Jesus (griksk úttala av navninum Joshua, sum merkir "Harrin er Frelsarin") Kristus (upprunaliga grikskt orð, sum týðir "tann salvaði", so sum tað hebráiska Messias) var sambært tí kristnu læruni sonur Guds og sum doyði fyri syndir menniskjanna. Kristindómurin er heimsins størsti átrúnaður og er trúgvin á Jesus Krist sum harra og frelsara menniskjanna. Navnið kristindómur kemur eisini av orðinum "Kristus". Vit lesa um Jesus í evangeliunum í Nýggja Testamenti. Evangeliini eru fýra í tali. Matteus, Markus, Lukas og Jóhannes hava skrivað hvørt sítt. Teir kendu Jesus, sum var jødi, føddur í Betlehem í Júdea. Viðhaldsfólk Jesu trúðu, at hann var sonur Guds. Tá ið Jesus var um 30 ára gamalur, gekk hann um í Ísrael og boðaði nýggjan boðskap. Hann greiddi frá hugsanum sínum í søgum (líknilsum). Evangeliini siga frá undurverkum hansara, sjúk grøddi hann og vakti upp deyð.

Jesus Kristus doyði á krossinum.

Summi óttaðust, at Jesus fór at eggja til uppreistur móti rómverjum, ið ráddu Palestina. Jesus varð handtikin, avhoyrdur og dømdur til deyða. Hann sýndi seg fyri næstu viðhaldsfólkunum, eftir at hann var deyður. Teir trúðu til fulnar, at Gud hevði reist hann upp frá deyðum. Kristna kirkjan er grundað á hesa trúgv. Boðskapurin um Jesus varð skjótt borin um alt Rómverjaríki.

Kristus er eitt grikskt orð. Tað merkir kongur. Fólk, ið trúgva á Jesus Kristus, verða rópt kristin. Ta kristnu trúnna nevna vit kristindóm. Á arábiskum máli eitur Jesus Isa, og muslimarnir rokna hann sum profet.

Bakgrund

rætta
 
Betlehem.

Jesus var ísraelskur jødi og av fátækum fólki í Nasaret í Galilea í Norðurísrael. Hann var føddur í einum fjósi í Betlehem tætt við Jerúsalem í Ísrael, meðan mamma hansara Maria og festarmaður hennara Jósef vóru á ferð at verða skrivað í manntal. Hann var smiður, men 30 ára gamal gavst hann at arbeiða og fór um landið at boða læru sína og grøða sjúk. Viðhaldsfólk hansara vórðu kallað lærusveinar, og av teimum valdi hann sær 12 høvuðslærusveinarnar ella ápostlarnar, sum teir eisini verða nevndir. Gitnastu lærusetningar hansara eru í Fjallataluni, har Jesus sigur, at menniskjan skal óttast og æra Gud og elska næsta sín sum sjálvan seg.

Tey kristnu trúgva, at Jesus varð borin í heim sum sonur Guðs, og um tey gera eftir boðum hansara, fáa tey fyrigeving syndanna og sleppa inn í himmiríkið. Tey tala um Jesus sum Kristus, ið kemur úr grikskum máli og merkir "hin salvaði", ella "Messias" á hebraiskum. Jesus livdi í Ísrael fyri umleið 2.000 árum síðan. Tá ið hann var deyður, stovnaðu tey, ið tóku undir við læru hansara, ein felagsskap, sum var byrjanin til ta kristnu kirkjuna. Jesu lív hevur í øldir hugtikið listafólk, og nøkur av størstu listaverkunum vísa hendingar úr lívi Jesusar.

Orðið evangelium merkir ”góð tíðindi”. Tey, ið tóku undir við Jesu læru, nýttu tað, tá ið tey skuldu tala um hann, men seinni fór tað at merkja tað, sum evangelistarnir – Matteus, Markus, Lukas og Jóhannes – høvdu skrivað. Markus og Jóhannes hoyrdu til teir tólv fyrstu lærusveinarnar; Markus og lærusveinurin Barnabas vóru systkinabørn; Lukas var í tí fyrsta kirkjuliðnum í Antiokia. Í kristiligari list er ímyndin av Matteusi ein eingil, Markus leyva, Lukas oksi, og Jóhannes ein ørn.

Lívssøga

rætta

Føðing Jesusar

rætta

Søgan sigur, at Maria og Jósef vóru trúlovað og skuldu giftast, tá ið Gabriel høvuðseingil sýndi seg fyri Mariu og segði henni, at hon skuldi bera Guðs son í heim. Hendingin er kend sum boðanardagur Mariu, ið er 25. mars; 9 mánaðir fyri jóladag. Gabriel bað Mariu kallað barnið Jesus, sum kemur av tí hebraiska Joshua, ið merkir ”Jehova er frelsa”. Boðanin er eitt nógv nýtt myndevni í kristiligari list. Barnið var gitið av Heilaga andanum, og á mongum málningum sæst andin í dúgvulíki sveima niður á Mariu.

Heilaga landið var rómverskt um Jesu føðing, og tá ið Augustus keisari gav boð um manntal, mátti ein og hvør fara til ættarbygd sína at vera taldur. Jósef og Maria fóru úr Nasaret til Betlehems. Tá ið tey komu hagar, var tíðin komin, at hon skuldi eiga. Einki rúm var fyri teimum í tilhaldshúsinum, og tí fóru tey í eitt fjós í einum helli. Har varð Jesus føddur, og Maria legði hann í krubbu ella trog hjá kríatúrunum, og hagar komu einglar at kunngera føðingina og at tilbiðja hann. Jesu føðing er eitt av høvuðsevnunum í kristiligari list. Frá 15. øld verður Jesus viðhvørt vístur sum heimsins ljós. Næstan allir málningar, ið lýsa føðingina, sýna ein oksa og ein asna, ið tilbiðja Jesubarnið.

Tá ið Jesus var føddur, kom ein eingil til hirðarnar á markini. Í fyrstuni vóru hirðarnir bangnir, men tá ið eingilin kunngjørdi teimum gleðiboðini, vórðu teir glaðir. Og í somu stund var hjá einglinum ein fjøld av himmalskum herskarum, sum lovaðu Guði. Teir eggjaðu hirðunum til at fara at finna Jesubarnið og tilbiðja tað. Hirðarnir, ið umboða tað vanliga fólkið, eru bilsnir og ovurfegnir at hoyra um frelsaran.

Vísmenninir úr Eysturlondum

rætta

Vísmenninir, stundum umtalaðir sum teir tríggir kongarnir, fylgdu einari leiðarstjørnu úr eystri til tess at bera Jesusbarninum gávur. Heródes kongur í Jerúsalem frætti hesi tíðindi, og honum dámdi illa at hoyra um ein nýggjan jødakong. Heródes bað vísmenninar siga sær, hvar barnið mundi vera, men teir vórðu ávaraðir í dreymi og fóru tí av stað aftur og søgdu honum einki. Heródes var frá sær sjálvum og beyð, at í Betlehem skuldu øll dreingjabørn, yngri enn 2 ár, drepast.

Vísmenninir hoyrdu til ein prestaskap í gamla Persia. Teir fingust við stjørnuspáfrøði og týddu dreymar, og gjørdust sosatt kendir sum ”vísir menn”. Í yngri frásøgum verða teir ofta nevndir kongar og eita Kaspar, Melkir og Baltasar. Seinni í miðaldar- og renesansulistini eru teir eisini vorðnir umboð fyri teir tríggjar heimspartarnar Asia, Afrika og Evropa, sum tá vóru kendir.

