Guttormur í Múla (1657 til 1737) var bóndi í Múla á Borðoynni, sonur Rasmus í Haraldsundi, og tí verður Guttormur skrivaður Guttorm Rasmussen. Guttormur í Múla var tiltikin stinnur í gandi, sum søgnin hjá Jakob Jakobsen um Guttorm í Múla sigur frá.

Stutt um lív Guttorms Guttormur Rasmusson var føddur í Haraldssundi uml. 1657, sonur Rasmus Magnusson, men navnið á mammuni er ikki at finna. Men tað sigst at mamma Guttorms, var í slekt við Hans Jørgensen Fynbo prest, tí í einum sakarmáli millum Rasmus og ein kunoying var eitt vitni, sonur Hans Jørgensen Fynbo, ið ikki kundi vitna, tí hann og Rasmus vóru í svágarskapi. Foreldur Guttorms doyðu, áðrenn hann varð tilkomin. Tí mátti onkur taka sær av Guttormi. Guttormur fór allarhelst norður til Múla, at búgva hjá skyldfólki. Men eisini Hanus í Gerðum, sum var maður Annu Berintsdóttir, ið var slektað frá Fynbo presti, sigst at hava tikið sær av Guttormi. Hetta vóru múgvandi, høgt mentað og bókakøn fólk, ið Guttormur hevði tilknýti til. Á lívsleið Guttorms hendi mangt. Hann varð boðin at fara niður uppá landsins besta, men fór ikki vegna forfall, bleiv meldaður av konu síni á vártingi fyri at hava verið við aðrari kvinnu, hjálpti presti við sálarligum trupulleika og bjargaði viðingum úr Drangi norðantil á Viðoynni. Kona Guttorms æt Billa og tey bæði fingu átta børn saman, tríggjar dreingir og fimm gentur. Eftir eitt hendingaríkt lív, andaðist Guttormur í 1737.

Keldur

rætta

Slóðir

rætta