Mannarættindi eiga øll fólk, sama hvørja kyn, átrúnað, seksualitet, tjóðskap, húðarlit, rasu ella politiska áskoðan [1][2]. Grundleggjandi mannarættindi eru rætturin til frælsi, lív og javnlíkindi. At sleppa at liva er týdningarmesti mannarættur.

Eleanor Roosevelt (1884–1962) var fyrsti ovastin í mannarættindaráði Sameindu Tjóða. Hon segði Mannarættindayvirlýsingina vera "mannaættarinnar Magna Carta".
Flest øll vita vit um herrópini frá fronsku kollveltingini í 1789: Liberté, egalité, fraternité (frælsi, javnaður, brøðralag).
Lógir mugu ongantíð gera mun á fólki óansæð hvørji tey eru av, óansæð húðarlit, óansæð livihátt ella onnur eyðkenni ella frábregði.

Frælsi at skriva og tala eru týðandi politisk- og borgarlig rættindi [3]. Tað er sensurur ella ritskoðan, tá ið rithøvundar og blaðfólk ikki sleppa at skriva tað, sum tey vilja. Og tað eitur propaganda, tá ið myndugleikar í sjónvarpi, bløðum, útvarpi og bókum bara greiða frá tí, sum teir sjálvir siga er rætt. Skrivi- og talufrælsið trívst best, har ið fólkaræði er. Propaganda og sensurur eru mest, har ið einaræði er.

Vit hava vant okkum við, at samfelagið verður stýrt eftir lógum og reglum, sum landsins kosnu menn seta í gildi, og at hesar fyriskipanir eru stuðulin undir flestu rættindum okkara. Mannarættindini harafturímóti eru truplari at seta í verk og halda. Tey eru viðtikin í altjóða sáttmálum.

Mong lond og ríkissamgongur hava stovnað egið mannarættindaráð, sum skal síggja til, at myndugleikarnir virða mannarættindini. Og tí kunnu bæði sjálvstøðug lond, tjóðir og einstaklingar klaga um brotin mannarættindi. Mangir felagsskapir, sum eru knýttir at ST, umframt Reyðikrossur, Bjargið Barninum, Heimsráð Kirkjunnar, Amnesty International o.m.a gera eisini sítt at verja mannarættindini. Evroparáðið hevur eisini gjørt sítt á hesum øki. "Evropeiska mannarættindaráðið", ið er stovnað og "Evropeiski mannarættindadómstólurin" er grundfestur á "Evropeisku mannarættindayvirlýsingina", sum varð sett í gildið í 1953.

Sundurbýti rætta

Mannarættindi verða býtt sundur í trý:

  • Grundleggjandi frælsisrættindi: Siga, at øll eru fødd fræls og eiga at vera viðfarin eins. Øll hava rætt at liva trygg og fræls. Rættur til lívið er týdningarmesti mannarættur.
  • Politisku- og borgarligu rættindi: Siga, at øll myndug fólk hava rætt at vera við í samfelagslívinum og at velja á fríum vali. Øll hava rætt at hugsa og siga tað, sum tey vilja, og at vera við í fakfeløgum og í politiskum feløgum.
  • Mentanarligu-, búskaparligu- og almennu rættindi: Siga frá teimum skyldum, sum yvirvaldið hevur fyri borgarunum. Øll hava rætt at fáa klæði, heilsurøkt, arbeiði, frítíð, mat, íbúð og undirvísing. Og tey hava rætt at vera við í mentanarlívi samfelagsins og at fáa part í vísindaligum framburði.

Søga rætta

Hugtakið mannarættindi sæst langt aftur í søguna. Longu fyri meira enn 2500 árum síðan spratt so líðandi í griksku býarsamfeløgunum krav um, at allir frælsir menn (útlendingar, konufólk og trælir sluppu ikki upp í part at taka avgerðir í samfelagnum) skuldu ráða yvir ella hava ávirkan á og medavgerðarrætt í sínum samfelag. Tað er úr hesum býarsamfelagnum, at fólkaræðiliga siðvenjan í Vesturheiminum er runnin.

Í miðøld hevði kirkjan mikið vald í samfelagnum. Kongur hevði fingið sítt veldi frá Gudi, og tey rættindi, fólkið hevði, hevði Gud eisini givið. Og tað var eftir kirkjunnar læru, at skilt var ímillum rangt og rætt. Í 1215 var í Bretlandi undirritað eitt frælsisbræv kallað Magna Carta [4], sum hevur verið grundarlagið undir mongum lógum, sum eru galdandi í Bretlandi. Í hesum skjali stendur, at rættindi, sum bara hava verið galdandi fyri kong, nú eisini skuldu vera galdandi fyri aðalin. Lítillátað framgongd eftir teimum viðurskiftum, sum nú galda á okkara leiðum, men skjalið eyðkennir stríðið ímóti kúgan og sjálvum støðinum undir mannarættindinum.

