Niðurlond
| |||
Tjóðarslagorð: Je maintiendrai | |||
Tjóðsangur: Wilhelmus | |||
Alment mál | Niðurlendskt | ||
Høvuðsstaður | Amsterdam | ||
Kongur | Willem-Alexander | ||
Forsætisráðharri | Dick Schoof | ||
Fullveldi | 1581/1648 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
41 526 km² 18,41 | ||
Íbúgvar - tilsamans 2013 - tættleiki |
16 751 323 482/km² | ||
Gjaldoyra | Evro | ||
Tíðarøki | UTC +1 | ||
Økisnavn á alnetinum | .nl | ||
Telefonkota | +31
| ||
Niðurlond ella Háland ella Holland er eitt kongaríki í Evropa. Í norðri hevur Niðurlond mark við Norðsjógvin, í eystri við Týskland, og í suðri við Belgia.
Niðurlendingar eru kendir fyri at hava víðskygda og frílynta samfelagsáskoðan.
Søga
rættaÍ 16. øld vóru Niðurlond 17 ríkir, sjálvstýrdir landslutir. Teir vóru partur í spanska ríkinum og rindaðu Spania ógviliga høgan skatt. Niðurlendingar ilskaðust um hetta, og tá ið Filip 2. gjørdi av at stýra teimum beinleiðis úr Spania, gjørdu teir uppreistur. Á odda fyri uppreistrinum stóð stórfúrstin Vilhjálmur av Orania. Í 1572 tóku uppreistrarsinnaðir sjómenn, nevndir geusar, niðurlendska havnabýin Briel, sum spaniamenn høvdu havt ræðið á. Vilhjálmur var myrdur í 1584, men sonur hansara Moritz helt fram við frælsisbardaganum. Hann sigraði á stórum sponskum heri í bardaganum við Turnhout. Í 1609 tóktist tað, sum viðurkendi Spania, at 7 teir norðastu landslutirnir fingu sjálvstýri. Vápnahvíld, ið skuldi varða í 12 ár, varð undirskrivað, men skjótt brotin aftur.
Í 16. og 17. øld sigldu niðurlendskir sjófarar og keypmenn burtur í fjarskotin lond at finna ríkidømi. Niðurlendingar tóku mong hjálond, og niðurlendska hjálandaríkið var úr Landsynningsásia til Norðuramerika. Handil hevur enn stóran týdning í Niðurlondum.
Í 1609 slitu sjey protestantiskir landslutir fyri norðan í Niðurlondum frá Habsborgararíkinum. Í 1650-árunum vóru hesir landslutir vorðnir ovurríkir av handli við Asia og Amerika. Dugnaligir jødar og protestantar flýddu hagar í hópatali úr katólsku londunum Fraklandi og Spania. Frælsa niðurlendska samfelagið eggjaði til, at uppfinningar og hugskot komu út ímillum manna. Vísindamaðurin Christiaan Huygens (1629-1695) gjørdi øll bilsin, tá ið hann avdúkaði, at ljósið flytur seg í bylgjum. Antonie van Leeuwenhoek (1632-1723) varnaðist, hvussu blóðið er sett saman. Múgvandi handilsmenn lótu byggja høg hús, galvarnir vórðu laðaðir sum røkur, og teir bíløgdu listaverk hjá mætum listamonnum sum Rembrandt Harmenszoon van Rijn (1606-1669) og Johannes Vermeer (1632-1675) at hava til prýðis.
Politikkur
rættaÍ Beneluks er aktiv deyðshjálp lóglig. Niðurlendska lóggávan sigur, at øll niður til 12 ár kunnu nýta hendan møguleikan [1].
Landafrøði
rættaUm triðingur av Niðurlondum hevur áður staðið i sjógvi. Meginparturin av hesum lendinum verður nýttur sum akurlendi og beiti, men ein fjórðingur av tí er nýtt til byggilendi, vegir og fríøki. Av tí at stórur partur av landinum er ájavnt sjóvarmálan ella undir, er mangan stórur vandi fyri vatnflóð. Til tess at forða fyri hesum eru gjørdar ovurstórar byrgingar, og ógvuliga væl verður fylgt við, hvussu høgt sjógvurin stendur.