Maria og Jósef finna Jesus sitandi í samrøðu við teir skriftlærdu

rætta

Tá ið Jesus var 12 ára gamal, høvdu Maria og Jósef hann við til Jerúsalems at halda páskir. Hátíðarhaldið vardi eina viku og var til minnis um ta ferðina, tá ið ísraelsfólk vóru fríað frá trældóminum í Egyptalandi. Tey fóru heim aftur til Nasaret í fylgi við nógvum øðrum fólkum, tá ið Maria knappliga skilti, at sonur teirra var ikki við í ferðalagnum. Hon og Jósef skundaðu sær tí aftur til Jerúsalems og leitaðu í samfullar tríggjar dagar, til tey at enda funnu Jesus í templinum. Har sat hann og skifti orð við teir jødisku lærumeistararnar.

Menninir, sum Jesus talaði við í templinum, verða stundum nevndir lærarar, læknar, vísmenn ella skriftlærdir. Teir vóru væl lærdir menn og høvdu sum starv at útleggja jødiska lógina. Teir fingu nógv vald, kunnaðu fólkið um lógina og gjørdust dómarar í Sanhedrin, sum var domstólur og ovasta ráðið í Jerúsalem. Teir vóru eisini knýttir at trúarbólki farisearanna.

Jesus verður doyptur av Jóhannesi doyparanum

rætta

Jóhannes doypti fólk í Jordanánni til tess at vísa, at tey iðraðu seg um allar syndir sínar, og at tey nú vóru rein. Mong komu bæði úr bygd og bý at síggja hann. Ein dagin kom Jesus at hoyra Jóhannes prædika og at verða doyptur av honum. Jóhannes helt, at hann sjálvur átti at vera doyptur av Jesusi, men læt sær kortini eftirlíka. Eftir dópin talaði Guð, soleiðis at ein og hvør skuldi vita, at Jesus var sonur hansara. Tey fyrstu kristnu tóku dópin til sín sum ein hátt at vísa sambandið við Jesus og kirkjuna. Einglar síggjast ofta á málningum av dópinum.

Jesus verður freistaður av djevlinum í oyðimørkini

rætta

Eftir dópin fór Jesus út í oyðimørkina og fastaði fjøruti dagar. At enda háðaði Sátan hann við trimum freistingum. Jesus skuldi sýna honum, at hann var sonur Guðs, og at hann kundi gera steinar til breyð, stoyta seg oman hægst av templinum í Jerúsalem og at enda njóta alt heimsins ríkidømi, um hann vildi tilbiðja Sátan. Men Jesus læt seg ikki freista.

Jesus kallar sínar fyrstu lærusveinar og fer undir at prædika

rætta

Tá ið Jesus fór undir at prædika í Galileu, valdi hann sær út tólv menn at vera teir fyrstu lærusveinarnir ella boðberar. Teir fyrstvaldu vóru brøðurnir Pætur og Andrias, sum royndu á Genesaretsvatninum, men fingu lítið. Jesus beyð teimum at seta gørnini einaferð afturat, og teir so gjørdu og fingu so mikið, at tað fylti upp í tveir bátar. Á hendan hátt sýndi Jesus sínum fyrstu lærusveinum, hvussu teir kundu hjálpa honum at savna nógvar lærusveinar og fáa fólk at venda um og trúgva á hann.

Jesus ger fyrsta undirverkið

rætta

Í Nýggja Testamenti verður fleiri ferðir greitt frá, at Jesus gjørdi kraftagerðir. Hitt fyrsta almenna undrið hendi í bygdini Kána, hagar Jesus, móðirin og nakrir av lærusveinum hansara vóru boðin í brúdleyp. Undir borðhaldinum varnaðist Maria, at einki vín var eftir, og segði tað við son sín. Stillisliga beyð Jesus tænarunum at fylla seks stór ker við vatni og síðan lata høvuðskokkin smakka á. Teir so gjørdu og vórðu stórliga bilsnir, tá ið teir skiltu, at vatnið var vorðið vín.