Í 16. og 17. øld viknaði kirkjunnar vald og ávirkan hennara á mannahugsanina. Heimspekingar hildu, at markið ímillum rætt og rangt var ein náttúrulóg, sum var alheimslig og galt øll. Í Amerikanska Frælsisbrævinum frá 1776 verður m.a. sagt, at "øll fólk eru skapað líka". Í fronsku kollveltingini í 1789 vóru herrópini "Javnaður, frælsi og brøðralag". Javnrættindi fingu tó ikki øll. Fólk vórðu deyðadømd og avrættað. Enn var eisini trælahald. Fátækrafólk og kvinnur høvdu ikki valrætt.

Danska grundlógin, sum eisini er galdandi í Føroyum, hevur síðan 1849 havt viðtøkur, sum verja borgaranna rættindi. Eftir 2. heimsbardaga samtykti Sameindu Tjóðir heimsyvirlýsing um mannarættindi. Hetta var 10. desember í 1948 [5]. Í yvirlýsingini eru 30 greinir um grundleggjandi rættindi og frælsi manna. Seinni hevur ST eisini samtykt sáttmálar um fíggjarlig, mentanarlig, politisk og almenn rættindi og ein sáttmála móti rasukúgan [6]. Sáttmálarnir binda tey lond, sum skriva undir.

Hesi bæði grundsjónarmiðini (gudagivin- ella náttúrugivin rættindi) høvdu ikki við sær rættvísi, hvørki í ríkjum og ávísum samfelagsbólkum ella fyri einstaklingin. Tað, vit rópa miðalstættina í Vesturheiminum, hevði um hetta mundið fingið so týðandi støðu í samfelagnum, at tíðin var komin til ógvisligar samfelagsbyltingar. Kortini var enn talan um rættindi, sum bara viku at heilt avmarkaðum samfelagsbólkum. Sama endurtók seg eisini í Amerikonsku Frælsisyvirlýsingini í 1776, sum bygdi á somu hugsjónir [7]. Danska grundlógin frá 1849, sum eisini er galdandi í Føroyum, varð eisini ávirkað av hesum báðum skjølum og teirri menning, sum hevði verið í hesum londum.

Um somu tíð mennist ídnaðurin, og tað, sum vanliga verður kallað ídnaðarkollveltingin, gerst veruleiki. Higartil hevði kjakast verið um politisku rættindi einstaklingsins. Men ídnaðarkollveltingin hevði við sær almenna neyð og fíggjarligt órættvísi, sum ikki hevði havt sín líka í heimssøguni. Bardagin at bøta um fólksins almennu og fíggjarligu kor setti dám á menningina frá fyrst í undanfarnu øld og heilt at miðjuni í okkara øld. Nýggj kollvelting, tann russiska í 1917, boðaði frá bylting, har fjøldin í samfelagnum kravdi at vera við til at mynda tað samfelag, tey skuldu liva í. Alla hesa øldina hevur tað sett sín dám á samfelagsmenningina - Stríðið fyri vælferðarsamfelagnum, og fíggjarliga, politiska og almenna tryggleikanum hjá øllum borgarum í samfelagnum.

Hugsa vit um okkara egnu øld, er hon merkt av tveimum heimskríggjum. Í hesum báðum orrustum var mannfallið so stórt sum aldri áður. Ímillum kríggini bæði var álvarslig fíggjarkreppa, hart stríð fyri almennum rættindum og týska jødajagstranin, tá var, bar boð um, at tryggleiki og grundleggjandi rættindi vóru ikki sjálvsøgd. Seinni heimsbardagi endaði við, at kjarnorkubumban var nýtt. Hesi kríggini vóru tey fyrstu, har ið fólkið var nógv meinari rámt enn fyrr og gjørdist tann stóri taparin. Kríggj og vápnað ósemja høvdu nú fingið heimsumfatnadi avleiðingar, og heimssamfelagið viðurkendi, at okkurt mátti gerast.

Í teirri vón at forða fyri, at ósemjur aftur skuldu fáa so ógvisligar avleiðingar sum Annar heimsbardagi, var felagsskapurin Sameindu Tjóðir stovnaður 24. oktober í 1945. Endamálið var friður. Ein treyt fyri hesum máli er, at grundleggjandi mannarættindini verða vird. Hesi rættindi vóru staðfest í Heimsyvirlýsingini um mannarættindi frá 1948. Yvirlýsingin er ikki bindandi løgfrøðiliga, enntá ikki í teimum londum, sum hava undirskrivað hana. Eftir tað er skoytt upp í hana, og tær viðtøkurnar eru nú bindandi fyri tey lond, sum hava skrivað undir. Í 1966 komu tvær av hesum viðtøkum í gildi.

Keldur rætta

  1. http://www.amnestyusa.org/research/human-rights-basics
  2. http://www.regjeringen.no/nb/dep/ud/tema/menneskerettigheter.html?id=1160
  3. http://www.un.org/en/documents/udhr/
  4. "Archive copy". http://www.fn.no/Temaer/Menneskerettigheter/Ideen-om-rettighetene. Heintað 2011-07-14. 
  5. http://www.aktivioslo.no/menneskerettighetene.php
  6. http://snl.no/menneskerettigheter
  7. http://www.iep.utm.edu/hum-rts/#SH4b
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið