Múli er ein bygd á Borðoynni. Múli er ein gomul og søgulig bygd, sum hevur verið búpláss í miðøld. Hetta vita vit, tí hon er nevnd í Hundabrævinum. Hon liggur norðan til á Borðoynni. Har búði m.a. kendi gandakallurin Guttormur í Múla. Hóast tað ongantíð hava búð nógv fólk í Múla, er bygdin væl kend - ikki minst frá Guttormi í Múla. Hann skuldi vera lógkønur, men eisini duga gand. Seinastu ártíggjuni er fólkatalið støðugt minkað. Seinastu fastbúgvandi fólkini, Andrea- og Hans Jacob Frederiksen, fluttu úr bygdini í 1992. Í Múla eru fýra hús, men tey standa øll tóm.


Múli
Mule (danskt)
Bygd
Múli
Múli
Land  Føroyar
Sýsla Norðoyar
Oyggj Borðoy
Kommuna Hvannasunds kommuna
Íbúgvar 0 (2015)[1]
Postnummur FO-735
Markatal 10-00-00 mk.gl.sk.

Í 1950 gjørdust tær seks bygdirnar við Hvannasund til Hvannasunds kommunu. Hesar seks bygdirnar eru Múli, Hvannasund, Norðdepli, Fossá, Norðtoftir og Depli. Hvannasunds kommuna hevur í 2007 fingið veganøvn og húsanummur. Av hesi orsøk er eisini staðfest, at í Múla eru fýra hús, sum hava hvør sítt húsanummar. Ikki óvæntað verður tann átta kilometrar langi vegurin úr Norðdepli og norður til Múla kallaður Múlavegur. Endamálið við at hava allar hesar adressurnar er, at tað skal vera bæði lætt og skjótt at finna vegin fram um hetta gjørdist bráðneyðugt. Her kann til dømis verða talan um brandbil, sjúkrabil ella løgreglu, men eisini hjá hýruvognum, lækna og vanligum fólki.

Sjálvt um roynt varð at stovna skúla eystan Múla í 1737, kom ikki gongd á fyrr enn í 1835. Tá fór viðingur, giftur á Norðtoftum, at lesa við børnunum á Toftum, Depli og Múla.

Á vegnum til Múla eystanfyri á Borðoynni hendi eitt skriðulop í sambandi við ógvuligum avfalli í august 2008. Hetta skriðulopið gjørdi skaða á vegin og bilaverjuna og tessvegna viðførdi, at Múli misti vegasamband eitt tíðarskeið.

Sagnir úr Múla

rætta

Guttormur í Múla

rætta
 
Í Múla, 2008. Í Múla eru fýra hús, men tey standa øll tóm, tí tey seinastu fólkini fluttu úr Múla í 1992.
 
Í Múla, ár 2010. Aftanfyri sæst fjallið Tindur. Har búgva ongi fólk.

Kendasti múlamaðurin man vera Guttormur í Múla (1657 til 1739). Guttormur í Múla varð føddur í Haraldssundi uml. 1657, yngsti sonur Rasmus Magnusson. Tíverri eru ongar skrivligar keldur, hvørki kirkjubøkur ella skiftibøkur, íð røkka so langt aftur. Gutormur í Múla var tiltikin at duga gand, hann var yngsti sonur Rasmusar í Haraldssundi, ið var sonur Magnus Heinasonar. Fleiri sagnir eru um Guttorm í Múla, ein teirra hevur samband við Mykinesfjørð. Guttormur hevði konu úr Mykinesi. Hon æt Billa. Ikki hevði hann verið vestan fyri Leirvíkarfjørð, fyrr enn hann fór at fríggja. Vágamenn førdu hann um mykinesfjørð. Tá ið teir vóru komnir mitt á fjørðin, bóru teir eyga við eitt stórt rekatræ og vildu fegnir fáa tað til sín; men heldur vildi hann sleppa ferðina fram til Mykines alt fyri eitt, og so varð. Hann bað teir miða væl, hvar træið lá, tað kundi vera, teir funnu aftur á tað, tá ið teir fóru úr Mykinesi aftur í Vágar. Ikki hildu teir líkindi verða til tess, tí Mykinesfjørður er óføra streymharður. Men tá ið teir vóru á leiðini heim, vórðu teir meira enn bilsnir, tí tá lá træið í sama stað og andøvdi.