Landslutir
rætta
|
Størstu býir
rættaBýur | Fólkatal | Landslutur | |
---|---|---|---|
1 | Amsterdam | 780 000 | Noord-Holland |
2 | Rotterdam | 610 000 | Zuid-Holland |
3 | Den Haag | 494 000 | Zuid-Holland |
4 | Utrecht | 311 000 | Utrecht |
5 | Eindhoven | 215 000 | Noord-Brabant |
6 | Tilburg | 206 000 | Noord-Brabant |
7 | Groningen | 190 000 | Groningen |
8 | Almere | 190 000 | Flevoland |
9 | Breda | 174 000 | Noord-Brabant |
10 | Nijmegen | 164 000 | Gelderland |
11 | Enschede | 157 000 | Overijssel |
12 | Apeldoorn | 156 000 | Gelderland |
13 | Haarlem | 147 000 | Noord-Holland |
14 | Arnhem | 141 000 | Gelderland |
15 | Zaanstad | 140 000 | Noord-Holland |
16 | Amersfoort | 135 000 | Utrecht |
17 | 's-Hertogenbosch | 134 000 | Noord-Brabant |
18 | Haarlemmermeer | 132 000 | Noord-Holland |
19 | Maastricht | 122 000 | Limburg |
20 | Dordrecht | 119 000 | Zuid-Holland |
Fólkið
rættaNiðurlendingar eru eitt blandað fólk. Mong fólk úr gomlu niðurlendsku hjálondunum í Landsynningsásia og Suðuramerika búsettu seg í Niðurlondum í 1940- og 1950-árunum. Tilflytingin helt fram í 1960-árunum, tá ið mangir fremmandaverkamenn úr Suðurevropa, Marokko og Turkalandi komu til Niðurlanda. Tilflutta fólkið er nú fimtingurin av fólkinum í teimum stóru býunum. Niðurlendingar eru erpnir av frílynta tilflytara- og flóttafólkapolitikki sínum.
Búskapur
rættaMong fleirtjóðafeløg eru niðurlendsk, og vinningurin hjá hesum feløgum er helvtin av inntøkum landsins. Havnin Europoort í Rotterdam í Niðurlondum er ein tann størsta havnin í verðini. Higar koma bæði rávørur og lidnar vørur úr øllum heimi, til dømis stórar nøgdir av frukt og djús. Djúsið kemur ofta við stórum tangaskipum úr Suðuramerika. Tað verður koyrt á serlig djúsvirki, har tað verður pakkað í smærri pakkar. Síðan verður djúsið flutt við toki, lastbili ella skipi til ymisk lond í Europa. Europoort-havnin er øgiliga stór: 20 km breið og 40 km long. Alt er tó ikki havnarøki; har er eisini eitt tað størsta ídnaðarøkið í Europa, har tey framleiða bensin, vaskipulvur og nógv annað. Havnin er ein týðandi miðdepil fyri flutning í Europa. Samband er við alt Europa eftir Rínánni, vegum, jarnbreytum og um flogvøllin.
Keldur
rætta- ↑ http://news.nationalpost.com/2013/12/12/belgium-euthanasia/
- ↑ "Bevolking; geslacht, leeftijd, burgerlijke staat en regio, 1 januari". Statistics Netherlands. 2013. http://statline.cbs.nl/StatWeb/publication/?DM=SLNL&PA=03759NED&D1=0&D2=129-132&D3=0,5-16,101-902&D4=21-22&HDR=T,G2&STB=G1,G3&VW=T. Heintað 10. januar 2014.
Hygg eisini at
rættaÁvísingar úteftir
rætta- Almenna heimasíðan:
- rijksoverheid.nl (á niðurlendskum)
- government.nl (á enskum)