Fólkið í USA [1]
Protestantar 51,9 %
Katolikkar 23,3 %
Mormonar 2,1 %
Jødar 1,7 %
Buddistar 0,7 %
Muslimar 0,6 %
Hinduistar 0,4 %
Sikhar 0,2 %
Aðrar 1,0 %
Ateistar 15,6 %

Í 1620-1640 komu pílagrímarnir til USA. Átrúnaðarlig viðurskifti høvdu noytt teir at rýma úr Stóra Bretlandi. Í fyrstuni tá fólk byrjaðu at búseta seg í USA, høvdu tey allarflestu tilknýti til protestantiskan kristindóm. Í dag búgva 308 mió. fólk í USA og átrúnaðarliga myndin er sera sprøklut. Tað gamla kirkjusamfelagið er her enn, hóast sjónarmið teirra eru nógv broytt. Ein sera stór tilflyting úr øllum heimspørtum og mentanum, hevur gjørt, at í dag er USA eitt pluralistiskt land. Í rundum tølum kann sigast, at helvtin av amerikanarunum eru protestantisk kristin, ein fjórðingur er katolikkar, meðan seinasti fjórðingurin er jødar, mormonar, ateistar, muslimar, hinduistar og onnur. Kirkjur, sýnagogur, hindutempul og moskur standa tí lið um lið í amerikonskum býum.

Kirkjan hevur stóra ávirkan á gerandisdag fólksins. Næstan allir amerikanar eru kristnar [2]. Í Amerika eru eisini umleið sjey miljónir muslimar og hvør einasti statur hevur minst eina mosku. Seks av 10 amerikanarum meina at religión er umráðandi í gerandisdegnum. Eisini meir enn helmingurin av samkyndum í Amerika siga, at trúgvin hevur stóran týdning fyri tey.

Í USA eru statur og kirkja skild sundur.

Umleið 1640 komu fyrstu niðursetufólkini til New York í USA. Hetta vóru fólk, sum vóru flutt úr Stóra Bretlandi til Amerika fyri at finna eitt stað, har tey kundu stovnseta og byggja upp eitt kristið samfelag. Nýggir tilflytarar komu við ymsum málum og trúarligum ástøði. Danir, ið fluttu til Amerika, máttu sjálvir seta í starv lærarar og prestar, sum dugdu danskt, um so var, at teir vildu hava danskar gudstænstur og danskar sálmar. Tær donsku kirkjurnar og prestarnir gjørdust eisini savningardeplar hjá dønum. Her kundu teir biðja um hjálp, tí prestar og meinigheitir hjálptu bæði á tí verðsliga og andaliga økinum. Hetta hevur eyðkent kirkjurnar í USA síðan. Meinigheitirnar virka sum stovnar og eitt stórt hjálpiarbeiði verður gjørt í kirkjunum.

Fara í kirkju

rætta
 
Washington National Cathedral í Washington DC.

Ein vanligan sunnudag fara bert 2 % av dønum í kirkju, hóast eina langa, kristna siðvenju og eina fólkakirkju, har 81 % eru limir. Í Amerika fara umleið 40 % í kirkju, hóast tey ikki hava nakra fólkakirkju, og hóast landið átrúnaðarliga er sera fjølbroytt. Mong ágrýtin kristin vóru slóbrótarar í USA. Tey stríddust fyri frælsi og fólkaræði, og hendan arvin eru amerikanarar glaðir fyri. Í 1952 fráboðaði sjálvur hægstirættur, at "vit eru eitt religiøst fólk og líta á eina hægri veru". Móti kommunismu og einaræði savnaðust amerikanarar um teirra kirkjur, tí í USA stendur átrúnaður sum trygdin fyri frælsi og fólkaræði.

Hagtøl

rætta

"Hevur religión týdning í gerandisdegi tínum"? Henda spurning hevur Gallup sett í 138 ymiskum londum. Í Libanon, Iran og Irak svara 86, 83 og 79 prosent ja til spurningin, meðan tølini í amerikonsku statunum Mississippi, Alabama og Tennessee eru 85, 82 og 79. Minst religiøsi staturin í USA er Vermont við 42 prosentum. Meðan fólk í Norðurlondum – mest í Danmark og Svøríki – eru óvirknir limir í fólkakirkjuni, er meginparturin av kristintrúgvandi amerikanum sera virkin í trúarlívinum [3].

Ein kanning kunngjørd av "the Pew Forum on Religion and Public life" í 2010 vil vera við, at ungir amerikanarar eru nakað væl minni religiøsir enn teirra foreldur vóru, tá tey vóru ung. Men kanningin sigur eisini, at nógv av tí sum tey 18-29 ára gomlu trúgva uppá og gera í samband við sína trúgv, minnir um tey eldru. Ein út av fýra "millenniarum", sum er definerað sum fólk fødd eftir 1980 og tilkomin umkring ártúsundsskiftið, eru ikki tengd at nakrari traditionellari trúgv, sigur Pew. Tey lýsa sína religión sum ateist, agnostisk ella 'ikki nakað ávíst'.