Jesus riður inn í Jerúsalem og rekur sølumenninar úr templinum

rætta

Tá ið teir nærkaðust Jerúsalem, segði Jesus lærusveinunum, hvar teir mundu finna eitt ásin við fylli. Síðan reið Jesus á fylinum tann seinasta partin á ferð sínari. Fólk høvdu frætt, at Jesus skuldi koma, og komu í hópatali hagar at síggja hann. Sunnudagurin fyri páskir, Pálmasunnudagur, verður hildin til minnis um hesa hending.

Tá ið Jesus kom í templið í Jerúsalem, reittist hann av at síggja, at tað vorðið sølutorg. Hann fekk sær snøri í hond og rak handilsmenninir við sínum neytum á dyr og koyrdi í sama viðfangi borðið hjá peningavekslarunum um koll. Hann segði við teir, at “hús mítt eigur at vera eitt bønhús; men tit hava gjørt tað til eitt ránsmannabøli”. Jesus var ikki vanur at fara soleiðis fram, men hendingin vísti, at hann vildi beina henda ósiðin burtur.

Pínslusøgan

rætta

Jesus boðaði frá, at hann fór at vera svikin og tikin av døgum. Teir seinastu – og týdningarmestu – dagarnir í lívi hansara á fold verða nevndir pínslusøgan, sum eru líðingarnar og pínslurnar, hann mátti tola, frá tí hann kom til Jerúsalems og til krossfestingina og uppreisnina. Páskirnar og dymbildagavikan verða hildnar til minnis um hesar hendingar. Tær ymsu hendingarnar í pínslusøguni eru ofta og væl viðgjørdar av listafólki.

Heilaga kvøldmáltíðin

rætta

Heilaga kvøldmáltíðin var seinastu ferð, Jesus sat til borðs við lærusveinunum í Jerúsalem, áðrenn hann var tikin. Hendingin fekk seinni ómetaligan týdning fyri tey kristnu og gjørdist evnið fyri mong listaverk. Vanliga vóru tey málað sum freskur (kálkmálningar) á veggir í matarhøllum í t.d. kleystrum. Soleiðis var eisini við teirri víðagitnu freskuni eftir Leonardo da Vinci (1452-1519). Tíverri byrjaði málningurin skjótt at farast og er tí umvældur fleiri ferðir. Kristni siðurin at fara til altars í kirkjuni er til minnis um heilagu kvøldmáltíðina. Presturin gevur gestunum breyð og vín til minnis um seinastu ferðina, Jesus sat til borðs saman við ápostlum sínum.

Svikagerðin

rætta

Jesus hevði greitt fylgdarfólki sínum frá, at hann fór at vera svikin og tikin av lívi. Tað var kortini ein skelkandi løta, tá ið hann segði teimum 12 lærusveinunum, at ein teirra var svikjari. Evangeliini siga, at Judas Iskarjot hevði gjørt avtalu við høvuðsprestarnar fyri máltiðina: “Tann, sum eg kyssi, hann er tað; takið hann og farið tryggiliga avstað við honum”. Nakað seinni visti hann høvuðsprestunum á, hvar Jesus helt bøn saman við hinum ápostlunum. Høvuðsprestarnir guldu Judasi 30 silvurmyntir afturfyri.

Krossfestingin

rætta

Jødiska ráðið og høvuðsprestarnir dómfeldu Jesus fyri at siga seg vera son Guðs. Rómverski landshøvdingin, Pontius Pilatus, royndi at sleppa undan at døma Jesus, men læt hann so upp í bøðilshendur. Jesus var krossfestur saman við tveimum ránsmonnum. Krossfestingin hevur verið sýnd á mangan hátt í kristiligari list. Við hvørt er stórur dentur lagdur á ræðuleikan og sorgina.