Guttormur í Múla kom til garðin í Múla norðuri á Borðoynni. [2] Hann sigst at hava verið hin ramasti gandakallur í Føroyum. Han nýtti ikki kynstur síni at gera ónáðir, men heldur til at hjálpa. Gandakellingin Barbara við Kvíggjá í Sumba hevði frætt, hvussu væl Guttormur dugdi at ganda, og fór norður einaferð at kappast ímóti honum. Tá ið hon kom, var Guttormur til útrógvar. Hon settist at bryggja og blanda, floytti fliðuskeljar oman eftir ánni og segði, at so nógvar skeljar, sum sukku, so nógvir bátar skuldu søkka. Hon gjørdi rættuligt illveður, at tað var ikki meira enn, at Guttormur og synir hansara kláraðu at koma aftur til lands. Tá Guttorm og synirnir róðu heim, rópaði ein sonur: “eldur er í sjónum! Hvat er hetta?”. “Eg veit, hvat tað er”, svaraði Guttormur. Hann visti nevniliga, at tað var gandakellingin. Tá ið hann kom til Múlahúsini, sá hann Barbaru sita undir húsunum við útslignum hári. Guttorm kom so heim og fór at ganda, so kellingin misti alla kraftina. Eftir hetta var ikki nógv um kellingina og flýgdi hon undan Guttormi.

 
Úthús og húsdjór í Múla í 2008.

Í eldri tíðum skuldi ein av húsabóndunum, ið æt Hanus, vera sera hegnigur. [3] Hann var ein av Føroya bestu monnum, bæði sum bóndi, útróðrarmaður og smiður. Men hansara ídni til alt slíkt førdi við sær, at hann ikki virdi seg sjálvan at vera minni, enn hann var. Teir, ið øvundaðust inn á hann, eyknevndu hann Óða Hanus. Í hansara tíð gjørdu fólk lítið av at hava nógvan pening við, tá ið tey fóru til handils; men javnliga var tað troyggjur, hosur, lýsi, stokkfiskur og tálg og tílíkt, ið brúkt varð í staðin fyri pening. Hanus legði stóran dent á, at hann hevði mest av hesum lutum við sær, tá ið húsamenn fóru til handils. Einaferð hann saman við bygdarmonnum var á handilsferð til Havnar, varð tosað mann og mann ímillum um mangt og hvat. Og at enda kom upp í tosið, hvør av bátsskipanini ið mundi hava virkað flestar lutir til hesa ferð. Her fekk Hanus at frætta, at ein annar í ferðalagnum hevði ein part av hosupørum meira enn hann. Illsinni spann í hann, og meðan báturin fór fram við Lambavík, tveitti hann øll síni hosupør yvir borð.

Hanus var av bestu seyðamonnum. Saman við húskøllum sínum røktaði hann í øllum hagapørtum á Húsum. Og hvat ið var meira sjáldsamt, húskallarnir hildu nógv av honum. Men sera margháttligur maður var Hanus. Ein morgun um várið, tá ið hann á eini ferð í haganum var komin norður á Mjóá, stóðu í einum bóli fimm seyðir, hóast veðrið var at kalla gott. Slíkan seyð vildi hann ikki eiga. Hann dró knív úr slíðra, og alt fyri eitt svævaði hann teir allar fimm. Dósi, Pætur og Hanus ætlast at hava livað samtíðis, stutt fyri ár 1700; sonur Hanus giftist nevniliga um ár 1720 við dóttur múlabóndans (Guttorm); hon var annars so gávumild og blíð, at hon kom at ganga undir navninum Góðakona.

Postur

rætta
 
Húsini "Har Frammi" úr Múla. Tikin niður í 1959 og bygd uppaftur á Frilandsmusset í 1961.

Í fyrstuni varð posturin til Múla lagdur til heintingar inni í Hvannasundi. Tann 1. oktober 1926 verður Olaf Andreasen settur sum postskiftismaður í Múla. Tann 7. oktober 1968 fær aðalstýrið boð um, at Olaf Andreasen er deyður, og at bróður hansara, Eliesar Andreasen, fyribils hevur tikið sær av postinum, men av tí at hann ikki er sinnaður at halda fram, verður Gunleyg Ritter sett sum postskiftiskvinna í Múla frá 1. august 1968. Ritter er dóttir Andreu og Hans Jacob Fredriksen í Múla. Seinast í 1970-árunum flytur hon úr Múla inn í Norðdepil at búgva. Eftir hetta tekur móðir hennara, Andrea Fredriksen sær av postinum og í mars 1984, verður hon formliga sett sum postskiftiskvinna í Múla. Sambært skjølum hjá postverkinum fær Andrea Fredriksen farloyvi frá postinum 1. februar 1988 og árið út. Hon fær aftur farloyvi frá 1. januar til 31. desember 1989.

Posthúsið í Múla letur aftur í 1992. Tá býr ongin í Múla longur. Skjølini hjá postverkinum siga onki um, hvør hevur havt ábyrgdina av postinum frá 1. januar 1990 til posthúsið verður latið aftur í 1992.

Keldulisti

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  1. Hagstova.fo
  2. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-04. https://web.archive.org/web/20160304222837/http://snar.fo/sagnir/muli/guttormur/. Heintað 2014-10-22. 
  3. Andreas Weihe. 1933. Søga og søgn.