Bert 13 % av amerikanskum "baby boomarum", tey fødd millum 1946 og 1964, vóru ikki tengd at nakrari traditionellari religión tá tey vóru ung, sigur kanningin. Men tá tað kemur til trúgv og gerir, so sum hvussu tey síggja uppá lív eftir deyða, eksistensin av himmal og helviti og miraklum, so minna "millenniarir" um undanfarandi generatiónir. Til dømis siga 45 % av ungum amerikanarum, at tey biða dagliga, og tað er líka nógv sum søgdu seg biða í 80'unum og 90'unum. "Meðan fleiri og fleiri eru ótengd at ávísari religión, merkir tað ikki neyðturviliga, at tey eru sekuler", sigur Greg Smith, ein av monnunum aftanfyri kanningina. "Vit síggja millum ung, at tað ber til at praktisera trúgv og at vera religiøsur, uttan at hoyra til eina ávísa samkomu ella trúðarrætning".

Sambært Katólska Bíbliufelagnum lósu 75 prosent av íbúgvunum í USA í Bíbliuni í 2007. Einans 20 prosent av spaniólum hava gjørt tað sama, meðan 21 prosent av franskmonnum lósu í henni í 2007. Kanningin, ið umfataði 9 lond - USA, Bretland, Pólland, Týskland, Spania, Frakland, Niðurlond, Russland og Italia - vísir harafturat, at amerikanarar eisini biðja meira enn íbúgvarnir í hinum londunum. 87 prosent søgdu seg hava biðið í 2007, meðan 47 prosent av franskmonnum bóðu í 2007 [4].

Stívliga helmingurin av amerikanum skiftir trúgv minst eina ferð í lívinum. Tað avdúkar ein kanning í 2010, sum vísir á eina aðra átrúnaðarliga leið enn hana, vit eru von við á okkara leiðum í Norðurlondum. Umleið 44 % av amerikanska fólkinum hevur aðra trúgv enn hana, tey vuksu upp við. Og um ein telur tey við, sum hava slept barnatrúnni, men hava tikið við henni aftur seinni í lívinum, og tey, sum sleptu trúnni í uppvøkstrinum, hevur meira enn helmingurin av amerikanum skift trúgv. Hetta vísir eitt spurnarumfar, sum umfatar út við 3.000 fólk, og sum stovnurin Pew Forum – um átrúnað og tilveru – hevur staðið fyri. Kanningin vísir, at tað er mest í aldrinum 24-36 ár, at fólk hava lyndi til at skifta trúgv. Og tað er mest katólska kirkjan, ið merkir stórt fráfall.

Samkynd

rætta
 
Metropolitan Community Church.

Ein kanning vísir, at hjá seks av hvørjum tíggju amerikanskum samkyndum hevur trúgvin stóran týdning [5]. Tað er amerikanska greiningarfyritøkan Barna Group, ið hevur gjørt kanningina. Í kanningini siga 70 prosent av amerikanskum samkyndum seg vera kristin, og seks av hvørjum tíggju siga, at trúgvin er sera týdningarmikil fyri teirra lív. George Barna, sum er grundleggjari av Barna Group, heldur, at hetta punkterar onkrar mytur um samkynd. "Fólk, sum siga samkynd vera ógudilig og heiðin, ið finnast at kristnum, hava ikki fatur á veruleikanum", sigur George Barna sambært Kristeligt Dagblad. Kanningin er grundað á telefonsamrøður við 9232 vaksin fólk í tíðarskeiðnum frá januar 2007 til november 2008.

United Church of Christ hevur umleið 5.320 kirkjur, og er í dag eitt tað mest frælslynta kirkjusamfelagið í USA, sum millum annað marknaðarførir seg sum talsmann fyri rættindum hjá samkyndum í kirkju og samfelag [6]. Hetta er eisini ein kirkja í støðugari afturgongd, og bert 0,5 prosent av fólkinum eru limir í henni. Metropolitan Community Church arbeiðir eisini fyri teimum samkyndu.

Níggju statir í USA loyva hjúnarbandi millum fólk av sama kyni. Teir eru Iowa, Maryland, Connecticut, Massachusetts, New Hampshire, New York, Vermont [7], Washington og Maine.

Keldur

rætta
  1. http://www.gallup.com/poll/159548/identify-christian.aspx
  2. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2007-06-12. https://web.archive.org/web/20070612213256/https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/us.html. Heintað 2010-03-27. 
  3. http://www.gallup.com/poll/114211/Alabamians-Iranians-Common.aspx
  4. http://www.123.fo/default.aspx?articleid=5289[deyð leinkja]
  5. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-11-06. https://web.archive.org/web/20111106041153/http://www.barna.org/barna-update/article/13-culture/282-spiritual-profile-of-homosexual-adults-provides-surprising-insights. Heintað 2010-03-27. 
  6. http://www.ucc.org/about-us/
  7. http://www.kringvarp.fo/index.asp?s=49&Id=70465