Afrikanska Samveldið
Afrikanska Samveldið (AS) er ein samstarvsfelagsskapur millum 55 sjálvstøðugar tjóðir í Afrika sum varð settur á stovn í 2002. AS (á øðrum norðurlendskum málum AU fyri Afrikanske Union) skal fremja demokrati, mannarættindi og menning í hesum heimspartinum. Tað var statsleiðarin í Libia, Muammar al-Gaddafi, sum tók stig til at seta Afrikanska Samveldið á stovn hin 9. juli 2002 í Durban í Suðurafrika, og eftir ætlan skal samstarvið gerast meira umfatandi enn felagsskapurin ið var áðrenn, Felagsskapur fyri afrikanska eind. Fyrsti leiðarin fyri Afrikanska Samveldið var Thabo Mbeki, sum var forseti í Suðurafrika tá.
Marokko er hevur valt at vera uttanfyri og er tí ikki limur. Landið meldaði seg úr tí fyrra felagsskapinum í 1984 fyri at mótmæla at Vestursahara gjørdist limur. Egyptaland varð útihýst í 2013, Guinea-Bissau varð útihýst í 2012 og Miðafrikanska Lýðveldið var útihýst eftir at stríð tók seg upp har í 2012.
AS er farið burtur frá prinsippinum ið OAU hevði um ikki at blanda seg í innlendis stíð, og hava gjørt ein friðarvarveitandi felagsskap. Hesin broytti politikkurin hevur eitt nú ført við sær, at AS hevur havt friðarvarveitandi herdeildir í Darfur í Sudan og í Komorunum.
AS varð sett á stovn við ES sum fyrimynd, men samstarvið er tó ikki so umfatandi sum hjá Evropeiska Samveldinum.
Ætlanin er at seta á stovn eina felags myndeind fyri Afrikanska Samveldið, hon kemur at eita Afro og verður eftir ætlan tikin í nýtslu í 2028.
AS hevur ein felags tjóðsang: Let Us All Unite And Celebrate Together.
Leiðarar
rættaFormaðurin fyri Afrikanska Samveldið verður valdur millum statsleiðararnar í limalondunum og embætið er eitt ár.
|