Gravleggingin

rætta

Jósef úr Arimatea, sum sat í jødiska ráðnum, og lærusveinur í duldum, bað Pilatus um loyvi at jarða líkið. Nikodemus, ein fariseari, sum eisini hevði tikið við trúnni, hjálpti Jósefi at taka likamið av krossinum. Teir vaskaðu og sveipaðu tað í línklæði. Líkið var borið í ein garð tætt við og lagt í eina nýhøgda grøv.

Uppreisnin

rætta

Triðja dagin eftir sín deyð á krossinum reis Jesus uppaftur. Hendingarnar í sambandi við uppreisnina eru umtalaðar á ymsan hátt í evangeliunum. Summar frásagnir siga, at hermenn hildu vakt við grøvina. Tað høvdu teir jødisku høvuðsprestarnir biðið um, so at lærusveinarnir ikki kunda stjala likamið og siga, at Jesus var risin upp. Hjá Jóhannesi stendur, at Maria Magdalena hittir hin upprisna Jesus, ið seinni eisini sýndi seg fyri lærusveinunum. Eftir himmalferð Jesusar hildu ápostlarnir á at boða gleðiboðskapin og grundaðu ta kristnu kirkjuna.

Himmalsferðin

rætta

Fjøruti dagar eftir uppreisnina fór Jesus til himmals, og tað sóu lærusveinarnir. Tá stóðu teir á Oljufjallinum og sóu hann verða tiknan upp, og eitt skýggj huldi hann fyri eygum teirra. Tá knappiliga stóðu tveir menn í hvítum klæðum hjá teimum. “Hví standa tit her og hyggja upp til himmals?” spurdu teir. “Hesin Jesus, sum er upp er tikin frá tykkum til himmals, skal koma aftur á sama hátt, sum tit sóu hann fara”.

Merki kristindómsins

rætta

Á Jesusar døgum vóru enn mong, sum settu seg upp ímóti rómverska hersetingarvaldinum, og teir uppreistrarmenn, ið vórðu tiknir, vórðu krossfestir. Tá ið Jesus hevði boðað læru sína í 3 ár, hevði hann fingið so ilt í høvuðsprestarnar, fariseararnar og teir skriftlærdu, tí hann hevði havt harðliga at teimum fyri falslæru, at teir fingu hann givnan upp fyri rómverska yvirvaldinum, dømdan til deyða og krossfestan. Frá tí degi hevur krossurin eyðkent Jesusar læru - Kristindómin.

Jesus í Islam

rætta
 
Gomul persisk Miniatura: Maryam (Maria Moy) og Isa (Jesus). Avmyndan av profetum er tó sum oftast forbjóðað í Islam.

Jesus er ein týdningarmikil persónur í Koranini (Al-Qur'an), har hansara navn (Isa) verður nevnt 25 ferðir. Jesus er ein av týdningarmestu boðberunum hjá Gudi (Allah), og hann má síggjast sum ein fundamentalur partur av veraldarmynd islams. Uppfatan islams av Jesusi hevur nógv til felags við tær bíbilsku frásagnirnar, so sum trúgvin á jomfrúføðingina, Jesus sum tann ið grøðir og ger undurverk, Jesus sum lærir o.s.fr. [tørvar keldu] Jesus reis eisini upp til Himmals sambært islam, og nógvir muslimskir teologar trúgva, eins og tey kristnu, at Jesus skal koma aftur í skýnum [tørvar keldu]. Jesus verður ellivu ferðir nevndur al-Masih (Messias eller Kristus) og í Sura 3,45 verður hann nevndur Kalimatullaah (Guds orð).

Munurin millum islam og kristindóm er, at muslimar ikki trúgva á Jesus sum 'Guds son'. Í islam verður Jesus mettur sum ein profetur, har tey kristnu trúgva, at Jesus tosar um 'Heilaga Andan' tá hann nevnir talsmannin ið hann skal senda, so trúgva muslimarnir, at hesin talsmaðurin ið Jesus segði at hann skuldi senda, var Muhammed profetur.

Ávísingar úteftir

rætta

Hygg eisini at

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið