Rasuskilnaður
Rasuskilnaður eisini nevnt rasisma er tann áskoðan, at eins egna fólkaslag er nógv betri og mætari enn onnur fólkasløg, og at tað rættvísgerð, at onnur fólkasløg ikki verða viðfarin eins. Nútíðar nýtsla av orðinum rasisma ella rasuskilnaður verður ofta brúkt í týdninginum "rasudiskriminatión", tvs. tá fólk verða viðfarin annarleiðis orsakað av tjóðskapi, húðarliti, trúgv ella øðrum líknandi viðurskiftum. Orðini rasisma og rasuskilnaður verða ofta knýtt at ólógligum gerningum, sum kunnu skaða onnur, tað kann t.d. vera ekstremisma, hatur, xenofobi, separatisma, hópdráp (orsakað av etniskum uppruna), terrorisma osfr. Í 19. øld var vanliga fatanin millum vísindafólk, at mannaættin var býtt sundur í ymiskar rasur (fólkasløg), og at summar rasur vóru hægri mentar enn aðrar, og at tað rættvísgjørdi, at munur var gjørdur millum hesi ymisku fólkasløgini. Nøkur dømi um rasismu og rasuskilnað er apartheit í Suðurafrika, trælahandil, tá fólk úr Afrika vóru tikin og førd til Amerika har tey vóru seld sum trælir til hvít fólk, serliga til plantasjueigarar. Eitt annað dømi er nazisman og antisemitisman í Týsklandi, sum bleiv brúkt til at rættvísgera, at jødar, samkynd, fólk við breki og onnur fólk sum onkursvegna vóru øðrvísi, vóru tikin og send í týningarlegur at arbeiða hart ella fyri at verða dripin. Fleiri lond hava nú lógir sum skulu forða fyri, at fólk kunnu blíva viðfarin øðrvísi ella verri enn onnur orsakað av trúgv, húðarliti, etniskum viðurskiftum, seksuellari orientering osfr. Tað mótsatta av rasismu er antirasisma. ST hevur síðan 1948 arbeitt við at minka um rasismu og at gera tað ólógligt at viðfara fólk øðrvísi orsakað av tjóðskapi, húðarliti, trúgv, seksuellari orientering ella øðrum líknandi viðurskiftum.
Keldur
rætta