál og svenska mentan.
Um ár 800-1000 var Áland eitt skipað samfelag og eitt av teimum tættast bygdu økjunum í Norðurlondum. Um hetta mundið funnu víkingar nýggjar handilsleiðir til Miðeysturs. Leiðin gekk úr keypsstøðunum við Eystarasalt, eystur í Finnlandsvíkina, suður í Svartahav og Kaspiskahav eftir stóru russisku áunum og møguliga suður í Persaflógvan. Áland var týðandi millumstøð í hesum handilsferðum. Umleið ár 1000 til 1200 var Danmørk norðurlendskt stórveldi. Møguliga hevur Áland verið partur av danska ríkinum longri ella styttri tíðarskeið í árunum 1000 til 1200. Trúligt er, at Áland fra umleið ár 1200 hoyrdi til Svøríkis, men hevði umfatandi sjálvstýri. Tá slottið á Kastelholm var bygt (slottið verður fyrstu ferð nevnt í 1388), broyttust viðurskiftini nógv í Álandi. Valdið fingu skiftandi svenskir stórmenn á Kastelholmslotti, sum fingu oyggjarnar í len. Slottið varð eisini ætlað at verja Áland móti týskum sjórænarum.
Ár 1700 hevði Svøríki lagt undir seg alt Finnland, part av Russlandi, Baltalondini og tveir týskar landslutir, annar við Eystarasalt og hin við Norðsjógvin. Í 20 ár var Svøríki einsamalt í kríggj ímóti hesum londum: Danmark-Noregi, Póllandi, Russlandi, Proysen og Bretlandi (Hannover). Hesi stríðsárini raktu Áland sera meint. Í 1714 hersettu russar Áland, og næstan alt fólkið flýddi yvir háls og herðar til Svøríkis. Næstan 300 fólk vórðu tikin til fanga - mest konur og børn - og førd til Russlands. Í Álandi rændu russar og løgdu bygdir og garðar í oyði. Á sumri 1718 fóru Svøríki og Russland at tingast um frið. Tingingarnar vóru í Álandi. Sama ár doyði svenski kongurin Karl XII, og tingingarnar steðgaðu. Í 1720 vann svenski herskipaflotin á tí russiska, og kríggið endaði í 1721. Eftir 7 ára útlegd kundu álendingar umsíðir venda heimaftur. Áland var framvegis svenskt land, men var sera illa farið av krígnum. Fyri at bøta um korini hjá álendingum sluppu teir undan at gjalda skatt í 8 ár, og pliktarbeiðið á kongsgørðunum varð tikið av. Í 20 ár var friður í Álandi, og íbúgvatalið vaks skjótt. Í 1727 búðu uml. 6000 fólk í Álandi og í 1790 uml. 11,500 fólk. Tá Svøríki í 1741 aftur fór í kríggj móti Russlandi, toku russar aftur Áland, men hetta kríggið var ikki so drúgt, tað endaði í 1743.
Tá ið sviar taptu kríggið við russar 1808-1809, máttu teir lata russum Áland og Finnland. Áland gjørdist tá partur av russiska stórfúrstadøminum, Finnlandi. Í 1917 avgjørdu álendingar við fólkaatkvøðu, at oyggjarnar skuldu koma aftur undir Svøríki, men Finnland segði tær at vera finskan ríkispart. 96% av teimum, sum høvdu valrætt í Álandi skrivaðu undir eina áheitan um at sleppa burtur úr tí finska ríkinum. Ósemjan varð løgd fyri Millumtjóða Samgonguna, sum í 1921 avgjørdi, at Álandsoyggjarnar skuldu vera finskt land, tó treytað av, at tær fingu tjóðskaparlig minnilutarættindi. Finnland varð tvungið at tryggja álendingum rættin at tosa og skriva svenskt, og rættin at sleppa at varðveita sína mentan, og sínar siðir. Ein altjóða sáttmáli staðfesti eisini, at Áland skuldi vera eitt hernaðarfrítt økið. Ein hin fremsta grundgevingin fyri at lata Áland vera verðandi í finska ríkinum er, at Finnland er tvímálsligt. Í finsku grundlógini eru finsku og svensku málini javnstillaði. Tjóðarsamgongan í Sveis metti soleiðis, at álendingar fóru at vera við til at tryggja rættindini hjá tí svenska minnilutanum í Finnlandi, um teir vóru verðandi partur av finska ríkinum.
Áland fekk heimstýrisskipan í 1921. Fyrstu árini aftaná 1921 vóru álendingar harmir um, at teir ikki gjørdist ein partur av Svøríki, men hetta er broytt við árunum. Oyggjarnar vóru lýstar at vera uttanveltað, avvápnað land við egnum flaggi. Heimastýrisskipanin varð endurnýggjað aftur í 1951. Sambært henni er Áland sjálvstýrandi tjóð í finska ríkinum við egnum lóggávutingi (Landsting) og stjórn (Landskapsstyrelsen). Tað eru alsamt færri finskir embætismenn og politikkarar sum práta svenskt, og viðurskiftini millum álendsku landsstjórnina og finsku ríkisstjórnina eru versnaði seinastu árini. Ein lítil, men vaksandi partur av álendingum heldur, at Áland eigur at taka fult sjálvstýri. Í 2003 kom ein nýggjur álendskur sjálvstýrisflokkur í álendska løgtingið. Flokkurin ”Ålands Framtid” fekk tveir av teimum 30 løgtingssessunum.
Politikkur
rættaÁland er undir finskum stýri, men hevur heimastýri, eins og Føroyar og Grønland. Áland er eisini limur í ES sum partur av finska ríkinum. Álendska heimastýrið ber í sær, at uttanríkismál, verjumál og skattamál eru felagsmál. Áland hevur egið ting, Landsstýrið. 30 landsstýrismenn eru. Í Mariehamn er landsstýrishúsið. Har halda teir 30 landsstýrismenninir fund. Landsstýrið verður valt fjórðahvørt ár. Øll eldri enn 18 ár við álendskum heimarætti hava valrætt. Álendingar velja ein tingmann í finska ríkisdagin. Í Álandi er hvørki hervald ella skansi. Álendsk mannfólk hava ikki herskyldu. Í 1970 gjørdist Áland limur í Norðurlandaráðnum saman við Føroyum og Grønlandi. Hóast tað eru 60 oyggjar sum fólk búgva á, hava álendingar ikki sæð tað neyðugt at hava meira enn eitt sjúkrahús.
Álendingar hava ein ógvuliga serstakan status, sum verður nevndur ”hembygdsrätten”. Heimstaðarrætturin regulerar hvør hevur rætt til at eiga jørð og hús, og hvør kann reka vinnulívsvirksemi á Álandi. Hvør álendingur eigur lut í heimstaðarrættinum, og ein missur hendan rættin, um ein býr uttanfyri Áland í fimm ár. Fyri at fáa heimstaðarrættin aftur - ella sum ikki-álendingur at søkja um hann - so má ein búgva í Álandi í minst fimm ár, vera finskur ríkisborgari, ella kunna standa seg væl í svenska málinum. Heimstaðarrrætturin er skerjandi fyri rættin at stovna eina fyritøku á Álandi. Í øllum partafeløgum, sum eru skrásett í Álandi mugu minst helvtin av teimum sum sita í partafelagsnevndini vera álendingar. Kortini hava flutnings- og bankafyritøkur fingið undantaksloyvi. Ein finskur ríkisborgari, sum hevur flutt til Álands, áðrenn hesin fylti 12 ár, hevur heimstaðarrætt, og viðkomandi sleppur undan at gera hertænastu í finska herinum. Høvuðsendamálið við álendska heimstaðarrættinum, er at verja tann álendska, mentannarliga samleikan, og at forða fyri, at eitt ov stórt tal av teimum, sum hava finskt móðirmál flyta til Àlands, sum er einmálsligt svenskt.
Àlendska løgtingið ræður á nógvum økjum, men á summum økjum er finsk lóg galdandi. Álendska sjálvstýrið verður regulerað við einari serligari sjálvstýrislóg, sum gevur álendingum rætt til at lóggeva á øllum økjum, uttan tey sum lógin tilskilar ikki eru til vanda fyri innaru og uttaru trygdini hjá finska ríkinum. Álendingar hava valdsrættin í løgreglumálum, postmálum, kommunalum skattainnkrevjingum, skúlum, heilsu- og sjúkramálum og útvarps- og sjónvarpsmálum. Finska lógir valda tó, tá talan er um toll, marknaðareftirlit, gjaldoyramál, og á økjum sum fata um revsirætt, arbeiðsrætt og sivilrætt. Finski staturin hevur eitt ríkisumboð á Álandi, sum verður nevndur ”landshøvdingurin”. Lutherska kirkjan á Álandi hoyrir til prestaumdømi í Borgå, som er tað svensktmálsliga prestaumdømið í Finnlandi.
Mentan
rættaLandfrøði
rættaÁland er ein oyggjabólkur, sum liggur í Eystursjónum millum Finnland og Svøríki. Landið er nøkulunda líka stórt sum Føroyar, 1527 ferkilometrar, men oyggjarnar eru ikki minni enn 6.500 í tali, tó eru bert 62 av teimum bygdar. Í Álandi búgva 27.000 fólk (2008). Meginparturin (90 %), býr í Fasta Álandi, sum er tann størsta oyggin. Høvuðsstaður er Mariehamn. Víddin á lendinum er 1.526 km2. Sjógvur, vøtn og áir eru 5.257 km2. Áland veksur, tí undirgrundin verður trýst upp. Størsta oyggin er Áland. Eystur og vestur er hon 45 km, og suður og norður er hon 50 km. Har Áland er hægst, er tað 122 m. 16 kommunur eru í Álandi. Størsta kommunan er Mariehamn, har búgva 11.000 fólk. Í minstu kommununi, Sottunga, búgva 153 fólk. Sottunga er minsta kommunan í Finnlandi.
Kommunur
rættaBúskapur
rættaSjóvinna og ferðavinna hava stóran týdning hjá øllum álendingum. Meiri enn ein millión ferðafólk eru í oyygjahavinum hvørt ár. Teirra trafikkkervi er útbygt soleiðis, at har ferðast yvir 500.000 bilar til oyggjarnar um árið, og yvir 1 millión ferðandi. Ferðafólk koma til Álands at vera í náttúruni, at fiska síl og annað, at spæla golf, at síggja gamlar kirkjur og minnismerki, ella at fara útferð á onkra av nógvu oyggjunum.
Hygg eisini at
rættaÁvisingar úteftir
rætta- Aland
- Ålands landskapsregering
- B7 Baltic Islands Network Archived 2008-02-13 at the Wayback Machine
Coordinates: 60°12′25.92″N 20°9′26.64″E / 60.2072000°N 20.1574000°E